Fyrsta Mósebók kap. 25
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
xviii.
Abraham and Keturah
25:1-6:1
1
Ábraham tók sær aftur konu; hon æt Ketura.
2
Við henni fekk hann Zimran, Joksan, Medan, Midjan, Jisbak og Sua.
3
Joksan fekk synirnar Sjeba og Dedan, og synir Dedan vóru Assuritar, Letusitar og Le’ummitar.
4
Synir Midjan vóru Efa, Efer, Hanok, Abida og Elda’a. Allir hesir vóru synir Keturu.
5
Ísaki gav Ábraham alt tað, ið hann átti.
6
Men sonunum, ið Ábraham átti við hjákonum sínum, teimum gav hann gávur og læt teir, meðan hann enn livdi sjálvur, flyta burtur frá Ísaki, syni sínum, eystureftir, til Eysturlands.
xix.
The Death and Burial of Abraham
25:7-11:1
7
Hetta er talið á árunum, ið Ábraham livdi: 175.
8
So gav Ábraham upp andan og doyði í góðari elli, gamal og mettur av døgum, og varð savnaður til fedrar sínar.
9
Synir hansara Ísakur og Ísmael jarðaðu hann í Makpelahelli á markini, ið Hetiturin Efron, sonur Zohar, hevði átt, beint yvir av Mamre,
10
markini, ið Ábraham hevði keypt frá Hetitum; har vórðu Ábraham og Sára, kona hansara, jarðað.
11
Eftir at Ábraham var deyður, signaði Gud Ísak, son hansara. Ísakur búði við Be’er-Lahai-Ro’i.
c.
The Descendants of Ishmael
25:12-18:1
12
Hetta er ættarbók Ísmaels, sonar Ábrahams, hansara, sum Ábraham fekk við Hagar, tí egyptisku trælkvinnu Sáru.
13
Hetta eru nøvnini á sonum Ísmael, nøvnini, ið teir hava í ættarbók síni: Nebajot, hin frumborni Ísmaels, Kedar, Adbe’el, Mibsam,
14
Misma, Duma, Massa,
15
Hadar, Tema, Jetur, Nafis og Kedma.
16
Hetta vóru synir Ísmael, og hetta vóru nøvn teirra í býum og tjaldbygdum teirra – 12 ættarhøvdingar.
17
Hetta er talið á árunum, Ísmael livdi: 137. So gav hann upp andan og doyði og varð savnaður til fedrar sínar.
18
Teir búðu frá Havila til Sur, sum er beint yvir av Egyptalandi, og fram ímóti Assur. Hann kom í stríð við allar brøður sínar.
d.
Isaac
25:19-26:35
i.
Jacob and Esau
25:19-34:1
19
Hetta er ættarbók Ísaks, sonar Ábrahams. Ábraham fekk sonin Ísak.
20
Ísakur var 40 ár, táið hann giftist við Rebekku, dóttur Áramearan Betuel úr Paddan-Áram, systur Áramearan Laban.
21
Ísakur bað til HARRAN fyri konu síni, tí hon var ófruktbør; og HARRIN bønhoyrdi hann, Rebekka, kona hansara, varð við barn.
22
Men fostrini stoyttu saman í lívi hennara; tá segði hon: „Stendur so til, hví skal eg tá liva?“ Og hon fór at spyrja HARRAN.
23
HARRIN svaraði henni: „Tvey fólkasløg eru í lívi tínum, úr fangi tínum skulu tvey fólk skiljast sundur; annað skal vera sterkari enn annað, tann eldri skal tæna tí yngra.“
24
Táið nú tíðin var komin, at hon skuldi eiga, vóru tvíburar í lívi hennara.
25
Tann fyrri, ið kom, var reyður og loðin sum ein skinnkappi um allan kroppin; honum góvu tey navnið Esau.*
26
So kom bróðir hansara, og hann helt við hond síni um hælin á Esau; honum góvu tey navnið Jákup.* Ísakur var 60 ár, táið teir vórðu føddir.
27
Táið dreingirnir nú vuksu upp, varð Esau góður veiðimaður, sum helt seg úti á markini; men Jákup var friðarmaður og búði í tjøldum.
28
Ísakur var betri við Esau, tí honum dámdi væl kjøtið av teimum villu dýrunum; men Rebekka var betri við Jákup.
29
Einaferð ið Jákup kókaði velling, kom Esau deyðmóður aftur av markini.
30
Tá segði Esau við Jákup: „Lat meg fáa nakað av hasum reyða, hasum reyða har, tí eg eri um at doyggja av svongd!“ – Av hesum fekk hann navnið Edom.
31
Men Jákup svaraði: „Tú mást fyrst selja mær frumburðarrætt tín!“
32
Esau segði: „Eg eri um at doyggja – hvat leggi eg í frumburðarrættin!“
33
Men Jákup svaraði: „Tú mást fyrst gera eið upp á tað!“ Hann gjørdi tá eið upp á tað og seldi soleiðis Jákupi frumburðarrætt sín.
34
So gav Jákup Esau breyð og linsuvelling, og táið hann hevði etið og drukkið, reistist hann og fór avstað. Soleiðis vanvirdi Esau frumburðarrætt sín.