Nehemias kap. 5

Uppsetan
2. Economic Problems
5:1-19:1
a. The Poor are Oppressed
5:1
1 Men nú varð ógvuligt róp millum fólkið og konur teirra undan Jødunum, brøðrum teirra.
2 Summi søgdu: „Vit eru mong, vit og synir og døtur okkara; latið okkum fáa korn, so vit hava at eta og kunnu bjarga lívinum!“
3 Summi søgdu: „Markir, víngarðar og hús okkara noyðast vit at seta í pant; latið okkum fáa korn at stilla hungurin við!“
4 Uppaftur summi søgdu: „Vit hava lænt pening upp á markir og víngarðar okkara fyri at fáa latið skattin til kong!
5 Og likam okkara eru tó líka góð sum likam brøðra okkara, og børn okkara líka góð sum børn teirra; men vit noyðast at geva synir og døtur okkara til trælir, ja, summar døtur okkara eru longu vorðnar trælkvinnur, og vit eru einki ment at gera við tað; tí markir og víngarðar okkara hoyra øðrum til.“
b. The End of Usury
5:6-13:1
7 og táið eg hevði hugsað um hetta fyri meg sjálvan, hevði eg at teimum stóru og yvirmonnunum og segði við teir: „Tit dríva jú okur við brøður tykkara!“ Síðani stevndi eg saman stórum fólkafundi móti teimum
8 og segði við teir: „Eftir evnum okkara hava vit keypt leysar Jødarnar, brøður okkara, sum seldir vóru heidningunum; skulu tit nú selja brøður tykkara! Skulu teir noyðast at selja okkum seg!“ Tá tagdu teir og vistu einki at svara.
9 So segði eg: „Tað er ikki beint, sum tit bera tykkum at! Áttu tit ikki heldur at livað í ótta fyri Gudi okkara, so ikki heidningarnir, fíggindar okkara, fáa grund at háða okkum!
10 Eisini eg og brøður mínir og tænarar mínir hava lænt teimum pening og korn; latið okkum geva hesa skuld eftir!
11 Latið tey nú, og tað í dag, fáa markir, víngarðar og oljugarðar sínar og hús síni aftur, og gevið teimum eftir renturnar av peninginum, korninum, víninum og oljuni, ið tit hava lænt teimum!“
12 Tá svaraðu teir: „Vit skulu lata tað aftur og ikki krevja tey eftir nøkrum – vit skulu gera, sum tú sigur!“ Eg tók teir tá – eftir at eg hevði sent boð eftir prestunum – í eið uppá, at teir skuldu gera so.
13 Eg risti eisini kappalumma mín og segði: „Soleiðis skal Gud rista hvønn mann, ið heldur ikki hetta orð, út úr húsi og góðsi hansara – so útristur og tómur skal hann verða!“ Og alt fólkið segði: „Amen!“ Og teir lovaðu HARRANUM, og fólkið gjørdi, sum tað hevði lovað.
c. Nehemiah's Generosity
5:14-19:1
14 Frá tí degi eg varð settur til landsstjóra í Judalandi – frá tjúgunda ári til annað og tríatiunda ár, ið Artaxerxes sat við stýrið, í samfull tólv ár – hava hvørki eg ella brøður mínir havt kostin, ið landsstjórin átti.
15 Men hinir fyrru landsstjórarnir, teir, ið undan mær høvdu verið, lógu fólkinum til byrði og høvdu breyð og vín frá teimum og haraftrat 40 seklar av silvuri; um tað so vóru tænarar teirra, spældu teir harrar yvir fólkinum. Men eg gjørdi ikki so, tí eg óttaðist Gud.
16 Eg var eisini sjálvur við í arbeiðinum upp á henda múr, og akur hava vit ongan keypt okkum; og allir tænarar mínir hava verið savnaðir og arbeitt har.
17 Jødarnir og yvirmenninir, 150 mans, ótu við borð mítt, umframt teir, ið komu til okkara frá heidningafólkunum rundan um okkum.
18 Tað, ið tilgjørt varð um dagin, var eitt neyt og seks útvald kríatúr av smáfæi, umframt fuglar, og alt hetta galt eg sjálvur. Tíggjundahvønn dag var alskyns vín í yvirflóð – og kortini kravdi eg ikki kostin, ið landsstjórin átti; tí arbeiðið lá tungt á hesum fólki.
19 – Minst meg, Gud mín, og rokna mær til góða alt tað, ið eg havi gjørt fyri hetta fólk!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul