Fyrra Sámuelsbók kap. 21

Uppsetan
c. Saul Hunts David
21:1-27:12
i. David Takes the Consecrated Bread
21:1-7:1
1 Dávid kom nú til Ahimelek prest í Nob. Men Ahimelek varð óttafullur, táið hann fekk Dávid at síggja, og spurdi hann: „Hví ert tú einsamallur og hevur ongan við tær?“
2 Dávid svaraði Ahimelek presti: „Kongur hevur givið mær eini ørindi at gera, og hann segði við meg: „Eingin má vita nakað um hesi ørindi, sum eg sendi teg og havi álagt tær at gera!“ Tí havi eg sagt við menn mínar, at vit skulu hittast, har sum eg havi gjørt av við teir.
3 Men hvat hevur tú nú fyri hond? Lat meg fáa fimm breyð, ella tað, ið tú hevur!“
4 Presturin svaraði Dávidi: „Eg havi einki vanligt breyð fyri hond; men heilagt breyð er her – bert menninir hava hildið seg frá kvinnum!“
5 Dávid svaraði prestinum: „Ja, vissuliga, kvinnum hava vit ikki fingið verið saman við hvørki í gjár ella í fyrradagin! Táið eg fór avstað, var alt tað, sum menn mínir vóru í, heilagt, og víst er hetta ikki ein ferð, sum er heilag, men í dag verður hon heilag av tí, sum teir eru í.“
6 Nú gav presturin honum heilagt breyð; tí har var einki annað breyð enn sýnisbreyðini, sum vóru tikin burtur frá ásjón HARRANS, fyri at nýtt breyð kundi verða lagt í staðin, sama dag sum tey vórðu tikin burtur.
7 Men henda dagin var har ein av tænarum Sauls, sum helt seg inni fyri ásjón HARRANS; hann æt Doeg og var Edomitur; hann var yvirmaður hirða Sauls.
ii. David Flees to Gath
21:8-15:1
8 Dávid spurdi Ahimelek: „Hevur tú ikki spjót ella svørð fyri hond her? Tí eg havi hvørki tikið svørð mítt ella hini vápn míni við mær, við tað at ørindi kongs hastaðu.“
9 Presturin svaraði: „Jú, svørð Goliats Filistara, hansara, sum tú drapst í Eikidali, tað hongur ballað inn í klæði aftan fyri lívkyrtilin. Vilt tú hava tað, so tak tað! Her er einki annað svørð.“ Tá segði Dávid: „Einki er móti tí, gev mær tað!“
10 So fór Dávid avstað og flýddi sama dagin undan Saul; og hann kom til Akis, kongin í Gat.
11 Men tænarar Akis søgdu við hann: „Er hetta ikki Dávid, kongurin í landinum? Er tað ikki um hann, tey kvøða í dansi: „Saul feldi síni túsund, men Dávid síni tíggjutúsund“?“
12 Hesi orð legði Dávid til merkis, og hann varð ógvuliga ræddur fyri Akis kongi í Gat.
13 Tí lætst hann óður fyri eygum teirra og bar seg at sum eitt vitleyst, táið teir royndu at halda honum; hann skrivaði á hurðar portursins og læt slevuna renna niður í skeggið.
14 Tá segði Akis við tænarar sínar: „Tit síggja jú, at hetta er óður maður – hví koma tit til mín við honum!
15 Havi eg ikki nóg mikið av óðum fólki, síðani tit koma higar við hesum manni, so hann skal plága meg við vitloysi sínum! Skuldi slíkur sloppið í hús mítt!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul