Onnur Mósebók kap. 30

Uppsetan
v. Other Elements in the Tabernacle
30:1-38:1
1. The Altar of Incense
30:1-10:1
1 „Framvegis skalt tú gera altar at brenna roykilsi á; av akasiuviði skalt tú gera tað.
2 Tað skal vera alin langt og alin breitt, fýrhyrnt, og tvær alin høgt; horn tess skulu vera áføst við tað.
3 Tú skalt klæða tað við reinum gulli, bæði omaná og síðurnar, rundanum, og hornini; og tú skalt gera rond av gulli á tað, rundanum.
4 So skalt tú gera tveir gullringar til tað og seta teir niðri undir rondini á báðar síðurnar; á síðustykkini bæði skalt tú seta teir; teir skulu vera at stinga stengurnar í, so altarið kann verða borið á teimum.
6 Hetta altar skalt tú seta framman fyri forhangið, ið hongur framman fyri vitnisburðarørkina, framman fyri náðistólin, ið er yvir vitnisburðinum, har sum Eg skal opinbera Meg fyri tær.
7 Áron skal brenna angandi roykilsi á tí; hvønn morgun, táið hann ger lampurnar í stand, skal hann brenna tað.
8 Sama skal hann gera, táið hann um sólsetur setur lampurnar upp; hetta skal vera hitt dagliga roykilsisofrið fyri ásjón HARRANS, mann eftir mann.
9 Tit mugu einki fremmant roykilsi ofra á tí, ei heldur brennioffur ella matoffur, og tit mugu ikki hella drykkjuoffur á tað.
10 Men eina ferð um árið skal Áron gera bót fyri horn tess; við blóðinum av bótsyndofrinum skulu hann og eftirmenn hansara eina ferð um árið gera bót fyri altarið, mann eftir mann. Tað er háheilagt fyri HARRANUM.“
2. The Census
30:11-16:1
12 „Táið tú tekur manntal av Ísraelsmonnum, skulu allir teir, ið koma í manntalið, geva HARRANUM loysigjald fyri lív sítt, táið teir verða taldir, so eingin vanlukka skal ráma teir, fyri tað at teir verða taldir.
13 Ein og hvør, ið kemur í manntalið, skal lata hálvan sekul eftir halgidómsvektini – 20 gerur í seklinum; hesin hálvi sekul er offurgáva til HARRAN.
14 Ein og hvør, ið kemur í manntalið – frá tjúguáraaldri og uppeftir – skal lata hesa gávu til HARRAN.
15 Hin ríki má ikki geva meir, og hin fátæki ikki minni, enn hálvan sekul, táið tit lata offurgávu HARRANS sum loysigjald fyri lív tykkara.
16 Og tú skalt taka við loysigjaldinum frá Ísraelsmonnum og nýta tað til tænastuna við samkomutjaldið; tað skal soleiðis vera til at minna um Ísraelsmenn fyri ásjón HARRANS – til loysigjald fyri lív tykkara.“
3. The Bronze Basin
30:17-21:1
18 „Tú skalt gera ílat av kopari at vaska sær í, og fótur tess skal vera av kopari; tað skalt tú seta millum samkomutjaldið og altarið og hava vatn í tí.
20 Táið teir fara inn í samkomutjaldið, skulu teir vaska sær í vatni, fyri at teir skulu ikki doyggja, og líkaleiðis táið teir stíga fram at altarinum at gera tænastu og brenna eldoffur fyri HARRANUM.
21 Teir skulu vaska sær um hendurnar og føturnar, fyri at teir skulu ikki doyggja; hetta skal vera teimum ævig lóg, honum og avkomi hansara, mann eftir mann.“
23 „Tak tær kryddurtir, av tí besta, ið er: Av reinasta myrra 500 seklar, av ektaðum kanelbarki hálvt so mikið, 250 seklar, av kalmus av fínasta slagi 250 seklar,
25 Av hesum skalt tú gera heilaga salvuolju, kryddsalvu, slíka sum salvublandarar gera hana; heilag salvuolja skal tað vera.
27 borðið við øllum tí, ið til hoyrir, ljósastakan við tí, ið til hoyrir, roykilsisaltarið,
28 brennioffuraltarið við øllum tí, ið til hoyrir, og vatnílatið við fótinum, ið tað stendur á.
29 Soleiðis skalt tú halga tey, so tey verða háheilag; hvør tann, ið nemur við tey, verður heilagur.*
30 Á sama hátt skalt tú salva Áron og synir hansara og halga teir at tæna Mær sum prestar.
31 Men við Ísraelsmenn skalt tú siga so: „Hetta skal vera heilaga salvuolja Mín hjá tykkum, mann eftir mann.
32 Hon má ikki koma á likamið á nøkrum øðrum menniskja, og tit mugu onga aðra salvu gera, blandaða soleiðis sum hana; heilag er hon, heilag skal hon vera tykkum.
33 Tann, ið ger slíka salvu, og tann, ið nýtir hana á ein, ið ikki er vígdur, hann skal verða týndur úr fólki sínum.““
5. The Incense
30:34-38:1
34 HARRIN talaði framvegis við Móses; Hann segði: „Tak tær roykilsisurtir, staktu, onyksskel og galban, hesi trý sløgini av kryddurtum, og hartil reint virak, líka nógv av hvørjum!
35 Av hesum skalt tú gera kryddroykilsi, slíkt sum salvublandarar gera, saltað, reint, heilagt.
36 Og nakað av tí skalt tú stoyta fínt og leggja framman fyri vitnisburðin í samkomutjaldinum, har sum Eg skal koma á fund við teg. Háheilagt skal tað vera tykkum.
37 Einki annað roykilsi mugu tit gera, blandað soleiðis sum hetta; heilagt fyri HARRANUM skal tað vera tær.
38 Tann, ið ger slíkt roykilsi – at njóta angan frá tí – hann skal verða týndur úr fólki sínum.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul