Onnur Mósebók kap. 24

Uppsetan
e. The Covenant Sealed
24:1-18:1
1 Við Móses segði Hann: „Komið niðan til HARRAN, tú og Áron, Nadab og Abihu og 70 av hinum elstu í Ísrael, og tilbiðið uttan at koma nær!
2 Bert Móses skal koma HARRANUM nær, ikki hinir; og ei heldur má fólkið koma niðan hagar við honum.“
3 Móses kom nú og kunngjørdi fólkinum øll orð HARRANS og øll lógboðini; og fólkið svaraði, øll sum eitt: „Øll boðini, ið HARRIN hevur givið, skulu vit halda!“
4 So skrivaði Móses upp øll orð HARRANS. Og morgunin eftir fór hann tíðliga upp og reisti altar undir fjallinum og reisti tólv minnissteinar fyri tær tólv ættir Ísraels.
5 Síðani sendi hann nakrar ungar menn av Ísraelsmonnum hagar at ofra brennioffur og sláturoffur, og teir drópu tarvar og ofraðu HARRANUM takkoffur.
6 Móses tók helvtina av blóðinum og stoytti tað í offurskálirnar; hina helvtina av blóðinum sletti hann á altarið.
7 So tók hann sáttmálabókina og las hana upp fyri fólkinum. Og tey søgdu: „Vit skulu gera alt tað, ið HARRIN hevur sagt, og akta Hann!“
8 Nú tók Móses blóðið og sletti tað á fólkið; og hann segði: „Hetta blóð skal bera vitni um sáttmálan, ið HARRIN hevur gjørt við tykkum, og sum er grundaður á øll hesi orð.“
9 Síðani fóru teir niðan hagar, Móses, Áron, Nadab, Abihu og 70 av hinum elstu í Ísrael.
10 Og teir sóu Gud Ísraels; undir fótum Hansara var sum gólv av safirsteini, so klárt sum himmalin sjálvur.
11 Men Hann lyfti ikki hondina móti høvdingum Ísraelsmanna; teir skoðaðu Gud, og teir ótu og drukku.
12 HARRIN segði nú við Móses: „Kom niðan á fjallið til Mín og verð verandi har, so skal Eg lata teg fáa steintalvurnar og lógirnar og boðið, sum Eg havi skrivað upp fyri at vegleiða tey!“
13 Tá fór Móses avstað við tænara sínum Josva; og Móses fór niðan á gudsfjallið.
14 Men við hinar elstu segði hann: „Bíðið eftir okkum her, inntil vit koma aftur til tykkara! Áron og Hur eru jú hjá tykkum; tann, ið hevur søk, kann fara til teirra!“
16 Dýrd HARRANS hvíldi á Sinaifjalli, og tað var fjalt í skýnum seks dagar; men sjeynda dagin rópti Hann á Móses út úr skýnum;
17 og fyri eygum Ísraelsmanna var dýrd HARRANS at síggja sum oyðandi eldur á fjalstindinum.
18 Tá fór Móses inn í skýggið og fór niðan á fjallið. Og Móses var á fjallinum 40 dagar og 40 nætur.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul