Fyrra Sámuelsbók kap. 17

Uppsetan
iii. David and Goliath
17:1-58:1
1. Goliath’s Challenge
17:1-11:1
1 Filistarar savnaðu her sín til bardaga. Teir savnaðu seg við Soko, sum hoyrir til Juda, og tóku støðu millum Soko og Azeka í Efes-Dammim.
2 Saul og Ísraelsmenn savnaðu seg við; teir tóku støðu í Eikidali og gjørdu seg til at herja á Filistarar.
3 Filistarar stóðu við fjallið øðrumegin, og Ísraelsmenn við fjallið hinumegin, so at dalurin var ímillum teir.
4 Tá gekk hólmgongumaður fram úr Filistaraherinum; hann var úr Gat og æt Goliat; hann var seks alin og sponn høgur.
5 Á høvdinum hevði hann koparhjálm, og hann var í ringbrynju, sum 5000 seklar av kopari vóru í.
7 Spjótskaft hansara var sum vevbummur, og blaðið á spjóti hansara var av jarni og vigaði 600 seklar; undan honum gekk tann, ið bar skjøld hansara.
8 Hann steig nú fram, rópti til her Ísraels og segði við teir: „Hví halda tit fram og ætla at herja á? Eri eg ikki Filistarin, og tit trælir Sauls! – Veljið tykkum mann og latið hann koma oman higar til mín!
9 Er hann maður fyri at berjast við meg og fella meg, so skulu vit vera trælir tykkara; men verði eg við yvirlutan og felli hann, so skulu tit vera trælir okkara og tæna hjá okkum!“
10 Framvegis segði Filistarin: „Eg havi í dag háðað her Ísraels – komið við manni, so vit kunnu berjast!“
11 Táið Saul og alt Ísrael hoyrdu hesi orð Filistarans, ræddust teir og óttaðust stórliga.
2. David Accepts the Challenge
17:12-37:1
12 Dávid var sonur hin sama Efratitin í Betlehem í Juda, sum æt Ísai og hevði átta synir. Hesin maður var á døgum Sauls gamal og boygdur av elli.
13 Teir tríggir elstu synir Ísai vóru farnir við Saul í bardagan, og av hesum sonum hansara, sum farnir vóru í bardagan, æt hin elsti Eliab, hin næstelsti Abinadab, og hin triði Samma.
15 men Dávid fór viðhvørt heimaftur frá Saul at røkta smáfæ faðirs síns í Betlehem.
17 Nú segði Ísai einaferð við son sín Dávid: „Tak efu av hesum bakaða korninum og hesi tíggju breyðini til brøður tínar og skunda tær til teirra í tilhaldið við tí!
18 Og hesar tíggju ostarnar skalt tú hava við til yvirhøvuðsmannin. Vita so, um brøðrum tínum veit væl við, og hav pant við aftur frá teimum!
19 Saul og teir og allir menn Ísraels eru jú í Eikidali og berjast við Filistarar.“
20 Tíðliga morgunin eftir læt so Dávid einum røktingarmanni smáfæið upp í hendur; so tók hann tað, ið hann skuldi hava við, og fór avstað, sum Ísai hevði álagt honum. Táið hann kom til vagnborgina, helt herurin júst avstað til bardaga og skar í herróp.
21 Bæði Ísrael og Filistarar stóðu til reiðar til bardaga, fylking móti fylking.
22 Dávid legði tað, ið hann hevði við, frá sær hjá honum, sum helt vakt yvir viðførinum, og skundaði sær avstað til herin; og táið hann kom hagar, heilsaði hann brøðrum sínum.
23 Meðan hann tosaði við teir, kom hólmgongumaðurin, Goliat Filistari úr Gat, út úr Filistaraherinum og rópti somu orð, sum hann var vanur; og Dávid hoyrdi tað.
25 Og menn Ísraels søgdu: „Síggja tit handa mannin, ið har kemur! Hann kemur at háða Ísrael. Tí manni, ið fellir hann, gevur kongur nógv ríkidømi; dóttur sína gevur hann honum og ger fedrahús hansara skattafrítt í Ísrael!“
26 Tá segði Dávid við menninar, ið tætt hjá honum stóðu: „Hvørja løn fær tann, ið drepur henda Filistaran og sleppir Ísrael frá skommini? – Tí hvør er hesin óumskorni Filistari, at hann vágar sær at háða her hins livandi Guds!“
27 Fólkið tók tá somu orðini upp aftur fyri honum: „Tað og tað fær tann maður, ið drepur hann.“
28 Men táið Eliab, elsti bróðir hansara, hoyrdi hann tosa við menninar, varð hann illur við Dávid og segði: „Hvat vilt tú her? Og hvørjum hevur tú latið upp í hendur hin neyðar seyð í oyðimørkini? Eg kenni hugmóð títt og óndskap hjarta tíns! Tú ert komin higar bert at hyggja at bardaganum!“
30 So vendi hann sær frá honum til ein annan og spurdi um tað sama, og fólkið gav honum sama svar sum áður.
31 Men tað spurdist, sum Dávid hevði sagt; Saul fekk eisini at hoyra tað, og hann sendi boð eftir honum.
32 Tá segði Dávid við Saul: „Eingin má missa mótið! Tænari tín skal fara og berjast við henda Filistara!“
33 Saul svaraði Dávidi: „Tú ert ikki førur fyri at fara ímóti hesum Filistara og berjast við hann; tí tú ert ungur, og hann hevur verið bardagamaður, frá tí hann var ungur!“
34 Men Dávid segði við Saul: „Tænari tín hevur røktað smáfæ faðirs síns; kom tá leyva ella bjørn og fór við einum kríatúri úr fylginum,
35 so leyp eg eftir henni og feldi hana og skræddi tað úr gapi hennara; legði hon so á meg, treiv eg í skegg hennara og feldi og drap hana.
36 Bæði leyvu og bjørn hevur tænari tín dripið, og hesum óumskorna Filistara skal gangast sum teimum – aftur fyri at hann hevur háðað her hins livandi Guds!“
37 Framvegis segði Dávid: „HARRIN, sum hevur bjargað mær úr klónum á leyvu og bjørn, Hann skal eisini bjarga mær úr hondunum á hesum Filistara!“ – Tá segði Saul við Dávid: „Far! HARRIN skal vera við tær!“
3. David Slays Goliath
17:38-58:1
38 Saul læt nú Dávid í síni egnu klæði, setti koparhjálm á høvd hansara og læt hann í brynju.
39 Dávid gyrdi seg við svørði hansara uttan yvir klæðini og skuldi fara til gongu. Men hann hevði aldri roynt tað áður, og hann segði við Saul: „Eg fái ikki gingið í hesum, tí eg havi aldri roynt tað áður!“ So fór Dávid úr tí aftur.
40 Síðani tók hann stav sín í hondina og fann sær fimm slættar steinar í ánni; teir koyrdi hann í hirðataskuna, sum hann hevði við, tók sleingiband sítt í hondina og fór so móti Filistaranum.
41 Filistarin kom nú Dávidi nærri og nærri, og tann, ið bar skjøld hansara, gekk undan honum.
42 Táið Filistarin hugdi upp og fekk eyga á Dávid, vanvirdi hann hann, við tað at hann var ungur og reyðdæmdur og vakur í útsjónd.
43 Filistarin segði við Dávid: „Eri eg hundur, síðani tú kemur ímóti mær við stavi!“ – Og Filistarin bannaði Dávidi um gud sín.
44 Síðani segði Filistarin við Dávid: „Kom higar til mín, so skal eg geva fuglum himmalsins og dýrunum á markini kjøt títt!“
45 Dávid svaraði Filistaranum: „Tú kemur móti mær við svørði, spjóti og kastivápni, men eg komi móti tær í navni HARRANS Guds herskaranna, Guds herfylkinga Ísraels, sum tú hevur háðað.
46 Í dag skal HARRIN geva teg í hendur mínar; eg skal drepa teg og høgga høvdið av tær, og eg skal í dag geva fuglum himmalsins og teimum villu dýrunum á jørðini líkini av Filistaraherinum, so øll jørðin skal sanna, at ein Gud er í Ísrael.
47 Og alt hetta fólk skal sanna, at tað er ikki við svørði og spjóti, HARRIN frelsir; tí bardagin er HARRANS, og Hann skal geva tykkum í hendur okkara!“
48 Táið nú Filistarin fór til gongu og kom Dávidi nærri, skundaði Dávid sær og leyp fram móti herinum, móti Filistaranum.
49 Og Dávid stakk hondina niður í taskuna, tók stein úr henni, slongdi hann og rakti Filistaran í pannuna; steinurin fór djúpt inn í pannu hansara, og hann datt fram eftir rommum til jarðar.
50 Soleiðis vann Dávid Filistaran við sleingibandi og steini, og hann drap Filistaran, tóat hann hevði ikki svørð í hondini.
51 Síðani leyp Dávid fram og stóð tætt hjá Filistaranum, tók svørð hansara, dró tað úr slíðrunum og gav honum deyðasting og høgdi høvdið av honum við tí. Táið Filistarar sóu, at kappi teirra var deyður, flýddu teir.
52 Men herur Ísraels og herur Juda løgdu avstað, skóru í herróp og eltu Filistarar líka til portur Gats og Ekrons, og falnir Filistarar lógu eftir vegnum úr Sa’arajim og líka til Gat og Ekron.
53 So eltu Ísraelsmenn ikki Filistarar longur, men vendu aftur og rændu tilhald teirra.
54 Dávid tók høvd Filistarans og hevði tað við sær til Jerusalem; men vápn hansara legði hann í tjald sítt.
55 Táið Saul sá Dávid fara móti Filistaranum, segði hann við Abner, herhøvdingan: „Hvør eigur handa unga drongin, Abner?“ Abner svaraði: „So satt sum tú livir, kongurin, eg veit tað ikki!“
57 Táið so Dávid kom aftur, eftir at hann hevði dripið Filistaran, tók Abner hann og fór fram fyri Saul við honum; og hann hevði høvd Filistarans í hondini.
58 Saul segði tá við hann: „Hvørs sonur ert tú, unglingi?“ Dávid svaraði: „Eg eri sonur tænara tín Ísai í Betlehem.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul