Onnur Mósebók kap. 11

Uppsetan
x. The Tenth Plague Announced
11:1-10:1
1 HARRIN hevði sagt við Móses: „Eina plágu enn skal Eg lata koma yvir Farao og Egyptaland; so skal hann lata tykkum fara hiðani; ja, táið hann letur tykkum fara, skal hann enntá reka tykkum avstað hiðani við øllum, ið tit hava.
2 Sig nú við fólkið, at hvør maður skal biðja granna sín, og hvør kvinna grannkonu sína, um stás av silvuri og gulli!“
3 HARRIN gjørdi, at fólkið varð væl lýtt av Egyptum, og so var Móses eisini ógvuliga nógv umhildin maður í Egyptalandi, bæði av tænarum Faraos og av fólkinum.
5 og so skal alt frumborið í Egyptalandi doyggja, líka frá hinum frumborna hjá Farao, sum í hásætinum situr, til hin frumborna hjá trælkvinnuni, ið stendur við kvørnina, og alt frumborið av fænum.
6 Tá skal í øllum Egyptalandi verða slíkt róp, sum aldri hevur verið hoyrt og aldri aftur skal verða hoyrt.
7 Men ikki ein hundur skal goyggja eftir nøkrum Ísraelsmanni, hvørki eftir fólki ella fæi – so tit skulu sanna, at HARRIN setur mark millum Egyptar og Ísrael!
8 Tá skulu allir hesir tænarar tínir koma til mín og kasta seg til jarðar fyri mær og siga: „Farið avstað, bæði tú og alt fólkið, ið fylgir tær eftir!“ – Og so skal eg fara avstað!“ – So fór hann út frá Farao í brennandi vreiði.
9 Sum HARRIN hevði sagt við Móses og Áron: „Farao fer ikki at lurta eftir tykkum – fyri at undur Míni kunnu verða mong í Egyptalandi!“
10 so gjørdu Móses og Áron øll hesi undur fyri Farao; men HARRIN herdi hjarta Faraos, so hann læt ikki Ísraelsmenn fara av landi sínum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul