Onnur Mósebók kap. 16

Uppsetan
ii. The Manna from Heaven
16:1-36:1
1 Síðani fóru tey avstað úr Elim, og tann fimtanda í øðrum mánaði eftir at tey vóru farin út av Egyptalandi, kom øll samkoma Ísraelsmanna til oyðimørkina Sin, ið liggur millum Elim og Sinai.
3 Ísraelsmenn søgdu við teir: „Høvdu vit bert doyð fyri hond HARRANS í Egyptalandi, har sum vit sótu við kjøtpottarnar og fingu etið okkum mett av breyði! Tit eru farnir út í hesa oyðimørk við okkum at lata alt hetta nógva fólk doyggja í hungri!“
4 Tá segði HARRIN við Móses: „Eg skal lata breyð av himli regna niður til tykkara, og fólkið skal hvønn dag fara út og sanka so mikið, sum teimum dagliga tørvar; soleiðis skal Eg royna tey, um tey vilja fylgja lóg Míni ella ikki.
5 Og táið tey tann sætta dagin gera til tað, ið tey hava havt til hús við sær, skal tað vera dupult so mikið, sum tey sanka hinar dagarnar.“
6 Móses og Áron søgdu so við allar Ísraelsmenn: „Í kvøld skulu tit sanna, at tað er HARRIN, sum hevur ført tykkum út av Egyptalandi;
7 og í morgin skulu tit fáa dýrd HARRANS at síggja; tí Hann hevur hoyrt, hvussu tit knarra inn á HARRAN; hvat eru vit, at tit knarra inn á okkum!“
8 Og Móses legði aftrat: „Tit skulu fáa tað at síggja, táið HARRIN í kvøld gevur tykkum kjøt at eta og í morgin breyð, so tit verða mett; tí HARRIN hevur hoyrt, hvussu tit knarra inn á Hann. Hvat eru vit! Tað er ikki inn á okkum, tit knarra, tað er inn á HARRAN!“
9 Móses segði nú við Áron: „Sig við alla samkomu Ísraelsmanna: „Stígið fram fyri ásjón HARRANS, tí Hann hevur hoyrt, hvussu tit knarra!““
10 Táið so Áron segði tað við alla samkomu Ísraelsmanna, vendu tey sær móti oyðimørkini, og tá opinberaðist dýrd HARRANS í skýnum.
12 „Eg havi hoyrt, hvussu Ísraelsmenn knarra. Sig við teir: „Um sólsetur skulu tit fáa kjøt at eta, og í morgin skulu tit fáa breyð at metta tykkum við; so skulu tit sanna, at Eg eri HARRIN Gud tykkara!““
13 Um kvøldið komu lynghøsn og duttu í tjúkkum lagi niður yvir tilhaldið, og morgunin eftir var nógv døgg rundan um tilhaldið.
14 Og táið avsett var, lá yvir oyðimørkini nakað fínt, líkasum korn, nakað fínt, sum líktist rími á jørðini.
15 Táið Ísraelsmenn sóu tað, spurdu teir hvør annan: „Hvat er hatta?“ – Teir vistu ikki, hvat tað var. Men Móses segði við teir: „Hatta er breyðið, ið HARRIN hevur givið tykkum til føði.
16 Og hetta er boð HARRANS: Tit skulu sanka av tí, hvør so mikið sum honum tørvar, ein omer til mans eftir talinum á húsfólki tykkara; ein og hvør skal taka til teirra, sum í tjaldi hansara eru.“
18 Og táið teir máldu tað í omermálinum, hevði tann, ið nógv hevði sankað, einki til avlops, og tann, ið lítið hevði sankað, hevði ikki ov lítið; ein og hvør hevði sankað so mikið, sum honum tørvaði.
20 Teir aktaðu tó ikki Móses; nei, summir goymdu nakað av tí til morgunin eftir; tá var tað fult av maðki og stinkaði, og Móses varð illur við teir.
21 Soleiðis sankaðu teir nú hvønn morgun, hvør so mikið sum honum tørvaði. Men táið sólin brendi heit, bráðnaði tað.
22 Sætta dagin sankaðu teir dupult so mikið breyð, tveir omerar til mans. Og allir høvdingar samkomunnar komu og søgdu Mósesi tað.
23 Men hann segði við teir: „Hetta er júst, sum HARRIN hevur sagt. Í morgin er hvíludagur, heilagur sabbatur fyri HARRANUM; bakið nú tað, ið tit ætla at baka, og kókið tað, ið tit ætla at kóka! Og alt tað, ið av loypur, skulu tit hava eftir og goyma til í morgin.“
24 Teir lótu tað tá liggja til dagin eftir, soleiðis sum Móses hevði sagt við teir; men nú fór tað ikki at stinka, og ikki kom maðkur í tað.
25 Tá segði Móses: „Etið hetta í dag! Tí í dag er sabbatur fyri HARRANUM; í dag finna tit einki á markini.
26 Seks dagar skulu tit savna av tí; men sjeynda dagin, sabbatin, verður einki at finna av tí.“
27 Kortini fóru nakrir av fólkinum út at sanka saman sjeynda dagin; men teir funnu einki.
28 Tá segði HARRIN við Móses: „Hvussu leingi ætla tit at seta tykkum ímóti at halda boð Míni og lógir Mínar!
29 Hugsið tó um, at HARRIN hevur givið tykkum sabbatin! Tí gevur Hann tykkum sætta dagin breyð fyri tveir dagar. Ein og hvør av tykkum skal verða, har sum hann er, eingin má fara frá húsum sjeynda dagin!“
31 Ísraelsmenn róptu tað manna; tað líktist korianderfræi, var hvítt og smakkaði sum hunangskøka.
32 Framvegis segði Móses: „Hetta er boð HARRANS: Fyllið ein omer av tí og goymið hann til eftirkomarar tykkara, so teir kunnu síggja breyðið, ið Eg gav tykkum at eta í oyðimørkini, táið Eg leiddi tykkum út av Egyptalandi!“
33 So segði Móses við Áron: „Tak eina krukku, lat ein omer av manna í hana og set hana framman fyri ásjón HARRANS at verða goymda til eftirkomarar tykkara!“
34 Áron gjørdi, sum HARRIN hevði álagt Mósesi; hann setti hana framman fyri vitnisburðin at verða goymda.
35 Í 40 ár ótu Ísraelsmenn manna – inntil teir komu í bygt land; teir ótu manna, líka til teir komu til mark Kána’anslands.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul