Onnur Mósebók kap. 38

Uppsetan
vi. The Courtyard
38:1-20:1
1. The Bronze Altar
38:1-7:1
1 Síðani gjørdi hann brennioffuraltarið av akasiuviði, 5 alin langt og 5 alin breitt – fýrhyrnt – og 3 alin høgt.
2 Á hvørjum av teimum fýra hornum altarsins gjørdi hann eitt horn, og hesi horn vóru áføst við altarið. Og hann klæddi tað við kopari.
3 Alt tað, ið til altarið hoyrdi, gjørdi hann, íløtini, eldspakarnar, offurskálirnar, gaflarnar og eldpannurnar; alt hetta, ið til tað hoyrdi, gjørdi hann av kopari.
4 So gjørdi hann kopargrind til altarið, eins og rutt net; hana setti hann undir listan á altarinum, í neðra, so hon rakk hálvan vegin upp á altarið.
5 Fýra ringar stoypti hann til tey fýra hornini á kopargrindini at stinga stengurnar í.
7 Og stengurnar stakk hann í ringarnar á síðum altarsins, so tað kundi verða borið á teimum. Hann gjørdi altarið av borðum, opið innan.
2. The Bronze Basin
38:8
8 Síðani gjørdi hann vatnílatið við fótinum undir av kopari; til hetta nýtti hann spegl, sum kvinnurnar, ið gjørdu tænastu við dyr samkomutjaldsins, áttu.
3. Curtains and Posts for the Courtyard
38:9-20:1
9 So gjørdi hann forgarðin. Við ta síðuna, ið vendi móti suðri, gjørdi hann umhang forgarðsins av fínum, tvinnaðum líni, 100 alin langt.
10 Stólparnir til tað vóru 20, og stabbarnir, ið teir stóðu á, 20, av kopari; men krókarnir á stólpunum og stengurnar til teirra vóru av silvuri.
11 Við norðaru síðu gjørdi hann eisini umhang, 100 alin langt, 20 stólpar til tað og til stólparnar 20 stabbar, av kopari; og krókarnir á stólpunum og stengurnar til teirra vóru av silvuri.
12 Við vestara enda gjørdi hann umhang, sum var 50 alin langt, 10 stólpar til tað og til stólparnar 10 stabbar; krókarnir á stólpunum og stengurnar til teirra vóru av silvuri.
15 og 15 alin hinumegin við trimum stólpum og trimum støbbum til teirra, so tað varð líka báðumegin portur forgarðsins.
17 Stabbarnir undir stólpunum vóru av kopari; krókarnir á stólpunum og stengurnar til teirra vóru av silvuri, og stólpahøvdini klædd við silvuri. Allir stólpar forgarðsins vóru samanbundnir við silvurstongum.
18 Forhangið fyri portur forgarðsins var vovið í ymiskum litum og av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað var 20 alin langt og 5 alin høgt – so breitt var toyið – eins og umhang forgarðsins.
19 Teir fýra stólparnir til tað og teir fýra stabbarnir til teirra vóru av kopari, krókarnir av silvuri; stólpahøvdini vóru klædd við silvuri, og stengurnar vóru av silvuri.
vii. Inventory of Materials
38:21-31:1
21 Hetta er roknskapurin yvir tað, ið gekk til tabernaklið, vitnisburðartjaldið; tí Móses segði við Levitarnar, at teir skuldu rokna tað út, og Itamar, sonur Áron, prestin, stóð fyri útrokningini.
22 Bezalel, sonur Uri, son Hur, av ætt Juda, var hann, ið gjørdi alt tað, ið HARRIN hevði álagt Mósesi;
23 til hjálparmann hevði hann Oholiab, son Ahisamak, av ætt Dans, ein mann, ið var kønur at skera út, í listvevnaði og í at veva marglitt toy úr bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum líni.
24 Nú, gullið, ið nýtt varð til arbeiðið, at gera allan halgidómin – gullið, ið givið var sum offur – tað var tilsamans 29 talentir og 730 seklar eftir halgidómsvektini.
25 Silvurið, ið teir í samkomuni góvu, sum komu upp í manntalið, var 100 talentir og 1775 seklar eftir halgidómsvektini,
26 beka, tað er hálvur sekul, eftir halgidómsvektini fyri hvønn einstakan, ið kom upp í manntalið – frá tjúguáraaldri og uppeftir; teir vóru 603550 mans.
27 Tær 100 talentirnar av silvuri gingu til at stoypa stabbarnar til halgidómin og stabbarnar til forhangið – 100 talentir til 100 stabbar, talent til stabban.
28 Men teir 1775 seklarnir gingu til at gera krókar á stólparnar, at klæða stólpahøvdini við og til stengurnar at binda teir saman við.
30 Av tí gjørdu teir stabbarnar til dyr samkomutjaldsins, koparaltarið við kopargrindini á tí, og alt tað, ið til altarið hoyrdi,
31 framvegis stabbarnar til forgarðin, allan vegin runt, stabbarnar til portur forgarðsins, og allar hælirnar, bæði til tabernaklið og forgarðin, allan vegin runt.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul