Fyrsta Mósebók kap. 10

Uppsetan
d. The Table of Nations
10:1-32:1
1 Hetta er ættarbók Nóa, Sems, Kams og Jafets. Teir fingu synir eftir vatnflóðina.
5 Frá teimum eru teir ættaðir, sum búgva á heidningastrondunum. – Hetta vóru synir Jafet í londum teirra, hvør við sínum tungumáli, eftir ættum teirra, í fólkasløgum teirra.
7 Synir Kus vóru Seba, Havila, Sabta, Raema og Sabteka. Synir Raema vóru Sjeba og Dedan.
9 Hann var ein óførur veiðimaður fyri ásjón HARRANS; tí verður sagt: „Ein óførur veiðimaður fyri ásjón HARRANS sum Nimrod.“
19 so at landamark Kána’anita gekk úr Zidon ímóti Gerar og líka til Gaza, fram ímóti Sodoma, Gomorra, Adma og Zebojim, líka til Lasa.
20 – Hetta vóru synir Kam, eftir ættum og tungumálum teirra, í londum og fólkasløgum teirra.
21 Eisini Sem fekk synir; hann var ættarfaðir at øllum sonum Eber og var elsti bróðir Jafet.
25 Eber fekk tveir synir; annar æt Peleg; tí á døgum hansara spjaddist menniskjan um jørðina; bróðir hansara æt Joktan.
31 – Hetta vóru synir Sem, eftir ættum og tungumálum teirra, í londum og fólkasløgum teirra.
32 – Hetta vóru ættirnar hjá sonum Nóa, eftir ættarbókum teirra, í fólkasløgum teirra; frá teimum hava fólkini breitt seg út um jørðina eftir vatnflóðina.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul