Fyrsta Mósebók kap. 22

Uppsetan
xiv. The Binding of Isaac
22:1-19:1
1 Nakað eftir hetta royndi Gud Ábraham. Hann segði við hann: „Ábraham!“ Hann svaraði: „Ja, her eri eg!“
2 Tá segði Hann: „Tak son tín, Ísak, tín einasta, hann, ið tú elskar, far til Morialand og ofra hann har sum brennioffur á einum av fjøllunum, sum Eg skal vísa tær!“
3 Tíðliga morgunin eftir saðlaði tá Ábraham esil sítt, tók tveir av dreingjum sínum og son sín Ísak við sær, høgdi við til brenniofrið og fór so avstað, hagar sum Gud hevði sagt við hann.
5 Tá segði Ábraham við dreingir sínar: „Steðgið tit her við eslinum! Eg og drongurin fara hagar yvir at tilbiðja og koma so aftur til tykkara.“
6 Ábraham tók so viðin til brenniofrið og læt son sín Ísak bera hann; sjálvur tók hann eldin og offurknívin, og so fylgdust teir báðir.
7 Tá segði Ísakur við Ábraham, faðir sín: „Pápi!“ Hann svaraði: „Ja, sonur mín!“ Hann segði: „Her er eldurin og brennið, men hvar er lambið til brenniofrið?“
8 Ábraham svaraði: „Gud skal sjálvur síggja til at fáa Sær lambið til brenniofrið, sonur mín!“ So fylgdust teir báðir.
9 Táið teir nú komu til staðið, sum Gud hevði sagt við hann, reisti Ábraham har altar og legði viðin á tað; síðani bant hann Ísak, son sín, og legði hann á altarið, oman á viðin.
11 Tá rópti eingil HARRANS av himli á hann: „Ábraham, Ábraham!“ Hann svaraði: „Ja, her eri eg!“
12 Eingilin segði: „Legg ikki hond á drongin, ger honum einki! Nú veit Eg, at tú óttast Gud – tú hevur ikki spart einasta son tín fyri Meg!“
13 Táið Ábraham nú hugdi upp, sá hann aftan fyri seg veðr, sum var komin fastur við hornunum í nakrar tættar greinar, og Ábraham fór og tók veðrin og ofraði hann sum brennioffur í staðin fyri son sín.
14 Ábraham gav hesum staðnum navnið „HARRIN sær“; nú á døgum eitur tað „Fjallið, har sum HARRIN letur Seg síggja“.
16 „Eg svørji um Meg sjálvan, sigur HARRIN, at aftur fyri at tú gjørdi hetta og spardi ikki einasta son tín,
17 so skal Eg stórliga signa teg og gera avkom títt sum stjørnurnar á himli í tali og sum sandin á sjóvarstrond; avkom títt skal koma at eiga portrini hjá fíggindum sínum;
18 og í avkomi tínum skulu allar slektir á jørðini verða signaðar – aftur fyri at tú lurtaði eftir Mær!“
19 So fór Ábraham aftur til dreingir sínar, og teir fóru avstað haðani og fylgdust aftur til Be’erseba. Og Ábraham varð búgvandi í Be’erseba.
xv. The Genealogy of Rebekah
22:20-24:1
20 Nakað eftir hetta vórðu hesi tíðindi borin Ábrahami: „Nakor, bróðir tín, og Milka hava eisini fingið synir:
21 Uz – sum er hin frumborni hansara – og Buz, bróðir hansara, Kemuel, faðir Áram,
23 – Betuel var faðir Rebekku. – Hesar 8 fekk Nakor, bróðir Ábraham, við Milku.
24 Eisini hjákona hansara, sum æt Re’uma, fekk børn: Teba, Gaham, Tahas og Ma’aku.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul