Seinna Kongabók kap. 7

Uppsetan
b. Elisha Prophesies Plenty in Samaria
7:1-2:1
1 Men Elisa segði: „Hoyrið orð HARRANS! So sigur HARRIN: Um hesa tíðina í morgin skal ein sea av fínum mjøli fáast fyri ein sekul, og tvær seur av byggi fyri ein sekul, í portri Samaria.“
2 Tá tók høvuðsmaðurin, ið styðjaði kongin við hond síni, til orða og svaraði gudsmanninum: „Um so HARRIN gjørdi lúkur á himmalin, kundi slíkt ikki borið til!“ Hann segði: „Tú skalt fáa tað at síggja við tínum egnu eygum, men ikki fáa at eta av tí!“
c. The Four Lepers Relate Arameans’ Flight
7:3-14:1
3 Uttan fyri býportrið vóru fýra spitalskir menn. Teir hildu hvør við annan: „Hví skulu vit verða sitandi her, inntil vit doyggja!
4 Taka vit tey ráð at fara inn í býin, so er jú hungursneyð í býnum, og vit doyggja har; og verða vit sitandi her, so doyggja vit eisini! Komið tí og latið okkum fara yvir í tilhald Árameara! Lata teir okkum liva, so liva vit, og drepa teir okkum, so doyggja vit.“
5 Teir reistust so og tóku í skýmingini leiðina yvir í tilhald Árameara. Men táið teir komu at tilhaldi Árameara, sást ikki menniskja har.
6 Tí HARRIN hevði latið Áramearaherin hoyrt óljóð av hestum og vagnum, óljóð av stórum heri, og teir høvdu sagt hvør við annan: „Tað er vist, at ísraelskongur hevur leigað hetitakongar og egyptalandskongar móti okkum at herja á okkum!“
7 Teir vóru tí lopnir avstað og høvdu flýtt í skýmingini; tjøldunum, hestunum og eslunum vóru teir gingnir frá – tilhaldinum og øllum, ið var har – og vóru flýddir fyri at bjarga lívinum.
8 Táið nú hinir spitølsku komu at tilhaldinum, fóru teir inn í eitt hitt ytsta tjaldið og fingu sær at eta og drekka, tóku silvur, gull og klæði har og fóru avstað og fjaldu tað; síðani komu teir aftur, fóru inn í eitt annað tjald, tóku tað, ið har var, og fóru avstað og fjaldu tað.
9 Men nú søgdu teir hvør við annan: „Hetta er ikki beint, sum vit bera okkum at! Vit hava í dag gleðiboð at bera; tiga vit tey burt inntil í lýsingini í morgin, so draga vit skyld oman yvir okkum; komið tí nú og latið okkum fara inn og siga frá hesum í kongshøllini!“
10 Teir komu so og róptu til vaktina við býportrið og bóru teimum hesi boð: „Vit komu í tilhald Árameara; men har hvørki sást ella hoyrdist menniskja; men hestarnir og eslini stóðu tjóðrað, og tjøldini vóru órørd.“
11 Vaktin við portrið rópti hetta út, og boð vórðu borin um tað inn í kongshøllina.
12 Tá fór kongurin upp um náttina og segði við tænarar sínar: „Eg skal siga tykkum, hvat Áramearar hava í huga við okkum: Teir vita, at vit líða hungur; tí eru teir farnir úr tilhaldinum og krógva seg á markini og hugsa sum so: „Táið teir nú koma út úr býnum, taka vit teir livandi og bróta okkum inn í býin.““
13 Men ein av tænarum hansara svaraði: „Lat teir taka fimm av hestunum, ið eftir eru her – tað verður jú kortini við teimum sum við allari fjøld Ísraelsmanna, ið her er eftir, og við allari fjøld Ísraelsmanna, ið longu er farin fyri einki. Lat okkum senda teir avstað, so fáa vit at síggja!“
14 Teir tóku so tveir vagnar við hestum fyri; kongurin sendi teir aftan á Áramearaherinum og segði: „Farið og vitið!“
d. The Prophesy Fulfilled
7:15-20:1
15 Teir fóru aftan á teimum líka at Jordan, og vegurin var allur avtakin í klæðum og øðrum, sum Áramearar høvdu blakað frá sær, táið teir í ræðslu vóru flýddir. So komu sendimenninir aftur og bóru konginum hesi boð.
16 Fólkið fór tá út og rændi tilhald Árameara, og tá fekst ein sea av fínum mjøli fyri ein sekul, og tvær seur av byggi fingust fyri ein sekul – eftir orði HARRANS.
17 Kongurin hevði sett høvuðsmannin, ið styðjaði hann við hond síni, at ansa eftir í portrinum; men fólkið traðkaði hann undir í portrinum, so hann doyði, sum gudsmaðurin hevði sagt – sum hann hevði sagt, ta ferðina ið kongurin kom til hansara.
18 Tí táið gudsmaðurin segði við kongin: „Um hesa tíðina í morgin skulu tvær seur av byggi fáast fyri ein sekul, og ein sea av fínum mjøli fyri ein sekul, í portri Samaria,“
19 tá svaraði høvuðsmaðurin honum: „Um so HARRIN gjørdi lúkur á himmalin, kundi slíkt ikki borið til!“ Og gudsmaðurin segði: „Tú skalt fáa tað at síggja við tínum egnu eygum, men ikki fáa at eta av tí!“
20 – Soleiðis gekst honum; fólkið traðkaði hann undir í portrinum, so hann doyði.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul