Fyrsta Mósebók kap. 46

Uppsetan
vi. The Nation of Israel Goes Down to Egypt
46:1-50:26
1. Jacob Goes Down to Egypt
46:1-27:1
1 So fór Ísrael avstað við øllum, ið hann hevði, og táið hann kom til Be’erseba, ofraði hann sláturoffur til Gud Ísaks, faðirs síns.
2 Gud segði í eini sjón um náttina við Ísrael: „Jákup, Jákup!“ Hann svaraði: „Ja, her eri eg!“
3 Tá segði Hann: „Eg eri Gud, Gud faðirs tíns! Óttast ikki fyri at fara til Egyptalands, tí Eg skal gera teg til eitt stórt fólk har!
4 Eg skal sjálvur koma við tær til Egyptalands, og Eg skal eisini føra teg aftur haðani; og Jósef skal leggja eygu tíni saman.“
5 So fór Jákup avstað úr Be’erseba; synir Ísrael settu Jákup, faðir sín, og børn og konur sínar á vagnarnar, ið Farao hevði sent eftir honum.
6 Teir tóku við sær fæ sítt og alt tað, ið teir áttu, sum teir høvdu vunnið sær í Kána’anslandi, og komu til Egyptalands, Jákup og alt avkom hansara við honum.
7 Synir og sonarsynir sínar, døtur og sonardøtur sínar og alt avkom sítt hevði hann við sær til Egyptalands.
8 Hetta eru nøvnini á sonum Ísrael, ið komu til Egyptalands: Jákup og synir hansara. Hin frumborni Jákups var Ruben.
10 Synir Símeon vóru Jemuel, Jamin, Ohad, Jakin, Zohar – og Saul, sum hann hevði fingið við eini kána’anitiskari kvinnu.
12 Synir Juda vóru Er, Onan, Sela, Perez og Zera. Men Er og Onan doyðu í Kána’anslandi. – Perez átti hesar synir: Hezron og Hamul.
15 – Hetta vóru synir Leu, teir, ið hon átti Jákupi í Paddan-Áram; eisini átti hon honum dóttrina Dinu. Synir og døtur vóru tilsamans 33 í tali.
17 Synir Aser vóru Jimna, Jisva, Jisvi og Bria; systir teirra var Sera. Bria átti hesar synir: Heber og Malkiel.
18 – Hetta vóru børn Zilpu, sum Laban gav dóttur síni Leu; hon átti Jákupi hesi børnini, 16 í tali.
20 Jósef fekk í Egyptalandi børn við Asenat, dóttur Potifera, prestin í On: Manasse og Efra’im.
21 Synir Benjamin vóru Bela, Beker, Asbel, Gera, Na’aman, Ehi, Ros, Muppim, Huppim og Ard.
25 – Hetta vóru synir Bilhu, sum Laban gav dóttur síni Rakul; hon átti Jákupi hesi børnini, tilsamans 7 í tali.
26 Øll, ið komu við Jákupi til Egyptalands – sum vóru komin av honum – vóru tilsamans 66 í tali – haraftrat komu sonarkonur Jákup.
27 Og synir Jósef, sum hann fekk í Egyptalandi, vóru tveir. Øll av húsi Jákups, sum komu til Egyptalands, vóru 70 sálir.
2. Israel Settles in Goshen
46:28-47:31
28 Hann sendi nú Juda undan sær til Jósef, fyri at leiðin til Gosen skuldi verða víst honum. So komu tey til landið Gosen.
29 Tá læt Jósef seta hestarnar fyri vagn sín og fór til Gosen ímóti Ísrael, faðir sínum; og táið hann kom til hansara, leyp hann um hálsin á honum og græt leingi í ørmum hansara.
30 Ísrael segði nú við Jósef: „Lat meg nú bert doyggja, nú ið eg havi sæð andlit títt og veit, at tú livir enn!“
31 Men Jósef segði við brøður sínar og við øll tey hjá faðir sínum: „Eg skal fara avstað og lata Farao vita tað og siga við hann: „Brøður mínir og tey hjá pápa, sum hava búð í Kána’anslandi, eru komin til mín.
32 Hesir menn eru hirðar; teir eru menn, ið halda kríatúr; og smáfæið og neytini og alt tað, ið teir eiga, hava teir havt við sær higar.“
34 so skulu tit svara: „Tænarar tínir hava hildið kríatúr, frá tí vit vóru ungir og líka til nú – og fedrar okkara undan okkum!“ – So sleppa tit at búgva í landinum Gosen; tí allir hirðar eru Egyptum ein andstygd.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul