Fyrra Sámuelsbók kap. 24
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
vii.
David Spares Saul
24:1-15:1
1
Men Dávid fór haðani og helt seg síðani í fjallaborgunum í En-Gedi.
2
Táið Saul kom aftur úr hernaði móti Filistarum, fekk hann at frætta, at Dávid var í En-Gedisoyðimørk.
3
Tá tók Saul 3000 mans, útvaldar úr øllum Ísrael, og helt avstað at leita eftir Dávidi og monnum hansara á Steingeitahomrum.
4
Hann kom tá at seyðabyrgjunum við vegin. Har var eitt helli, og inn í tað fór Saul síni egnu ørindi. Men Dávid og menn hansara sótu innast í hellinum.
5
Tá søgdu menn Dávids við hann: „Hygg, nú er dagurin komin, sum HARRIN meinti við, táið Hann segði við teg: „Eg skal geva fígginda tín í hendur tínar, so tú kanst gera við hann tað, ið tú vilt!““ Tá reistist Dávid og skar loyniliga hornið av kappa Sauls.
6
Men síðani sló samvitska Dávids hann, tí hann hevði skorið kappahorn Sauls av.
7
Og hann segði við menn sínar: „HARRIN lati tað vera langt frá mær at gera slíkt við harra mín, við salvaða HARRANS, at leggja hond á hann! Tí salvaði HARRANS er hann!“
8
Og Dávid setti at monnum sínum við hørðum orðum og læt teir ikki fáa loyvi at leggja á Saul. Men táið Saul hevði reist seg og var farin út úr hellinum og helt fram leið sína,
9
reistist Dávid við, fór út úr hellinum og rópti eftir Saul: „Harri kongurin!“ Tá hugdi Saul aftur um seg, og Dávid boygdi seg við andlitinum móti jørðini og kastaði seg niður.
10
Nú segði Dávid við Saul: „Hví lurtar tú eftir tí, sum fólk sigur, at Dávid hevur ilt í huga móti tær?
11
Í dag hevur tú jú við egnum eygum sæð, at HARRIN hevði í dag givið teg í hond mína í hellinum; og teir mældu mær til at drepa teg, men mær tykti synd í tær, og eg segði: „Ikki leggi eg hond á harra mín; tí salvaði HARRANS er hann!“
12
Hygg sjálvur, faðir! Hygg, her er hornið av kappa tínum í hond míni! Táið eg skar hornið av kappa tínum og drap teg ikki, so mást tú tó duga at síggja, at eg havi ikki havt ilt ella misgerð í huga, og at eg havi onga synd gjørt móti tær, tóat tú liggur eftir mær og ætlar at taka lív mítt.
13
HARRIN skal døma millum meg og teg, og HARRIN skal hevna meg á teg, men hond mín skal ikki verða lyft móti tær!
14
Tað er, sum hitt gamla orðið sigur: „Frá gudleysum kemur gudloysi!“ – Men hond mín skal ikki verða lyft móti tær.
15
Hvørjum er tað, ísraelskongur er farin út eftir? Hvønn er tað, tú jagstrar? Ein deyðan hund, eina loppu!
viii.
David’s Oath to Saul
24:16-22:1
16
Men HARRIN skal vera dómari og døma millum meg og teg! Hann skal síggja til og føra søk mína og døma meg frían av hond tíni!“
17
Táið nú Dávid hevði sagt hesi orð við Saul, segði Saul: „Er tað rødd tín, sonur mín Dávid?“ – Og Saul skar út úr at gráta.
18
Og hann segði við Dávid: „Tú ert rættvísari enn eg; tí tú hevur gjørt mær gott, men eg havi gjørt tær ilt!
19
Tú hevur í dag víst, hvussu góður tú ert við meg, við tað at tú drapst meg ikki, tóat HARRIN hevði givið meg í hond tína.
20
Hvør man hitta fígginda sín og lata hann fara í friði! – HARRIN løni tær fyri henda dag, fyri tað, ið tú hevur gjørt móti mær!
21
Eg veit jú longu, at tú skalt verða kongur, og at kongadømið yvir Ísrael skal verða fast í hond tíni.
22
Men lova mær nú við eiði um HARRAN, at tú skalt ikki týna eftirkomarar mínar og ikki strika navn mítt út úr fedrahúsi mínum!“
23
Henda eið svór Dávid Saul, og síðani fór Saul heim; men Dávid og menn hansara fóru niðan í fjallaborgina.