Nehemias kap. 12
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
c.
The Priests and Levites Who Returned
12:1-26:1
1
Hetta eru prestarnir og Levitarnir, ið heim fóru við Zerubbabel, syni Sealtiel, og Josva: Seraja, Jirmeja, Ezra,
2
Amarja, Malluk, Hattus,
3
Sekanja, Rehum, Meremot,
4
Iddo, Ginnetoi, Abia,
5
Mijamin, Ma’adja, Bilga,
6
Semaja, Jójarib, Jedaja,
7
Sallu, Amok, Hilkia og Jedaja. Hetta vóru høvdingar prestanna og brøðra teirra, táið Josva livdi.
8
Levitarnir vóru: Josva, Binnui, Kadmiel, Serebja, Juda og Mattanja – hann, sum saman við brøðrum sínum stóð fyri lovsonginum –
9
framvegis Bakbukja og Unno, brøður teirra, sum stóðu beint yvir av teimum og aktaðu eftir tænastu síni.
10
Josva fekk sonin Jójakim; Jójakim fekk Eljasib; Eljasib fekk Jójada;
11
Jójada fekk Jónatan; Jónatan fekk Jaddua.
12
Á døgum Jójakims vóru hesir ættarhøvdingar millum prestarnar: Fyri Seraja: Meraja; fyri Jirmeja: Hananja;
13
fyri Ezra: Mesullam; fyri Amarja: Jóhanan;
14
fyri Meluki: Jónatan; fyri Sebanja: Jósef;
15
fyri Harim: Adna; fyri Merajot: Helkai;
16
fyri Iddo: Zakarias; fyri Ginneton: Mesullam;
17
fyri Abia: Zikri; fyri Minjamin – fyri Moadja: Piltai;
18
fyri Bilga: Sammua; fyri Semaja: Jónatan;
19
fyri Jójarib: Mattenai; fyri Jedaja: Uzzi;
20
fyri Sallai: Kallai; fyri Amok: Eber;
21
fyri Hilkia: Hasabja; og fyri Jedaja: Netanel.
22
Meðan Eljasib, Jójada, Jóhanan og Jaddua livdu, vórðu ættarhøvdingarnir millum Levitarnar uppskrivaðir; á sama hátt prestarnir, meðan Darius Persari sat við stýrið.
23
Ættarhøvdingarnir millum eftirkomarar Levi vórðu uppskrivaðir í krønikubókina, og tað líka til teir dagar táið Jóhanan, sonur Eljasib, livdi.
24
Høvdingarnir millum Levitarnar vóru: Hasabja, Serebja og Josva, sonur Kadmiel, og brøður teirra, sum stóðu beint yvir av teimum til at lova og prísa Gudi, soleiðis sum Dávid gudsmaður hevði givið boð um, flokkur hjá flokki.
25
Mattanja, Bakbukja, Obadja, Mesullam, Talmon og Akkub vóru duravaktarar og hildu vakt við goymslurnar við portrini.
26
Hesir livdu á somu tíð sum Jójakim, sonur Josva, son Józadak, og á somu tíð sum Nehemias landsstjóri og Ezra prestur, hin skriftlærdi.
d.
The Dedication of the Wall
12:27-43:1
27
Táið múrur Jerusalems skuldi verða vígdur, fóru teir eftir Levitunum, allastaðni har sum teir búðu, og fingu teir til Jerusalem at halda vígslu- og gleðihátíð við tøkk og songi, við skáltrummum, hørpum og sitarum.
28
Tá savnaðust songflokkarnir saman, bæði úr landinum rundan um Jerusalem og úr Netofatitabygdunum,
29
úr Bet-Haggilgal og úr landinum rundan um Geba og Azmavet; tí sangararnir høvdu fingið sær bygdir rundan um Jerusalem.
30
Prestarnir og Levitarnir reinsaðu seg nú og reinsaðu síðani fólkið, portrini og múrarnar.
31
So læt eg høvdingarnar í Juda fara upp á múrin, og eg fylkti tveir stórar lovsongs- og hátíðarflokkar. Annar fór til høgru upp á múrin, at Mykjuportri;
32
aftan á teimum gingu Hosaja og helvtin av høvdingum Juda,
33
og so Azarja, Ezra, Mesullam,
34
Juda, Benjamin, Semaja og Jirmeja;
35
framvegis nakrir av prestasonunum við lúðrum: Zakarja, sonur Jónatan, son Semaja, son Mattanja, son Mikaja, son Zakku, son Asaf,
36
og brøður hansara, Semaja, Azarel, Milalai, Gilalai, Ma’ai, Netanel, Juda og Hanani, við ljóðførum Dávids gudsmans; og undan teimum gekk Ezra, hin skriftlærdi.
37
Teir gingu yvir Kelduportur og beint fram, niðan trappurnar til Dávidsstað, har sum farið verður upp á múrin oman fyri høll Dávids, líka eystur at Vatnsportri.
38
Hin lovsongsflokkurin fór til vinstru, og eg fór aftan á honum við hini helvtini av fólkinum, uppi á múrinum, yvir Ovnstorn og líka at Breiðamúri,
39
yvir Efra’imsportur, Gamlaportur og Fiskaportur, um Hananeltorn og Meatorn, líka at Seyðaportri; við Fangahúsportur steðgaðu teir.
40
Soleiðis stóðu báðir lovsongsflokkarnir við hús Guds, somuleiðis eg og helvtin av yvirmonnunum við mær,
41
og prestarnir Eljakim, Ma’aseja, Minjamin, Mikaja, Eljoenai, Zakarja og Hananja við lúðrum;
42
framvegis Ma’aseja, Semaja, Eleazar, Uzzi, Jóhanan, Malkia, Elam og Ezer. Og sangararnir lótu songin ljóða; yvirmaður teirra var Jizraja.
43
Teir ofraðu henda dag stór offur og gleddust; tí Gud hevði givið teimum stóra gleði; eisini kvinnurnar og børnini gleddust; og gleðirópini úr Jerusalem hoyrdust langan veg.
e.
Provisions for Temple Worship
12:44-47:1
44
Sama dag vórðu umsjónarmenn settir, sum skuldu ansa eftir kømurunum, sum teir goymdu hinar heilagu gávur, frumgróðurin og tíggjundina í; hagar skuldu teir savna av jørðini rundan um býirnar tað, ið prestarnir og Levitarnir eftir lógini skuldu hava; tí gleði var í Juda um, at prestarnir og Levitarnir nú gjørdu tænastu sína.
45
Teir ansaðu eftir tí, sum var at ansa eftir fyri Gud teirra, og tí, sum var at ansa eftir viðvíkjandi reinsanini; somuleiðis gjørdu sangararnir og duravaktararnir tænastu sína – soleiðis sum Dávid og sonur hansara Sálomo høvdu givið boð um.
46
Tí longu í gomlum døgum, táið Dávid og Asaf livdu, vóru yvirmenn yvir sangarunum, og lov- og takkarsongir vórðu sungnir Gudi.
47
Og á døgum Zerubbabels og Nehemiasar gav alt Ísrael sangarunum og duravaktarunum tað, ið teir hvønn dag áttu at fáa; og teir góvu Levitunum heilagar gávur, og Levitarnir góvu sonum Áron heilagar gávur.