Nehemias kap. 13
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
f.
The People’s Failure and Nehemiah’s Correction
13:1-31:1
i.
The Temple Cleansed
13:1-9:1
1
Sama dag varð lisið upp fyri fólkinum úr Mósebók, og í henni fanst skrivað, at hvørki Ammonitur ella Móabitur nakrantíð mátti sleppa í samkomu Guds
2
– aftur fyri at teir komu ikki ímóti Ísraelsmonnum við breyði og vatni, men leigaðu Bileam ímóti teimum at biðja ilt yvir teir; tó vendi Gud okkara illbønina í signing.
3
Táið teir hoyrdu tað, sum í lógini stóð, skiltu teir øll fremmand úr Ísrael.
4
Men nakað framman undan hesum hevði Eljasib prestur, sum settur var yvir kømurini í húsi Guds okkara, og sum var nærskyldur við Tobias,
5
latið gjørt honum til har stórt kamar, har sum teir áður høvdu goymt matofrið, roykilsið, íløtini og tíggjundina av korni, víni og olju – tað, ið Levitarnir, sangararnir og duravaktararnir eftir lógini áttu at fáa – og somuleiðis hinar heilagu gávur til prestarnar.
6
Men meðan alt hetta varð gjørt, var eg ikki í Jerusalem; tí annað og tríatiunda árið ið Artaxerxes bábelskongur sat við stýrið, var eg komin aftur til kong. Men táið ein tíð var gingin, bað eg kong um loyvi at fara avstað aftur;
7
og táið eg kom til Jerusalem, fekk eg at síggja hetta illa, ið Eljasib hevði gjørt fyri Tobiasar skuld, at hann hevði gjørt honum kamar til í forgørðum hús Guds.
8
Hetta dámdi mær ógvuliga illa; eg blakaði allar húslutir Tobiasar út úr kamarinum
9
og segði við teir at reinsa kømurini; síðani læt eg aftur bera inn hagar íløtini, ið hoyrdu til hús Guds, og matofrið og roykilsið.
ii.
Tithes Restored
13:10-14:1
10
Eg fekk eisini at vita, at Levitarnir høvdu ikki fingið tað, ið teir skuldu hava, og at tí vóru allir Levitarnir og sangararnir, sum skuldu vera í tænastuni, rýmdir út hagar, sum jørð teirra lá.
11
Tá setti eg at yvirmonnunum og spurdi teir, hví hús Guds var gloymt, og eg stevndi Levitunum saman og setti teir, har sum teir áttu at vera.
12
Og alt Juda førdi inn í goymslurnar tíggjundina av korni, víni og olju.
13
Yvir goymslurnar setti eg Selemja prest, Zadok, hin skriftlærda, og Pedaja, ein av Levitunum; og Hanan, son Zakkur, son Mattanja, setti eg til at ganga teimum til handa; tí hesir vórðu hildnir at vera álítandi. Teir skuldu nú býta út til brøður sínar.
14
– Minst mær hetta, Gud mín, og strika ikki út kærleiksgerðirnar, ið eg havi gjørt fyri hús Guds míns og tænastuna har!
iii.
The Sabbath Restored
13:15-22:1
15
Um hesa somu tíðina sá eg í Juda, hvussu menn tróðu vínpersuna sabbat, og aðrar sá eg føra kornbundi til hús og leggja tey á eslini, somuleiðis vín, vínber, fikur og alskyns vørur – og hvussu hetta varð flutt til Jerusalem sabbat. Teir áminti eg, tann dagin teir seldu hesar matvørur.
16
Eisini menn úr Týrus, sum høvdu búsett seg har, komu við fiski og alskyns vørum og seldu Jødunum tað sabbat, og tað í Jerusalem.
17
Eg setti tí at teimum stóru í Juda og segði við teir: „Hvussu ber tað til, at tit bera tykkum so illa at og vanhalga sabbatin?
18
Hevur ikki Gud okkara latið alla hesa vanlukku komið yvir okkum og yvir henda bý, aftur fyri at fedrar tykkara bóru seg so at! Og so draga tit enn størri vreiði oman yvir Ísrael við at vanhalga sabbatin!“
19
Og við tað sama sum myrkt fór at vera í portrum Jerusalems undan sabbatinum, gav eg boð um at steingja portrini og ikki lata tey upp aftur, fyrrenn sabbaturin var at enda. Eg setti nakrar av tænarum mínum at halda vakt við portrini og segði: „Ongar vørur skulu flytast inn sabbat!“
20
Keypmenninir og teir, ið seldu alskyns vørur, steðgaðu tá einar tvær ferðir uttan fyri Jerusalem alla náttina.
21
Tá gav eg teimum ávaring og segði við teir: „Hví eru tit alla náttina uttan fyri múrin? Gera tit so uppaftur, leggi eg hond á tykkum!“ – Eftir hetta komu teir ikki longur sabbat.
22
Levitunum gav eg boð um at reinsa seg og koma og halda vakt við portrini, so sabbaturin kundi verða hildin heilagur. – Minst mær eisini hetta, Gud mín, og ger við meg eftir stóru náði og miskunn Tíni!
iv.
Intermarriage Forbidden
13:23-31:1
23
Samtíðis sá eg eisini Jødarnar, ið høvdu tikið sær asdoditiskar, ammonitiskar og móabitiskar kvinnur til konur;
24
av børnum teirra tosaði helvtin asdoditiskt ella tungumálið hjá einum av hinum fólkunum – jødiskt dugdu tey ikki.
25
Tá setti eg at teimum og bannaði teimum, ja, summar av teimum sló og roytti eg; og eg læt teir svørja um Gud og segði: „Tit mugu ikki geva sonum teirra døtur tykkara, ei heldur taka sonum tykkara ella tykkum sjálvum døtur teirra til konur!
26
Var tað ikki í hesum, Sálomo ísraelskongur syndaði! Millum tey mongu fólk var eingin kongur sum hann; hann var elskaður av Gudi sínum, og Gud setti hann til kong yvir øllum Ísrael; men um tað so var hann, villleiddu hinar fremmandu kvinnurnar hann til synd!
27
Og nú skulu vit fáa at hoyra um tykkum, at tit hava gjørt alt hetta svára misbrot og verið Gudi okkara ótrúgvir við at taka fremmandar kvinnur til konur!“
28
Ein sonur Jójada, son Eljasib høvuðsprest, var dótturmaður Sanballat Horonit; eg rak hann tí burt frá mær.
29
Minst teimum tað, Gud mín, at teir hava vanært prestadømið og sáttmála prestadømisins og Levitanna!
30
So reinsaði eg teir frá øllum fremmandum; og eg fyriskrivaði, hvat prestarnir og Levitarnir høvdu at ansa eftir, hvør í arbeiði sínum,
31
og hvussu viðarofrið skuldi latast, ta tíðina ið ásett var, og eisini frumgróðurin. – Minst mær hetta, Gud mín, og rokna mær tað til góða!