Fyrsta Mósebók kap. 16

Uppsetan
viii. Hagar and Ishmael
16:1
1 Sárai, kona Ábram, átti honum eingi børn. Men Sárai hevði egyptiska trælkvinnu, ið æt Hagar.
2 Sárai segði nú við Ábram: „HARRIN hevur jú gjørt meg ófruktbara; far tí inn til trælkvinnu mína – kanska eg kann fáa avkom gjøgnum hana!“ Ábram gjørdi, sum Sárai segði.
3 Sárai, kona Ábram, tók tá og læt Ábram, mann sín, fáa Hagar, ta egyptisku trælkvinnu sína, til konu – tað vóru tá 10 ár, síðani Ábram búsettist í Kána’anslandi!
4 Hann fór nú inn til Hagar, og hon varð við barn. Men táið hon sá, at hon var vorðin við barn, vanvirdi hon frú sína.
5 Tá segði Sárai við Ábram: „Órætturin, ið eg líði, er tín skuld! Eg havi sjálv givið tær trælkvinnu mína í favn, og nú hon sær, at hon er við barn, vanvirðir hon meg. HARRIN skal vera dómari millum meg og teg!“
6 Ábram svaraði Sárai: „Tú ræður jú yvir trælkvinnu tíni – ger við hana, sum tær tykir gott!“ Tá fór Sárai illa við henni, so at hon flýddi frá henni.
7 Men eingil HARRANS fann hana við vatnkelduna í oyðimørkini, við kelduna á vegnum til Sur.
8 Hann segði: „Hagar, trælkvinna Sárai, hvaðani kemur tú, og hvar ætlar tú tær?“ Hon svaraði: „Eg eri flýdd frá Sárai, frú míni.“
9 Tá segði eingil HARRANS við hana: „Far aftur til frú tína og eyðmýk teg undir hond hennara!“
10 Og eingil HARRANS segði við hana: „Eg skal lata avkom títt verða so nógv í tali, at tað skal ikki kunna teljast.“
11 Framvegis segði eingil HARRANS við hana: „Tú ert nú við barn og skalt eiga son; honum skalt tú geva navnið Ísmael;* tí HARRIN hevur hoyrt tað, ið tú hevur liðið.
12 Hann skal verða eitt villesil av einum menniskja; hond hansara skal vera móti øllum, og hvørs mans hond móti honum; og hann skal liggja í stríði við allar brøður sínar.“
13 So gav hon HARRANUM, ið talað hevði við hana, hetta navnið: „Tú ert Gud, sum sær!“ – tí hon segði: „Er tað tó so, at eg havi fingið at síggja Hann, sum sær meg!“
14 Tí varð hesin brunnur kallaður Be’er-Lahai-Ro’i;* hann er millum Kades og Bered.
15 Hagar átti Ábrami son, og Ábram gav syninum, ið Hagar átti honum, navnið Ísmael.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul