Seinna Kongabók kap. 8

Uppsetan
3. The Shunammite's Land Restored
8:1-6:1
1 Elisa segði við kvinnuna, ið sonin átti, sum hann hevði gjørt livandi: „Ger teg til og far burtur við húsi tínum og finn tær okkurt stað, har tú kanst búgva sum fremmand! Tí HARRIN hevur sent boð eftir hungursneyðini, og hon kemur eisini yvir landið og verður í sjey ár.“
2 Kvinnan gjørdi seg tá til og gjørdi, sum gudsmaðurin hevði sagt; hon fór burtur við øllum húsi sínum og búði sum fremmand í Filistaralandi sjey ár.
3 Men táið sjey ár vóru gingin, kom kvinnan aftur úr Filistaralandi; og hon fór til kongin at biðja hann um hjálp at fáa hús sítt og jørð sína aftur.
4 Kongurin tosaði júst tá við Gehazi, tænara gudsmansins, og segði: „Sig mær frá øllum stórverkunum, ið Elisa hevur gjørt!“
5 Og júst sum hann segði konginum frá, hvussu hann hevði gjørt hin deyða livandi, kom kvinnan, ið átti sonin, sum hann hevði gjørt livandi, og bað kongin hjálpa sær at fáa hús sítt og jørð sína aftur. Tá segði Gehazi: „Harri kongurin! Hetta er kvinnan, og her er sonur hennara, sum Elisa gjørdi livandi.“
6 Kongurin spurdi nú kvinnuna, og hon segði honum frá tí. So læt kongurin ein hirðmann fara við henni og segði: „Síggj til, at hon fær aftur alt tað, sum hon eigur, og alt tað, ið jørð hennara hevur givið av sær, líka frá tí degi hon fór av landinum til henda dag!“
4. Hazael Murders Ben-hadad
8:7-15:1
7 Elisa kom til Damaskus, og Benhadad kongur í Áram lá tá sjúkur. Táið nú varð konginum sagt, at gudsmaðurin var komin hagar,
8 segði hann við Hazael: „Tak gávu við tær, far ímóti gudsmanninum og spyr við honum HARRAN, um eg komi upp aftur av hesi sjúku!“
1. Assyria Invades Israel
8:9-12:1
9 So fór Hazael ímóti honum og hevði við sær gávu av tí besta, sum í Damaskus var, so mikið sum fjøruti kamelar vóru mentir at bera; hann kom og steig fram fyri hann og segði: „Sonur tín Benhadad kongur í Áram hevur sent meg til tín og letur spyrja: „Komi eg upp aftur av hesi sjúku míni?““
10 Elisa svaraði: „Far tú bert og sig við hann, at hann skal liva!* Men HARRIN hevur latið meg sæð, at hann skal doyggja.“
12 Tá segði Hazael: „Hví grætur harri mín?“ Hann svaraði: „Av tí at eg veit, hvussu nógv ilt tú fert at gera Ísraelsmonnum! Víggirdu staðir teirra fert tú at brenna niður, unglingar teirra fert tú at drepa við svørði, smábørn teirra fert tú at sora sundur, og barnakonur teirra fert tú at kryvja!“
13 Hazael segði: „Hvat er tænari tín, hesin hundurin, at hann skuldi gjørt slík stórverk!“ Men Elisa svaraði: „HARRIN hevur latið meg sæð teg sum kong yvir Áram.“
14 Hann skiltist nú frá Elisa og kom til harra sín; hann spurdi hann: „Hvat segði Elisa við teg?“ Hann svaraði: „Hann segði, at tú kemur upp aftur.“
15 Men dagin eftir tók hann teppi, drap tað niður í vatn og breiddi tað yvir andlit hansara, so hann doyði. Og Hazael tók ríkið eftir hann.
c. Jehoram of Judah
8:16-24:1
i. Jehoram the Evil King
8:16-19:1
16 Fimta árið ið ísraelskongur Jóram, sonur Akab, sat við stýrið – meðan Jósafat enn var kongur í Juda – varð Jóram, sonur Jósafat, kongur í Juda.
18 Hann gekk leiðir ísraelskonga – eins og hús Akabs hevði gjørt; tí hann hevði dóttur Akab til konu; og hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS.
19 Tó vildi HARRIN ikki gera enda á Juda – fyri Dávids, tænara Síns, skuld; tí Hann hevði lovað honum, at hann allar dagar skuldi hava lampu fyri ásjón Hansara.
ii. Edom and Libnah Rebel
8:20-22:1
21 Tá fór Jóram við øllum hervagnum sínum yvir til Za’ir; og á náttartíð gjørdi hann álop á Edomitar, sum høvdu kringsett hann, og vann teir og vagnstýrarar teirra; men fólkið flýddi heimaftur til sín sjálvs.
22 Soleiðis reiv Edom seg leyst undan Juda, og so er enn í dag. Um somu tíð reiv eisini Libna seg leyst.
iii. Ahaziah Succeeds Jehoram
8:23-24:1
23 Tað, ið annars er at siga um Jóram, um alt, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Juda.
24 So legðist Jóram til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður hjá fedrum sínum í Dávidsstaði. Og sonur hansara Ahazja tók ríkið eftir hann.
d. Ahaziah of Judah
8:25-29:1
i. Ahaziah the Evil King
8:25-27:1
25 Tólvta árið ið ísraelskongur Jóram, sonur Akab, sat við stýrið, varð Ahazja, sonur Jóram, kongur í Juda.
26 Ahazja var 22 ár, táið hann gjørdist kongur, og eitt ár stýrdi hann í Jerusalem; móðir hansara æt Atalja og var dóttir* Omri kong í Ísrael.
27 Hann gekk somu leið sum hús Akabs og gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, eins og hús Akabs; tí hann var svágdur við hús Akabs.
ii. Ahaziah and Joram son of Ahab Fight Hazael
8:28-29:1
28 Saman við Jóram, syni Akab, fór hann í bardaga móti Hazael kongi í Áram, við Ramot í Gilead. Men Áramearar særdu Jóram.
29 So fór Jóram kongur aftur til Jizre’el at lata grøða sár síni, sum Áramearar høvdu givið honum við Rama, í bardaganum móti Hazael kongi í Áram. Ahazja kongur í Juda fór tá til Jizre’el at vitja Jóram, son Akab, við tað at hann lá sjúkur.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul