Nehemias kap. 3
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
b.
Restoration of Jerusalem
3:1-7:73
i.
The Builders of the Walls
3:1-32:1
1
Eljasib høvuðsprestur og brøður hansara, prestarnir, gjørdu seg nú til reiðar og reistu Seyðaportur; teir halgaðu tað og settu hurðarnar í tað; síðani laðaðu teir longur, at Meatorni – sum teir halgaðu – og longur enn, at Hananeltorni.
2
Næstir teimum laðaðu Jerikomenn, og næstur teimum Zakkur, sonur Imri.
3
Fiskaportur reistu eftirkomarar Sena’a; teir smíðaðu tað upp og settu í tað hurðar, lás og sláir.
4
Næstur teimum arbeiddi Meremot, sonur Uria, son Hakkoz, uppá at væla um múrin. Næstur honum arbeiddi Mesullam, sonur Berekja, son Mesezabel, og næstur honum Zadok, sonur Ba’ana.
5
Næstir honum arbeiddu Tekoamenn; men hinir stóru millum teirra boygdu ikki hálsin undir arbeiðið fyri Harra sín.
6
Jójada, sonur Pasea, og Mesullam, sonur Besodja, vældu um Gamlaportur; teir smíðaðu tað upp og settu í tað hurðar, lás og sláir.
7
Næstir teimum arbeiddu Melatja Gibeonitur og Jadon Meronotitur saman við monnunum úr Gibeon og Mizpa, sum stóðu undir landsstjóranum hinumegin Ánna.
8
Næstur teimum arbeiddi Uzziel, sonur Harhaja, gullsmiður, og næstur honum Hananja, ein av salvublandarunum. Næsta stykkið av Jerusalem gjørdu teir einki við, líka at Breiðamúri.*
9
Næstur teimum arbeiddi Refaja, sonur Hur, høvdingin yvir helvtini av landinum, ið hoyrdi undir Jerusalem.
10
Næstur honum arbeiddi Jedaja, sonur Harumaf, beint yvir av húsi sínum, og næstur honum Hattus, sonur Hasabneja.
11
Malkia, sonur Harim, og Hassub, sonur Pahat-Móab, vældu um eitt annað stykki, og harumframt um Ovnstorn.
12
Næstur honum arbeiddi Sallum, sonur Hallohes, høvdingin yvir hini helvtini av landinum, ið hoyrdi undir Jerusalem, og saman við honum døtur hansara.
13
Hanun og menninir úr Zanoa vældu um Dalsportur; teir reistu tað og settu í tað hurðar, lás og sláir; teir laðaðu eisini 1000 alin av múrinum – líka at Mykjuportri.
14
Malkia, sonur Rekab, høvdingin yvir landinum, ið hoyrdi undir Bet-Hakkerem, vældi um Mykjuportur; hann reisti tað og setti í tað hurðar, lás og sláir.
15
Sallun, sonur Kol-Hoze, høvdingin yvir landinum, ið hoyrdi undir Mizpa, vældi um Kelduportur; hann reisti tað, gjørdi tak á tað og setti í tað hurðar, lás og sláir; somuleiðis laðaði hann múrin við Vatnveitingartjørn, við urtagarð kongs, líka at trappunum, ið ganga oman úr Dávidsstaði.
16
Næstur eftir honum arbeiddi Nehemias, sonur Azbuk, høvdingin yvir aðrari helvtini av landinum, ið hoyrdi undir Bet-Zur, líka til beint yvir av Dávidsgrøvum og til hina grivnu tjørnina og hús kappanna.
17
Næstir eftir honum arbeiddu Levitarnir; Rehum, sonur Bani, var yvir teimum. Næstur honum arbeiddi Hasabja, høvdingin yvir aðrari helvtini av landinum, ið hoyrdi undir Ke’ila – fyri tað landið, ið hann var høvdingi yvir.
18
Næstir eftir honum arbeiddu brøður teirra; yvir teimum var Bavvai, sonur Henadad, høvdingin yvir hini helvtini av landinum, ið hoyrdi undir Ke’ila.
19
Næstur honum arbeiddi Ezer, sonur Josva, høvdingin yvir Mizpa, upp á eitt annað stykki, frá beint yvir av har sum niðan verður gingið til vápnahúsið í Horninum.
20
Næstur eftir honum arbeiddi Baruk, sonur Zabbai, ógvuliga dúgliga upp á eitt annað stykki, frá Horninum líka at durunum á húsi Eljasibs høvuðsprests.
21
Næstur eftir honum arbeiddi Meremot, sonur Uria, son Hakkoz, upp á eitt annað stykki, frá durunum á húsi Eljasibs líka til endan á húsi hansara.
22
Næstir eftir honum arbeiddu prestarnir, menninir av Jordanslættanum.
23
Næstir eftir teimum arbeiddu Benjamin og Hasub – beint yvir av húsum sínum. Næstur eftir teimum arbeiddi Azarja, sonur Ma’aseja, son Ananja, hjá húsi sínum.
24
Næstur eftir honum arbeiddi Binnui, sonur Henadad, upp á eitt annað stykki, frá húsi Azarja líka at Horninum, og hagar sum múrurin sneiðir.
25
Palal, sonur Uzai, arbeiddi frá staðnum beint yvir av Horninum og torninum, ið gongur út úr hini ovaru kongshøllini, við fangahúsgarðin. Næstur eftir honum arbeiddi Pedaja, sonur Paros.
26
– Tempultænararnir búðu á Ofel líka til staðið beint yvir av Vatnsportri móti eystri og torninum, ið gongur útúr har.
27
Næstir eftir honum arbeiddu Tekoamenn upp á eitt annað stykki, frá staðnum beint yvir av hinum stóra torninum, ið gongur útúr har, líka at Ofelsmúri.
28
Oman fyri Rossaportur arbeiddu prestarnir, hvør beint yvir av húsi sínum.
29
Næstur eftir teimum arbeiddi Zadok, sonur Immer, beint yvir av húsi sínum. Næstur eftir honum arbeiddi Semaja, sonur Sekanja, sum hevði vaktina við Eysturportur.
30
Næstir eftir honum arbeiddu Hananja, sonur Selemja, og Hanun, sætti sonur Zalaf, upp á eitt annað stykki. Næstur eftir teimum arbeiddi Mesullam, sonur Berekja, beint yvir av kamari sínum.
31
Næstur eftir honum arbeiddi Malkia, ein av gullsmiðunum, líka at húsum tempultænaranna og keypmannanna, beint yvir av Mifkadportri, og líka at Hornssali.
32
Og millum Hornssal og Seyðaportur arbeiddu gullsmiðirnir og keypmenninir.