Seinna Kongabók kap. 9
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
e.
Jehu of Israel
9:1-10:36
i.
Elisha Anoints Jehu King of Israel
9:1-13:1
1
Elisa profetur rópti ein av profetalærisveinunum og segði við hann: „Gyrð lendar tínar, tak hesa oljufløsku við tær og far til Ramot í Gilead!
2
Táið tú kemur hagar, skalt tú leita upp Jehu, son Jósafat, son Nimsi; far inn og bið hann reisa seg upp, har hann situr millum brøður sínar, og far inn í innasta kamarið við honum!
3
Tak so oljufløskuna, hell olju yvir høvd hansara og sig: „So sigur HARRIN: Eg havi salvað teg til kong yvir Ísrael!“ Síðani skalt tú lata dyrnar upp og flýggja sum skjótast.“
4
Hesin ungi maðurin – hin ungi profeturin – fór so til Ramot í Gilead.
5
Táið hann kom hagar, sá hann herhøvdingarnar sita har. Hann segði tá: „Eg havi nakað at siga við teg, herhøvdingin!“ Jehu spurdi: „Við hvønn av øllum okkum her?“ Hann svaraði: „Við teg, herhøvdingin!“
6
Tá reistist hann og fór inn í húsið; har helti hann olju yvir høvd hansara og segði við hann: „So sigur HARRIN Gud Ísraels: Eg havi salvað teg til kong yvir fólki HARRANS, yvir Ísrael!
7
Tú skalt høgga niður hús Akabs, harra tíns, so Eg fái hevnd yvir Jesabel fyri blóð tænara Mína profetanna og blóð alra tænara HARRANS.
8
Alt hús Akabs skal verða avoytt; Eg skal týna alt mannkyn av ætt Akabs, bæði smáar og stórar, í Ísrael.
9
Eg skal gera við hús Akabs sum við hús Jeroboams, sonar Nebats, og hús Baesa, sonar Ahia.
10
Jesabel skulu hundarnir eta á Jizre’elsmark, og eingin skal jarða hana!“ – Síðani læt hann upp dyrnar og flýddi.
11
Táið Jehu kom út til menn harra síns, spurdu teir hann: „Veit væl við? Hví kom hasin vitleysi maðurin til tín?“ Hann svaraði: „Tit kenna jú mannin og møsn hansara!“
12
Men teir søgdu: „Tú sigur ikki satt! Sig okkum tað nú!“ Tá segði hann: „So og so talaði hann við meg og segði: „So sigur HARRIN: Eg havi salvað teg til kong yvir Ísrael!““
13
Í stundini tóku teir allir kappar sínar og løgdu teir undir hann á sjálva trappuna; og teir blástu í horn og róptu: „Jehu er kongur!“
ii.
Jehu Kills Joram and Ahaziah
9:14-29:1
14
Soleiðis fekk Jehu, sonur Jósafat, son Nimsi, í lag samansvørjing móti Jóram. – Jóram hevði tá við øllum Ísrael verið við Ramot í Gilead at verja tað móti Hazael kongi í Áram;
15
men sjálvur var Jóram kongur farin aftur til Jizre’el at lata grøða sár síni, sum Áramearar høvdu givið honum í bardaganum móti Hazael kongi í Áram. – Nú segði Jehu: „Vilja tit sum eg, so latið ongan sleppa út úr býnum, sum kann fara til Jizre’el við boðum um hetta!“
16
Síðani fór Jehu upp í vagn sín og helt til Jizre’el, har sum Jóram lá sjúkur. Og Ahazja kongur í Juda var farin hagar at vitja Jóram.
17
Vaktarin, ið stóð á torninum í Jizre’el, rópti, táið hann sá Jehu koma við flokki sínum: „Eg síggi flokk av monnum!“ Tá segði Jóram: „Takið og sendið hestmann ímóti teimum at spyrja, um teir koma við friði!“
18
Hestmaðurin fór nú ímóti teimum og segði: „So sigur kongur: „Koma tit við friði?““ Jehu svaraði: „Hvat kemur tær við, um tað er við friði! Vend við og fylg eftir mær!“ – Vaktarin segði frá hesum: „Sendimaðurin er komin til teirra, men hann kemur ikki aftur!“
19
Tá sendi hann annan hestmann, og táið hesin kom til teirra, segði hann: „So sigur kongur: „Koma tit við friði?““ Jehu svaraði: „Hvat kemur tær við, um tað er við friði! Vend við og fylg eftir mær!“
20
Vaktarin segði frá hesum: „Hann er komin til teirra, men hann kemur ikki aftur! Og eftir ferðini at døma mátti hetta verið Jehu, sonur Nimsi – hann ekur jú sum óður maður!“
21
Tá segði Jóram: „Setið hestarnar fyri vagnin!“ Teir settu tá hestarnar fyri vagn hansara, og Jóram ísraelskongur og Ahazja judakongur fóru avstað, hvør í vagni sínum; teir fóru ímóti Jehu og hittu hann á mark Nabots Jizre’elits.
22
Táið Jóram sá Jehu, segði hann: „Kemur tú við friði, Jehu?“ Hann svaraði: „Hvussu kann friður vera, so leingi sum Jesabel, móðir tín, við sama lagi drívur horulív sítt og øll gandabrøgd síni!“
23
Tá vendi Jóram við og flýddi, og hann rópti til Ahazja: „Svik, Ahazja!“
24
Men Jehu treiv bogan og skeyt Jóram millum herðarnar, so pílurin fór ígjøgnum hjartað; og hann signaði niður í vagninum.
25
Tá segði Jehu við høvuðsmann sín Bidkar: „Tak hann og kasta hann inn á mark Nabots Jizre’elits! Tú minnist, hvussu eg og tú riðu saman aftan á Akab, faðir hansara, táið HARRIN talaði hetta orð móti honum:
26
„Sanniliga, Eg sá í gjár blóð Nabots og sona hansara – sigur HARRIN – og Eg skal løna tær tað aftur á hesi mark – sigur HARRIN!“ Tak tí nú og kasta hann inn á markina eftir orði HARRANS!“
27
Táið Ahazja judakongur sá hetta, flýddi hann og tók leiðina til Urtagarðshúsið; men Jehu helt eftir honum og rópti: „Hann við – skjótið hann niður í vagninum!“ Og teir skutu hann í Gurstíggi við Jibleam, og hann flýddi til Megiddo og doyði har.
28
Tænarar hansara fóru til Jerusalem við honum og jarðaðu hann í grøv hansara hjá fedrum hansara í Dávidsstaði.
29
Ellivta árið ið Jóram, sonur Akab, sat við stýrið, var Ahazja vorðin kongur yvir Juda.
iii.
Jezebel’s Violent Death
9:30-37:1
30
Jehu kom nú til Jizre’el. Táið Jesabel frætti hetta, litaði hon seg um eyguni, pyntaði høvd sítt og hugdi út um vindeygað.
31
Og táið Jehu kom inn um portrið, rópti hon: „Kemur tú við friði, Zimri tín, sum drap harra sín?“
32
Men hann hugdi upp í vindeygað og segði: „Hvør heldur við mær – hvør?“ Tá hugdu tveir ella tríggir hirðmenn út um vindeygað.
33
Hann rópti: „Kastið hana niður!“ Teir kastaðu hana so niður, og blóð hennara slettist á veggin og hestarnar; og hann læt hestarnar traðka hana niður.
34
Síðani fór hann inn; og táið hann hevði fingið sær at eta og drekka, segði hann: „Hyggið eftir henni, hasi bannaðu, og jarðið hana! Hon var kortini kongadóttir.“
35
Men táið teir fóru út at jarða hana, funnu teir einki annað av henni enn skallan, føturnar og hendurnar.
36
Teir komu so aftur og søgdu honum hetta. Tá segði hann: „Nú komst á orðið, ið HARRIN talaði við tænara Sínum Eliasi Tisbiti, táið Hann segði: „Á markini í Jizre’el skulu hundarnir eta kjøt Jesabelar;
37
og lík Jesabelar skal liggja á markini í Jizre’el sum tøð í veltu, so eingin skal kunna siga, at tað er Jesabel!““