Fyrra Sámuelsbók kap. 16

Uppsetan
3. David, the Next King of Israel
16:1-31:13
a. The Rise of David
16:1-17:58
i. Samuel Anoints David
16:1-13:1
1 HARRIN segði við Sámuel: „Hvussu leingi ætlar tú at ganga og syrgja um Saul? Eg havi jú vrakað hann, so hann skal ikki verða verandi kongur yvir Ísrael! Fyll horn títt við olju og far avstað! Eg sendi teg til Ísai Betlehemit; tí millum synir hansara havi Eg valt Mær kong.“
2 Sámuel svaraði: „Hvussu kann eg tað! Fær Saul tað at frætta, so drepur hann meg!“ Men HARRIN segði: „Hav kvígu við tær og sig: „Eg eri komin at ofra til HARRAN!“
3 Og bjóða Ísai til offurmáltíðina! So skal Eg lata teg vita, hvat tú skalt gera; tú skalt salva Mær tann, ið Eg sigi tær!“
4 Sámuel gjørdi nú, sum HARRIN segði. Táið hann kom til Betlehem, komu hinir elstu í býnum ræddir í huga móti honum og søgdu: „Er tað fyri góðum, tú kemur?“
5 Hann svaraði: „Ja! Eg eri komin at ofra til HARRAN. Halgið tykkum og komið við mær til offurmáltíðina!“ Og hann læt Ísai og synir hansara halga seg og beyð teimum til offurmáltíðina.
6 Táið teir komu, og hann sá Eliab, hugsaði hann: „Vissuliga stendur har hin salvaði HARRANS fyri Honum!“
7 Men HARRIN segði við Sámuel: „Hygg ikki eftir, hvussu hann sær út, ella hvussu stórur hann er! Tí Eg havi vrakað hann – Eg hyggi ikki eftir tí, sum menniskjan hyggur eftir; tí menniskjan hyggur eftir tí, sum er fyri eygunum, men HARRIN hyggur eftir hjartanum.“
8 So rópti Ísai Abinadab og læt hann ganga fram fyri Sámuel; men hann segði: „Heldur ikki hann hevur HARRIN útvalt!“
9 Ísai læt nú Samma ganga fram; men hann segði: „Heldur ikki hann hevur HARRIN útvalt!“
10 Soleiðis læt Ísai sjey synir ganga fram fyri Sámuel; men Sámuel segði við Ísai: „HARRIN hevur ongan av hesum útvalt!“
11 Sámuel spurdi nú Ísai: „Vóru hetta allir dreingirnir, ið tú hevur?“ Hann svaraði: „Enn er hin yngsti eftir; hann situr hjá smáfænum.“ Tá segði Sámuel við Ísai: „Send boð eftir honum! Vit seta okkum ikki til borðs, fyrrenn hann kemur!“
12 So sendi hann boð eftir honum. Hann var reyðdæmdur, hevði vøkur eygu og var vakur í útsjónd. Tá segði HARRIN: „Reis teg og salva hann, tí hann er tað!“
13 Sámuel tók tá oljuhornið og salvaði hann, meðan brøður hansara stóðu rundanum. Og frá tí degi kom Andi HARRANS yvir Dávid. Síðani fór Sámuel avstað og fór til Rama.
ii. David Serves Saul
16:14-23:1
14 Eftir at Andi HARRANS var vikin frá Saul, plágaðist hann av illum anda frá HARRANUM.
15 Tænarar Sauls søgdu tá við hann: „Vit síggja, at illur andi frá Gudi plágar teg.
16 Sig bert eitt orð, harri – tænarar tínir standa til reiðar at leita upp mann, sum kønur er at spæla á hørpu! Táið tá hin illi andin frá Gudi kemur á teg, skal hann spæla á hørpu síni – so fer tær at vita betur við!“
17 Tá segði Saul við tænarar sínar: „Ja, finnið mær ein mann, ið dugir væl at spæla, og fáið mær hann higar!“
18 Ein av tænarunum tók til orða og segði: „Eg havi sæð ein son Ísai Betlehemit, sum er kønur at spæla; hann er djarvur maður og bardagamaður, er orðkringur og vakur maður, og HARRIN er við honum.“
19 Saul sendi so Ísai boð og læt siga: „Send mær son tín Dávid, sum situr hjá smáfænum!“
20 Tá tók Ísai eitt esil, sum hann læt bera breyð, skinnsekk við víni og eitt geitarlamb, og sendi Saul tað við syni sínum Dávidi.
21 Soleiðis kom Dávid til Saul og fór í tænastu hjá honum. Saul varð ógvuliga góður við hann, og hann hevði hann at bera vápn síni.
22 Og Saul sendi boð til Ísai og læt siga: „Lat Dávid verða verandi í tænastu hjá mær, tí hann hevur funnið náði fyri eygum mínum!“
23 Táið nú hin illi andin frá Gudi kom á Saul, tók Dávid hørpuna og spældi á henni; so lætnaði hjá Saul; hann varð frægari, og hin illi andin veik frá honum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul