Fyrra Sámuelsbók kap. 4
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
b.
Philistines vs. Israel
4:1-7:17
i.
The Ark of the Covenant
4:1-7:2
1.
The Philistines Capture the Ark
4:1-11:1
1
Orð Sámuels kom til alt Ísrael, og Ísrael fór móti Filistarum í hernað og tók støðu við Eben-Ezer; Filistarar tóku støðu við Afek.
2
Filistarar fylktu her sín móti Ísrael, og stríðið varð hart; Ísrael tapti fyri Filistarum, og Filistarar feldu á vígvøllinum einar 4000 menn.
3
Táið fólkið kom aftur í tilhaldið, søgdu hinir elstu í Ísrael: „Hví hevur HARRIN í dag latið okkum tapa fyri Filistarum? Komið, fáið okkum sáttmálaørk HARRANS úr Silo, so hon kann vera millum okkara og frelsa okkum av hondum fígginda okkara!“
4
So sendi fólkið boð til Silo, og teir fingu sær haðani sáttmálaørk HARRANS Guds herskaranna, Hansara, sum situr uppi yvir kerúbunum; og báðir synir Eli, Hofni og Pinehas, vóru við og fylgdu við sáttmálaørk Guds.
5
Táið nú sáttmálaørk HARRANS kom í tilhaldið, skar alt Ísrael í ógvuligt gleðiróp, so jørðin skalv.
6
Táið Filistarar hoyrdu ljóðið av gleðirópinum, søgdu teir: „Hvat er hatta fyri ógvuligt gleðiróp í tilhaldi Hebreara?“ – Og teir fingu at vita, at ørk HARRANS var komin í tilhaldið.
7
Tá fall ræðsla á Filistarar; tí teir hugsaðu: „Gud er komin í tilhaldið!“ Og teir søgdu: „Vanlukkutíð fyri okkum! Slíkt hevur ikki hent áður!
8
Vanlukkutíð fyri okkum! Hvør skal frelsa okkum úr hondunum á hesum veldiga Gudi! – Tað var hesin Gud, ið sló Egyptar við alskyns plágum í oyðimørkini!
9
Takið nú mót í tykkum og verið menn, Filistarar, so tit ikki koma at træla hjá Hebrearum, sum teir hava trælað hjá tykkum! Verið menn og berjist!“
10
So herjaðu Filistarar á, og Ísraelsmenn taptu; og teir flýddu hvør heim til sín. Ógvuligt mannafall varð; av fótfólki Ísraelsmanna fullu 30000 menn.
11
Ørk Guds varð tikin, og báðir synir Eli, Hofni og Pinehas, fullu.
2.
The Death of Eli
4:12-22:1
12
Ein Benjaminitur rýmdi úr bardaganum og kom sama dagin til Silo við sundurskræddum klæðum og mold á høvdinum.
13
Táið hann kom hagar, sat Eli á stóli sínum við portrið og stardi út eftir vegnum, tí hjarta hansara var fult av angist um ørk Guds. Táið nú maðurin kom inn í býin við boðunum, skar allur staðurin í sorgarróp.
14
Eli hoyrdi rópið og segði: „Hvat er hetta fyri gangur?“ Og maðurin skundaði sær og kom og segði Eli tað.
15
Eli var tá 98 ár, og eygu hansara vóru farin, so hann sá einki.
16
Maðurin segði við Eli: „Tað eri eg, sum eri komin úr bardaganum; eg flýddi úr bardaganum í dag!“ Tá spurdi hann: „Hvussu hevur gingist, sonur mín?“
17
Hann, ið kom við boðskapinum, svaraði: „Ísrael flýddi fyri Filistarum, og mannafallið millum fólkið var stórt; eisini báðir synir tínir, Hofni og Pinehas, eru falnir – og ørk Guds er tikin!“
18
Táið hann nevndi ørk Guds, fall Eli eftir nakkanum aftur av stólinum har við portrið og breyt hálsin og doyði; tí maðurin var gamal og tungur. – Hann hevði í 40 ár verið dómari í Ísrael.
19
Men táið sonarkona hansara, kona Pinehas – hon var búgvin at hvíla – hoyrdi tíðindini um, at ørk Guds var tikin, og at verfaðir hennara og maður hennara vóru deyðir, fall hon niður og átti barnið; tí verkirnir komu á hana.
20
Í deyðastund hennara søgdu kvinnurnar, ið hjá henni stóðu: „Óttast ikki, tú hevur átt son!“ Men hon svaraði ikki og legði ikki í tað.
21
Og hon gav dronginum navnið Ikabod og segði: „Burtur er dýrdin vikin frá Ísrael!“ – tí ørk Guds var tikin, og tí verfaðir hennara og maður hennara vóru deyðir.
22
Hon segði: „Burtur er dýrdin vikin frá Ísrael; tí ørk Guds er tikin!“