Nehemias kap. 4

Uppsetan
ii. Opposition to Rebuilding the Wall
4:1-6:14
1. The Work Ridiculed
4:1-23:1
a. Sanballat and Tobiah Mock the Rebuilding
4:1-8:1
1 Táið nú Sanballat frætti, at vit laðaðu múrin, tendraðist vreiði hansara; fúkandi ilt kom í hann, og hann speirak Jødarnar
2 og segði, so brøður hansara og herfólkið í Samaria hoyrdu: „Hvat er tað, ið Jødarnir, hasi vesalavættini, havast at! Skulu teir sleppa at gera slíkt! Skulu teir sleppa at ofra! Teir munnu fara at fullføra verkið í dag! Teir munnu fara at blása lív í steinarnar í hesum eyrdungum, hóast teir eru brendir!“
3 Og Tobias Ammonitur, sum hjá honum stóð, segði: „Lat teir byggja, sum teir vilja! Bert ein revur loypur upp á steinvegg teirra, rívur hann hann niður!“
4 Gud okkara! Hoyr, hvussu vit eru háðaðir! Lat spott teirra falla aftur á teirra egna høvd, og lat teir verða háðaðar sum fangar í fremmandum landi!
5 Fjal ikki misgerð teirra, og lat synd teirra ikki verða útstrikaða fyri ásjón Tíni! Tí teir eggjaðu Teg til vreiði, og tað so teir, ið byggja, hoyrdu.
6 Vit hildu so fram at laða múrin, og allur múrurin varð gjørdur liðugur upp í helvt – og fólkið var hugagott í arbeiðinum.
7 Men táið Sanballat og Tobias og Arabarar, Ammonitar og Asdoditar hoyrdu, at fram gekk við umvæling múra Jerusalems, og at liðini fóru at vera upplaðað, kom ógvuliga ilt í teir.
8 Og teir svóru seg allir saman um at koma og herja á Jerusalem og forða fólkinum í arbeiðinum.
b. Discouragement Overcome
4:9-15:1
9 Men vit bóðu til Gud okkara, og vit settu vakt ímóti teimum dag og nátt, av ótta fyri teimum.
10 Jødarnir søgdu nú: „Teir, ið bera, orka ikki longur – eyrdungarnir eru ov stórir – vit komast ikki út fyri at laða múrin!“
11 Og fíggindar okkara søgdu: „Teir skulu ongum vita av og einki vara, fyrrenn vit standa mitt ímillum teirra og høgga teir niður og soleiðis gera enda á verkinum!“
12 Við tað at nú Jødarnir, sum vóru grannar teirra, komu úr øllum ættum og søgdu við okkum ikki undir tíggju ferðir: „Tit mugu koma aftur til okkara!“
13 so læt eg fólkið standa á teimum lægstu støðunum aftan fyri múrin, á teimum opnu plássunum; har læt eg teir standa eftir ættum teirra, við svørðum, spjótum og bogum teirra.
14 Og táið eg hevði kannað teir, steig eg fram og segði við stórmenninar og yvirmenninar og hitt fólkið: „Ikki skulu tit ræðast teir! Minnist Harran, hin stóra og øgiliga, og berjist fyri brøður, synir og døtur tykkara, fyri konur og hús tykkara!“
15 Táið fíggindar okkara hoyrdu, at vit høvdu fingið tað at vita, og at Gud hevði gjørt ráð teirra til einkis, fóru vit allir aftur til múrin, hvør til arbeiði sítt.
c. The Work Continues
4:16-23:1
16 Men frá tí degi tókst bert helvtin av tænarum mínum við arbeiðið; hin helvtin stóð har við spjótum, skjøldum, bogum og brynjum sínum, og høvdingarnir stóðu aftan fyri allar Judamenn.
17 Teir, ið laðaðu upp múrin, og teir, ið løgdu á seg og bóru byrðar, gjørdu arbeiði sítt við aðrari hondini og hildu spjótið í hini;
18 allir teir, ið laðaðu, vóru gyrdir við svørði um lendarnar, meðan teir arbeiddu, og hornblásarin stóð hjá mær.
19 Og eg segði við teir stóru og yvirmenninar og hitt fólkið: „Arbeiðið er stórt og vítt um, og vit eru spjaddir á múrinum, hvør langt frá øðrum;
20 har sum tit nú hoyra hornið ljóða, hagar skulu tit savnast um okkum; Gud okkara skal berjast fyri okkum!“
21 Soleiðis gjørdu vit nú arbeiði okkara; helvtin av fólkinum helt á spjótunum – frá tí tað lýsti av morgni, inntil stjørnurnar fóru at síggjast.
22 Um somu tíð segði eg eisini við fólkið: „Hvør maður skal við tænara sínum verða um náttina í Jerusalem, so vit kunnu hava teir til vakt um náttina og til arbeiðis um dagin!“
23 Og eg og brøður mínir, tænarar mínir og vaktin, ið við mær fylgdi – eingin av okkum fór úr klæðunum; hvør maður hevði hjá sær spjót sítt og vatn.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul