Fyrra Sámuelsbók kap. 9
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
b.
Saul Rises as King
9:1-12:25
i.
Saul Chosen as King
9:1-27:1
1
Í Benjamin var maður, ið æt Kis; hann var sonur Abiel, son Zeror, son Bekorat, son Afia, ein Benjaminit; hann var múgvandi maður.
2
Hann hevði son, ið æt Saul, prúðan og vakran; eingin av Ísraelsmonnum var vakrari enn hann; hann var høvdið hægri enn alt fólkið.
3
Nú saknaðust einaferð nøkur esil hjá Kis, faðir Saul; Kis segði tá við son sín Saul: „Tak ein av dreingjunum við tær og far og leita eftir eslunum!“
4
Teir fóru so fyrst um Efra’imsfjøll og um Salisaland, men funnu tey ikki; so fóru teir um Sa’alimsland, men heldur ikki har vóru tey; síðani fóru teir um Benjaminsland, men funnu tey ikki.
5
Táið teir komu til Zufsland, segði Saul við drongin, ið við honum var: „Kom, lat okkum fara heimaftur, so pápi ikki verður ræddur um okkum í staðin fyri at hugsa um eslini!“
6
Men hann svaraði honum: „Í býnum har er ein gudsmaður, sum er navngitin; alt gongur, sum hann sigur. Lat okkum fara hagar! Hann kann óivað siga okkum okkurt um hesa ferð, ið vit eru farnir.“
7
Tá segði Saul við drongin: „Ja, lat okkum fara hagar! – Men hvat skulu vit geva manninum? Einki breyð er eftir í taskum okkara, og vit hava heldur onga aðra gávu at geva gudsmanninum. – Hvat hava vit?“
8
Drongurin svaraði uppaftur Saul: „Eg havi her hjá mær fjórðingin av einum sekli av silvuri; tað kanst tú geva gudsmanninum, so man hann fara at siga okkum, hvørja leið vit skulu halda.“
9
– Fyrr í tíðini plagdu tey at siga í Ísrael, táið tey fóru at fáa vilja Guds at vita: „Komið, latið okkum fara til síggjaran!“ Tí tann, ið nú á døgum kallast profetur, hann kallaðist fyrr í tíðini síggjari. –
10
Tá segði Saul við drongin: „Tú hevur rætt – kom, lat okkum fara hagar!“ So fóru teir til býin, har sum gudsmaðurin var.
11
Meðan teir nú gingu niðan brekkuna til býin, hittu teir nakrar ungar gentur, ið komu út eftir vatni, og teir søgdu við tær: „Er síggjarin her?“
12
Tær svaraðu teimum: „Ja, júst nú er hann her. Skunda tær nú, hann er komin higar til býin í dag, tí fólkið heldur í dag offurgildi á heygnum!
13
Táið tit koma inn í býin, hitta tit hann við tað sama, áðrenn hann fer niðan á heyggin til máltíðina; fólkið fer ikki til borðs, fyrrenn hann kemur, tí hann skal signa ofrið; ikki fyrrenn tá seta teir seg til borðs, sum bodnir eru. Farið bert niðan, tí júst nú kunnu tit hitta hann!“
14
Teir fóru nú niðan í býin, og í tí teir komu inn um portrið, kom Sámuel gangandi ímóti teimum og skuldi niðan á heyggin.
15
Men dagin fyri sum Saul kom, hevði HARRIN opinberað Sámuel hetta:
16
„Um hesa tíðina í morgin sendi Eg mann úr Benjaminslandi til tín; hann skalt tú salva til høvdinga yvir fólki Mínum, Ísrael; hann skal frelsa fólk Mítt úr hondum Filistara. Tí Eg havi vent Mær til fólk Mítt, neyðarróp teirra eru komin upp til Mín!“
17
Og við tað sama sum Sámuel sá Saul, segði HARRIN við hann: „Hygg, hatta er maðurin, ið Eg segði við teg um: „Hann skal stjórna fólki Mínum!““
18
Saul fór nú til Sámuel mitt í portrinum og segði: „Ger so væl og sig mær, hvar síggjarin býr!“
19
Sámuel svaraði: „Síggjarin – tað eri eg; far undan mær niðan á heyggin, tú skalt eta við mær í dag! Í morgin skal eg fylgja tær á leið og siga tær alt, ið tú hugsar um.
20
Tí eslunum, ið tú misti burtur fyri trimum døgum síðani, skalt tú ikki stúra fyri; tey eru funnin. – Og hvørjum tilhoyrir alt hitt besta í Ísrael, um ikki tær og øllum fedrahúsi tínum?“
21
Tá svaraði Saul: „Eri eg ikki úr Benjamin, hoyri eg ikki til eina ta minstu ætt Ísraels! Og er ikki slekt mín tann, ið minst hevur at týða av øllum slektum í ætt Benjamins! – Hví sigur tú slíkt við meg?“
22
Men Sámuel tók Saul og drong hansara, fór inn í gildishøllina við teimum og læt teir seta seg ovastar millum teirra, ið bodnir vóru – har vóru einir 30 menn.
23
Sámuel segði nú við kokkin: „Gev mær hatta stykkið, ið eg fekk tær og segði, at tú skuldi goyma!“
24
Kokkurin bar tá fram tjógvið og hárónna og setti fyri Saul. Og Sámuel segði: „Hygg, her er tað, ið goymt varð, sett fyri teg – et nú! Tí til hesa stund varð tað goymt – til tín – táið eg segði: „Eg havi boðið fólkinum.““ Saul át so við Sámuel henda dagin.
25
So fóru teir oman av heygnum og inn í býin. Síðani sat hann uppi á takinum og tosaði við Saul.
26
Tíðliga morgunin eftir, táið lýsti, rópti Sámuel Saul upp á takið og segði: „Ger teg til, so skal eg fylgja tær á leið!“ So gjørdi Saul seg til, og teir fóru avstað báðir, hann og Sámuel.
27
Táið teir nú vóru komnir út úr býnum, segði Sámuel við Saul: „Sig við drongin, at hann skal fara undan“ – og hann fór – „men steðga tú nú her, so skal eg lata teg hoyra tað, sum Gud hevur sagt!“