Seinna Kongabók kap. 20
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
iii.
Hezekiah's Illness and Recovery
20:1-11:1
1
Um hesa tíðina varð Ezekias deyðasjúkur. Tá kom Esaias profetur, sonur Amoz, til hansara og segði við hann: „So sigur HARRIN: Skipa fyri húsi tínum, tí tú skalt doyggja og ikki liva!“
2
Tá vendi hann sær móti bróstinum og bað soleiðis til HARRAN:
3
„Á HARRI! Minst tó, hvussu eg havi livað fyri ásjón Tíni í trúfesti og við heilum hjarta og gjørt tað, sum rætt er í eygum Tínum!“ – Og Ezekias græt hart.
4
Og áðrenn Esaias var komin út úr miðforgarðinum, kom orð HARRANS til hansara; Hann segði:
5
„Far aftur og sig við Ezekias, høvdinga fólks Míns: So sigur HARRIN, Gud Dávids, faðirs tíns: Eg havi hoyrt bøn tína, Eg havi sæð tár tíni. Eg skal grøða teg; í ovurmorgin skalt tú fara niðan í hús HARRANS.
6
Eg skal leggja 15 ár aftrat lívi tínum. Og Eg skal bjarga tær og hesum staði úr hondum kongsins í Assýria, ja, Eg skal verja henda stað – fyri Mína skuld og fyri tænara Míns Dávids skuld!“
7
Nú segði Esaias: „Komið við fikukøku!“ Tey fóru so eftir fikukøku og løgdu hana á kýlið. Og hann varð frískur aftur.
8
Men Ezekias segði við Esaias: „Hvat fái eg til tekin fyri, at HARRIN fer at grøða meg, so eg í ovurmorgin kann fara niðan í hús HARRANS?“
9
Esaias svaraði: „Hetta skalt tú hava til tekin frá HARRANUM fyri, at HARRIN skal halda tað, ið Hann hevur lovað: Skal skuggin ganga tíggju strikur fram, ella skal hann fara tíggju strikur aftur?“
10
Ezekias segði: „Tað er lítið fyri hjá skugganum at ganga tíggju strikur fram – nei, skuggin skal fara tíggju strikur aftur!“
11
Esaias profetur rópti tá til HARRAN, og Hann læt skuggan fara tær strikurnar aftur, sum hann hevði førkað seg á sóluri Akazar, tíggju strikur.
iv.
Hezekiah Shows His Treasures to Babylon
20:12-19:1
12
Um hesa tíðina sendi Berodak Baladan, sonur Baladan, kongurin í Bábel, brøv og gávur til Ezekias; tí hann hevði frætt, at Ezekias hevði verið sjúkur.
13
Táið Ezekias hevði hoyrt tað, ið teir høvdu at siga, vísti hann teimum skattkamar sítt, silvurið, gullið, kryddurtirnar, hina dýru oljuna, alt vápnahús sítt og alt tað, sum var í skattkømurum hansara; einki var, sum Ezekias ikki læt teir fáa at síggja í húsi sínum og í øllum ríki sínum.
14
Tá kom Esaias profetur til Ezekias kong og segði við hann: „Hvat søgdu hasir menn, og hvaðani komu teir til tín?“ Ezekias svaraði: „Teir eru komnir úr landi langt burtur, úr Bábel.“
15
Tá spurdi hann: „Hvat fingu teir at síggja í húsi tínum?“ Ezekias svaraði: „Alt, sum í húsi mínum er, hava teir sæð; einki var í skattkømurum mínum, sum eg ikki vísti teimum.“
16
Nú segði Esaias við Ezekias: „Hoyr orð HARRANS!
17
Dagar skulu koma, táið alt, sum í húsi tínum er, og allir skattirnir, ið fedrar tínir hava savnað líka til henda dag, skal verða ført til Bábel; einki skal vera eftir – sigur HARRIN.
18
Og av sonum tínum, sum skulu koma av tær, og sum tú skalt fáa, skulu nakrir verða tiknir og gjørdir til hirðmenn í høll kongsins í Bábel.“
19
Men Ezekias segði við Esaias: „Gott er tað orð HARRANS, ið tú hevur talað!“ Og síðani segði hann: „Er ikki so – táið tíð mín verður at ganga í friði og náðum!“
v.
Manasseh Succeeds Hezekiah
20:20-21:1
20
Tað, ið annars er at siga um Ezekias og um øll stórverk hansara, hvussu hann byrgdi tjørnina og legði vatnveitingina og leiddi vatnið inn í býin, tað er skrivað í kongakrøniku Juda.
21
So legðist Ezekias til hvíldar hjá fedrum sínum, og sonur hansara Manasse tók ríkið eftir hann.