Seinna Kongabók kap. 6

Uppsetan
6. The Axe Head Floats
6:1-7:1
1 Profetalærisveinarnir søgdu við Elisa: „Ov lítið rúm er til okkara, her sum vit sita hjá tær.
2 Loyv okkum at fara til Jordan og taka hvør sín stokk og so byggja okkum har eitt hús at sita í!“ Hann svaraði: „Gerið so!“
3 Men ein teirra segði: „Gott á teg, kom tú við tænarum tínum!“ Hann svaraði: „Ja, eg skal koma við!“
5 Sum nú ein av teimum tókst við at fella ein stokk, datt øksarhøvdið í ánna. Tá rópti hann: „Á harri – og eg, sum hevði lænt øksina!“
6 Men gudsmaðurin segði: „Hvar datt hon?“ Hann vísti honum staðið, og hann skar grein av og kastaði hana har; tá flotnaði øksin upp.
iii. Ben-hadad King of Aram
6:8-8:15
1. The Arameans Plot to Capture Elisha
6:8-23:1
8 Kongurin í Áram hevði ófrið við Ísrael; men táið hann ráðførdi seg við menn sínar og segði: „Har og har skal eg taka støðu,“
9 so sendi gudsmaðurin ísraelskongi boð og læt siga: „Varða teg fyri at koma framvið har, tí har liggja Áramearar!“
10 Og so sendi ísraelskongur fólk, hagar sum gudsmaðurin hevði sagt honum og ávarað hann um, og hann varðaði seg har. Hetta hendi ikki bert eina ferð og tvær ferðir.
11 Kongurin í Áram visti ikki, hvat hann skuldi hugsa um hetta; hann sendi boð eftir monnum sínum og spurdi teir: „Kunnu tit ikki siga mær, hvør av okkara tað er, ið heldur við ísraelskongi?“
12 Tá svaraði ein av tænarum hansara: „Tað er ikki so, harri kongurin! Nei, Elisa, profeturin í Ísrael, hann letur ísraelskong vita tað, sum tú tosar í sovikamari tínum!“
13 Hann segði: „Farið og fáið at vita, hvar hann er, so skal eg senda menn hagar at taka hann!“ Táið hann so fekk boð um, at hann var í Dotan,
14 sendi hann hestar og vagnar og stóran her hagar; teir komu hagar um náttina og slógu ring um býin.
15 Táið nú tænari gudsmansins tíðliga morgunin eftir fór út, sá hann, at herur við hestum og vagnum hevði sligið ring um býin. Tá segði tænari hansara við hann: „Á harri, hvat skulu vit gera!“
16 Hann svaraði: „Ræðst ikki! Teir, ið eru við okkum, eru fleiri enn teir, ið eru við teimum.“
17 Og Elisa bað og segði: „HARRI! Lat eygu hansara upp, so hann sær!“ Tá læt HARRIN upp eygu tænarans, og hann sá, at fjallið var fult av eldhestum og eldvagnum rundan um Elisa.
18 Táið teir nú hildu oman ímóti honum, bað Elisa til HARRAN og segði: „Slá hetta fólk við blindleika!“ Og Hann sló teir við blindleika, sum Elisa hevði biðið.
19 Nú segði Elisa við teir: „Hetta er hvørki hin rætti vegurin ella hin rætti býurin; komið við mær, so skal eg fylgja tykkum til mannin, ið tit leita eftir!“ So fór hann til Samaria við teimum.
20 Og táið teir vóru komnir inn í Samaria, bað Elisa: „HARRI! Lat upp eygu teirra, so teir síggja!“ Tá læt HARRIN upp eygu teirra, og teir sóu, at teir vóru mitt í Samaria.
21 Táið ísraelskongur sá teir, spurdi hann Elisa: „Skal eg høgga teir niður, faðir, skal eg høgga teir niður?“
22 Hann svaraði: „Einki skalt tú høgga teir niður! Ert tú vanur at høgga niður tey, ið tú hertekur við svørði og boga tínum! Set breyð og vatn fyri teir, so teir kunnu eta og drekka, og lat teir síðani fara aftur til harra sín!“
23 Hann læt tá gera teimum til stóra máltíð, og teir fingu sær at eta og drekka; síðani læt hann teir fara, og teir fóru aftur til harra sín. Eftir hetta komu árameiskir ránsflokkar ikki inn aftur í Ísraelsland.
2. Aram Sieges Samaria
6:24-7:20
a. The Famine of Samaria
6:24-33:1
24 Nakað eftir hetta savnaði Benhadad kongur í Áram allan her sín og fór og kringsetti Samaria.
25 Meðan teir hildu Samaria kringsett, varð slík hungursneyð í býnum, at esilshøvd til endan kostaði 80 seklar av silvuri, og fjórðingurin av kab av dúvuskarni 5 seklar av silvuri.
26 Táið ísraelskongur ein dag gekk uppi á býmúrinum, rópti kvinna til hansara: „Hjálp, harri kongurin!“
27 Hann svaraði: „Táið HARRIN ikki vil hjálpa tær, hvaðani skal eg so fáa tær hjálp! Av treskiplássinum ella úr vínpersuni – !“
28 Og kongurin spurdi hana: „Hvat baggar tær?“ Hon svaraði: „Handa konan har, hon segði við meg: „Kom við syni tínum, so eta vit hann í dag, og í morgin skulu vit eta son mín!“
29 Vit kókaðu so son mín og ótu hann. Dagin eftir segði eg so við hana: „Kom nú við syni tínum, so eta vit hann!“ Men hon fjaldi son sín.“
30 Táið kongurin hoyrdi hetta, ið kvinnan segði frá, skræddi hann klæði síni, sum hann gekk har á múrinum; fólkið sá tá, at hann gekk í sekki innast á kroppinum.
31 Og hann segði: „Gud lati mær gangast illa bæði nú og hereftir, um høvd Elisa, sonar Safats, verður sitandi á honum dagin at enda!“
32 Sum Elisa nú sat í húsi sínum, og hinir elstu sótu har hjá honum, sendi kongurin mann hagar undan sær. Men áðrenn sendimaðurin kom til hansara,* segði hann við hinar elstu: „Vita tit, at hasin manndráparasonurin hevur sent mann higar at høgga høvdið av mær? Síggið nú til, at tit lata dyrnar aftur, táið sendimaðurin kemur, og standið fyri hurðini, so hann sleppur ikki inn! Hoyrist ikki longu harri hansara koma gangandi aftan á honum?“
33 Meðan hann enn tosaði við teir, kom sendimaðurin til hansara. Og hann* segði: „Tú sært vanlukkuna, ið komin er frá HARRANUM! Hví skuldi eg tá bíðað eftir HARRANUM longur!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul