Seinna Kongabók kap. 24
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
ii.
Babylon Controls Jehoiakim
24:1-5:1
1
Á døgum hansara kom Nebukadnezar kongur í Bábel hagar, og Jójakim gav seg undir hann; men táið trý ár vóru gingin, fall hann frá honum aftur.
2
Tá sendi HARRIN móti honum kaldeiskar, árameiskar, móabitiskar og ammonitiskar ránsflokkar; Hann sendi teir móti Juda at oyða tað – eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað við tænarum Sínum profetunum.
3
Eina eftir boði HARRANS kom hetta yvir Juda – tí Hann ætlaði at reka tey burt frá ásjón Síni aftur fyri syndir Manasse, aftur fyri alt tað, ið hann hevði gjørt,
4
eisini aftur fyri hitt sakleysa blóð, ið hann hevði úthelt, so hann fylti Jerusalem við sakleysum blóði; hetta vildi HARRIN ikki fyrigeva.
5
Tað, ið annars er at siga um Jójakim, um alt, ið hann gjørdi, tað er skrivað í kongakrøniku Juda.
iii.
Jehoiachin Succeeds Jehoiakim
24:6-7:1
6
So legðist Jójakim til hvíldar hjá fedrum sínum, og sonur hansara Jójakin tók ríkið eftir hann.
7
Men kongurin í Egyptalandi fór ikki av aftur landi sínum; tí kongurin í Bábel hevði tikið alt tað, ið egyptalandskongur hevði átt, frá Egyptalandsá líka at ánni Frat.
g.
Jehoiachin of Judah
24:8-17:1
i.
Jehoiachin the Evil King
24:8-9:1
8
Jójakin var 18 ár, táið hann gjørdist kongur, og 3 mánaðir stýrdi hann í Jerusalem; móðir hansara æt Nehusta; hon var dóttir Elnatan úr Jerusalem.
9
Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, júst sum faðir hansara hevði gjørt.
ii.
The Captivity of Jerusalem
24:10-16:1
10
Um hesa tíðina komu menn Nebukadnezars bábelskongs móti Jerusalem, og staðurin varð kringsettur.
11
Síðani kom Nebukadnezar bábelskongur sjálvur móti býnum, meðan menn hansara hildu hann kringsettan.
12
Tá fór Jójakin judakongur út til bábelskong, bæði hann og móðir hansara og tænarar, høvuðsmenn og hirðmenn hansara; og kongurin í Bábel tók hann til fanga, áttanda árið ið hann sat við stýrið.
13
Hann fór avstað við øllum skattum hús HARRANS og kongshallarinnar, og hann breyt gullið av øllum amboðunum, ið Sálomo ísraelskongur hevði latið gera til tempul HARRANS – soleiðis sum HARRIN hevði sagt.
14
Hann flutti burtur alt Jerusalem, allar høvdingar og ríkmenn – 10000 fangar – og allar træsmiðir og jarnsmiðir; eingin var eftir uttan hini fátækastu av fólki landsins.
15
Hann flutti Jójakin sum fanga til Bábel; eisini móður kongin og konur og hirðmenn hansara og høvdingar landsins flutti hann sum fangar úr Jerusalem til Bábel.
16
Framvegis allar ríkmenninar, 7000 í tali, og træsmiðirnar og jarnsmiðirnar, 1000 í tali, sum allir vóru raskir hermenn – teir flutti bábelskongur sum fangar til Bábel.
iii.
The King of Babylon Makes Zedekiah King of Judah
24:17
17
Og kongurin í Bábel gjørdi faðirbróður hansara Mattanja til kong í stað hansara og broytti navn hansara til Zedekias.
h.
Zedekiah of Judah
24:18-25:21
i.
Zedekiah the Evil King
24:18-20:1
18
Zedekias var 21 ár, táið hann gjørdist kongur, og 11 ár stýrdi hann í Jerusalem; móðir hansara æt Hamital; hon var dóttir Jirmeja úr Libna.
19
Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, júst sum Jójakim hevði gjørt.
20
Tí av tí at vreiði HARRANS var yvir Jerusalem og Juda, gekk við teimum, sum gekk – inntil Hann kastaði tey burtur frá ásjón Síni. Og Zedekias fall frá bábelskongi.