Fyrra Sámuelsbók kap. 31

Uppsetan
v. Saul’s Overthrow and Death
31:1-13:1
1 Filistarar herjaðu nú á Ísrael, og menn Ísraels flýddu undan Filistarum; teir falnu lógu víða hvar á Gilboafjalli.
2 Filistarar vóru Saul og sonum hansara tætt í hølunum, og teir drópu Jónatan, Abinadab og Malkisua, synir Saul.
3 Bardagin varð harður, har sum Saul var; bogamenninir raktu við hann, og ógvulig angist kom á hann fyri teimum.
4 Tá segði Saul við vápnasvein sín: „Drag svørð títt og stikk tað ígjøgnum meg, so ikki hesir óumskornu koma og stinga meg og fara illa við mær!“ Men vápnasveinurin vildi ikki – hann tordi ikki. Tá tók Saul sjálvur svørð sítt og læt seg falla á tað.
5 Táið vápnasveinurin sá, at Saul var deyður, læt eisini hann seg falla á svørð sítt og doyði saman við honum.
6 Soleiðis doyðu henda sama dag Saul, teir tríggir synir hansara, vápnasveinur hansara og allir menn hansara.
7 Táið nú teir Ísraelsmenn, sum búðu hinumegin dalin og hinumegin Jordan, sóu, at menn Ísraels vóru flýddir, og at Saul og synir hansara vóru falnir, rýmdu teir úr býunum og flýddu; og Filistarar komu og búsettust har.
8 Dagin eftir komu Filistarar at ræna hinar falnu; teir funnu tá Saul og teir tríggjar synir hansara liggjandi á Gilboafjalli.
9 Teir høgdu høvdið av honum, rændu vápn hansara, sendu tey um alt Filistaraland og lótu kunngera gleðiboðskapin í avgudatemplum sínum og fyri fólkinum.
10 Vápnini løgdu teir í astartutemplið, og kropp hansara hongdu teir upp á múrin í Bet-San.
11 Men táið teir, sum búðu í Jabes í Gilead, frættu tað, ið Filistarar høvdu gjørt við Saul,
12 fóru allir vápnaførir menn avstað, gingu alla náttina, tóku kroppar Sauls og sona hansara niður av múrinum í Bet-San, høvdu teir við sær til Jabes og brendu teir har.
13 Síðani tóku teir bein teirra og jarðaðu tey undir tamariskinum í Jabes og hildu so føstu í sjey dagar.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul