Nehemias kap. 2

Uppsetan
2. Nehemiah Sent to Jerusalem
2:1-10:1
1 Í nisan mánaði, tjúgunda árið ið Artaxerxes kongur sat við stýrið, einaferð ið vín var sett fyri hann, tók eg vínið og rætti kongi tað. Eg hevði ikki áður sæð sorgarbundin út, táið eg stóð fyri honum;
2 kongur segði tí við meg: „Hví ert tú so tungur? Tú ert jú ikki sjúkur; tað ber ikki annað til, enn tú hevur hjartasorg.“ – Tá varð eg ógvuliga ræddur;
3 og eg segði við kong: „Kongurin livi í allar ævir! Skuldi eg ikki verið tungur, táið býurin, har sum gravir fedra mína eru, liggur í oyði, og portur hansara eru brend upp!“
4 Kongur spurdi meg nú: „Hvat er tað tá, ið tú vilt?“ Tá bað eg til Gud Himmalsins.
5 Síðani segði eg við kong: „Líkar konginum so, og hevur tú góðvild fyri tænara tínum, so biði eg teg um at senda meg til Juda, til býin, har sum gravir fedra mína eru, so eg fái bygt hann upp aftur.“
6 Tá spurdi kongur meg – drotning sat undir lið hansara: „Hvussu langa tíð tekur ferð tín? Nær kemur tú aftur?“ Táið soleiðis líkaði kongi at senda meg, nevndi eg honum ásetta tíð.
7 So segði eg við kong: „Líkar konginum so, tá lat meg fáa brøv við til landsstjórarnar hinumegin Ánna, so teir loyva mær at ferðast um lond síni, inntil eg komi til Juda,
8 og eisini bræv til Asaf, umsjónarmann yvir skógum kongsins, at hann skal lata meg fáa við til porturbjálkar í borgina, sum hoyrir til templið, og við til býmúrin og húsið, ið eg skal búgva í!“ Og kongur gav mær tað, av tí at Gud mín helt góðu hond Sína yvir mær.
9 Táið eg kom til landsstjórarnar hinumegin Ánna, fekk eg teimum brøv kongs. Kongur hevði eisini sent herhøvdingar og hestmenn við mær.
10 Men táið Sanballat Horonitur og Tobias, hin ammonitiski tænarin, hoyrdu hetta, dámdi teimum ógvuliga illa, at ein var komin, sum ætlaði at virka Ísraelsmonnum til bata.
iii. Nehemiah Inspects the Walls
2:11-20:1
12 fór eg upp um náttina við nøkrum fáum monnum; men eg hevði ongum menniskja sagt, hvat Gud mín hevði lagt mær á hjarta at gera fyri Jerusalem; og kríatúrið, ið eg reið á, var einasta kríatúr, ið eg hevði við mær.
13 Eg fór – um náttina – út um Dalsportur, yvir ímóti Drekakeldu og kom at Mykjuportri. Eg hugdi at múrum Jerusalems, hvussu teir vóru rivnir niður, og hvussu portrini vóru brend upp.
14 So fór eg yvir at Kelduportri og til Kongstjørn; men har var so trongt, at kríatúrið, ið eg reið á, vann ikki fram við mær.
15 Eg fór tá – um náttina – niðan í dalin og hugdi at múrinum; síðani fór eg inn aftur um Dalsportur og fór heim.
16 Yvirmenninir vistu ikki, hvar eg hevði verið, og hvat eg ætlaði at gera; tí eg hevði einki nevnt um tað enn fyri Jødunum, prestunum, stórmonnunum, yvirmonnunum ella hinum, ið komu at fáa við arbeiðið at gera.
17 Men nú segði eg við teir: „Tit síggja sjálvir, hvussu illa vit eru staddir, at Jerusalem liggur í oyði, og at portur tess eru brend upp; komið, latið okkum byggja múrar Jerusalems upp aftur, so vit ikki longur verða hildnir fyri spott!“
18 Og eg segði teimum, hvussu Gud mín hevði hildið góðu hond Sína yvir mær, og somuleiðis, hvat kongur hevði sagt við meg. Tá søgdu teir: „Vit skulu gera okkum til reiðar og byggja!“ Og teir fóru fúsir undir hetta góða verk.
19 Táið Sanballat Horonitur, hin ammonitiski tænarin Tobias og Gesem Arabari frættu hetta, speiróku teir okkum og vístu okkum vanvirðing og søgdu: „Hvat er tað, ið tit havast at! Ætla tit at seta tykkum upp móti kongi?“
20 Men eg gav teimum hetta svar: „Gud Himmalsins skal lata tað eydnast okkum, og vit, tænarar Hansara, skulu gera okkum til reiðar og byggja; men tit hava hvørki lut ella rætt ella minni í Jerusalem!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul