Fyrsta Mósebók kap. 30
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
1
Táið Rakul sá, at hon og Jákup einki barn fingu, varð hon øvundsjúk á systur sína og segði við Jákup: „Lat meg fáa børn! Ella doyggi eg!“
2
Tá varð Jákup illur við Rakul og segði: „Heldur tú tá meg vera Gud! Tað er jú Hann, ið ikki vil geva tær lívsfrukt!“
3
So segði hon: „Hygg, har er trælkvinna mín, Bilha! Far inn til hennara, so hon kann eiga mær børn í fangið, og eg fáa avkom gjøgnum hana!“
4
Hon gav honum so trælkvinnu sína, Bilhu, til konu, og Jákup fór inn til hennara.
5
Bilha varð við barn og átti Jákupi son.
6
Tá segði Rakul: „Gud hevur hjálpt mær til rætt mín; Hann hevur hoyrt bøn mína og givið mær ein son!“ – Tí gav hon honum navnið Dan.
7
So varð Bilha, trælkvinnan hjá Rakul, uppaftur við barn og átti Jákupi ein son aftrat.
8
Tá segði Rakul: „Eg havi strítt stríð Guds við systur mína og vunnið!“ – Tí gav hon honum navnið Naftali.
9
Táið Lea nú sá, at hon var hildin uppat at fáa børn, tók hon trælkvinnu sína, Zilpu, og gav Jákupi hana til konu.
10
Zilpa, trælkvinnan hjá Leu, átti Jákupi son.
11
Tá segði Lea: „Til lukku!“ – Tí gav hon honum navnið Gad.
12
So átti Zilpa, trælkvinnan hjá Leu, Jákupi ein son aftrat.
13
Tá segði Lea: „Sum eydnan tó er við mær! Kvinnur fara at prísa eydnu míni!“ – Tí gav hon honum navnið Aser.
14
Ein dagin, meðan hveitin varð heystað, fór Ruben út á markina og fann har nøkur kærleiksepli, sum hann bar heim til Leu, móður sína. Tá segði Rakul við Leu: „Gev mær burtur av kærleikseplunum hjá syni tínum!“
15
Lea svaraði: „Er tað ikki nóg mikið, at tú hevur tikið mann mín frá mær! Skalt tú nú eisini taka kærleikseplini hjá syni mínum?“ Men Rakul segði: „Hann kann sova hjá tær í nátt aftur fyri kærleikseplini hjá syni tínum.“
16
Táið so Jákup um kvøldið kom heim av markini, fór Lea ímóti honum og segði: „Tað er hjá mær, tú skalt vera í nátt; eg havi keypt teg fyri kærleikseplini hjá syni mínum!“ So lá hann hjá henni ta náttina.
17
Og Gud bønhoyrdi Leu; hon varð við barn og átti Jákupi fimta sonin.
18
Tá segði Lea: „Gud hevur givið mær løn mína fyri tað, at eg læt mann mín fáa trælkvinnu mína!“ – Tí gav hon honum navnið Issakar.
19
So varð Lea aftur við barn og átti Jákupi sætta sonin.
20
Tá segði Lea: „Gud hevur givið mær góða gávu; nú fer maður mín at búgva hjá mær, við tað at eg havi átt honum seks synir.“ – Tí gav hon honum navnið Zebulon.
21
Seinni átti hon dóttur, sum hon gav navnið Dina.
22
Gud mintist nú Rakul; Gud bønhoyrdi hana og opnaði móðurlív hennara.
23
Hon varð við barn og átti son. Tá segði hon: „Gud hevur tikið burtur skomm mína!“
24
Hon gav honum tí navnið Jósef, tí hon segði: „HARRIN gevi mær ein son aftrat!“
5.
Six More Years for Laban’s Flocks
30:25-43:1
25
Táið nú Rakul hevði átt Jósef, segði Jákup við Laban: „Lat meg nú sleppa avstað, so eg kann fara, hagar sum eg eri frá, til land mítt!
26
Lat meg fáa konur mínar og børn míni, sum eg havi tænt hjá tær fyri, og lat meg fara avstað! Tú veitst jú sjálvur, hvussu eg havi tænt hjá tær!“
27
Men Laban svaraði honum: „Hevði eg tó funnið náði fyri eygum tínum! Eg eri komin eftir, at HARRIN hevur signað meg fyri tína skuld.“
28
So segði hann: „Sig sjálvur, hvat tú vilt hava í løn frá mær, so skal eg lata teg fáa tað!“
29
Jákup svaraði honum: „Tú veitst sjálvur, hvussu eg havi tænt hjá tær, og hvat ogn tín er vorðin undir hondum mínum!
30
Áðrenn eg kom, var tað lítið, ið tú átti; men nú er tað vaksið og vorðið nógv; HARRIN hevur signað teg, hvar eg so setti fót mín! Men nær skal eg nú eisini sleppa at gera nakað fyri mítt egna hús?“
31
Tá segði Laban: „Hvat skal eg tá geva tær?“ Jákup svaraði: „Tú skalt einki geva mær; vilt tú gera, sum eg nú sigi, so skal eg framvegis vera hirði hjá tær og røkta fylgi tíni.
32
Eg skal í dag ganga gjøgnum øll fylgi tíni og skilja burtur úr alt tað, ið flekkut og skørvut er, og alt tað, ið svart er, av seyðinum, somuleiðis alt tað, ið skørvut og flekkut er av geitunum. Slíkt skal síðani vera løn mín.
33
Táið tú so hereftir kemur og sjálvur sýnar tað, ið er vorðið løn mín, tá skal rættvísi mín vera vitni mítt: Tann geit hjá mær, sum ikki er flekkut ella skørvut, og tann seyður hjá mær, sum ikki er svartur – tey skulu roknast sum stolin!“
34
Laban segði nú: „Ja, lat tað verða, sum tú hevur sagt!“
35
So skilti hann* sama dag burturúr allar teir gjørðutu og skørvutu bukkarnar, og allar tær flekkutu og skørvutu geitirnar, hvørt kríatúr, ið nakað hvítt var á, og allan tann svarta seyðin; hetta gav hann sonum sínum at røkta.
36
Og hann læt tríggjar dagsferðir vera millum seg og Jákup. Hin partin av fylgjunum hjá Laban fekk Jákup at røkta.
37
Men Jákup tók sær grønar greinar av øsp, mandlutræi og lyni og skavaði hvítar strikur á tær, so tað hvíta á greinunum varð bert.
38
Hesar greinar, sum hann hevði skavað, legði hann í rennurnar ella vatntrogini, sum fylgini komu at drekka úr, so at smáfæið hevði tær beint framman fyri seg; og tað paraði seg, táið tað kom at drekka.
39
So paraði smáfæið seg framman fyri greinarnar – og lembdi gjørðut, flekkut og skørvut.
40
Lombini skilti Jákup burturúr. Og hann læt smáfæið standa so, at tað vendi høvdið ímóti tí gjørðuta og øllum tí svarta í fylgjunum hjá Laban. Á henda hátt fekk hann fylgi, sum hann átti sjálvur, og sum hann ikki læt koma saman við fylgini hjá Laban.
41
Hvørja ferð tað sterka smáfæið paraði seg, legði Jákup greinarnar framman fyri tað í rennurnar, fyri at tað skuldi para seg framman fyri greinarnar.
42
Men táið tað var tað veika smáfæið, legði hann ikki greinarnar. Á henda hátt kom Laban at eiga tað veika, og Jákup tað sterka.
43
Soleiðis varð maðurin ríkari og ríkari; hann fekk nógv av smáfæi, trælkvinnur og trælir, kamelar og esil.