Onnur Mósebók kap. 17

Uppsetan
iii. Water from the Rock
17:1-7:1
1 Síðani fór øll samkoma Ísraels avstað úr oyðimørkini Sin og ferðaðist í dagsferðum eftir boði HARRANS. Men táið tey gjørdu steðg í Refidim, hevði fólkið einki vatn at drekka.
2 Tá kjakaðist fólkið við Móses og segði: „Lat okkum fáa vatn at drekka!“ Móses svaraði teimum: „Hví kjakast tit við meg? Hví freista tit HARRAN?“
3 Men fólkið tysti har eftir vatni og knarraði inn á Móses og segði: „Hví ert tú farin av Egyptalandi við okkum? Var tað til at lata okkum og børn okkara og fæ okkara doyggja av tosta?“
4 Tá rópti Móses til HARRAN og segði: „Hvat skal eg gera við hetta fólk! Tað vantar lítið á, at tey steina meg!“
5 Men HARRIN segði við Móses: „Stíg fram fyri fólkið, og tak við tær nakrar av teimum elstu í Ísrael! Stavin, ið tú slóst Nilá við, tak hann í hondina og far so!
6 Eg skal standa har framman fyri teg á klettinum við Horeb, og tú skalt sláa á klettin; so skal vatn renna út úr honum, so fólkið fær at drekka.“ – Hetta gjørdi nú Móses, so teir elstu í Ísrael sóu.
7 Og hann gav hesum staðnum navnið Massa og Meriba, tí Ísraelsmenn høvdu har kjakast og freistað HARRAN og sagt: „Er HARRIN ímillum okkara ella ikki?“
iv. The Amalekites Attack
17:8-16:1
9 Tá segði Móses við Josva: „Vel okkum menn og far í morgin út í bardaga við Amalekitar! Eg skal standa ovast á høvdini við stavi Guds í hondini.“
10 Josva gjørdi, sum Móses hevði sagt við hann, og fór í bardaga við Amalekitar; og Móses, Áron og Hur fóru heilt niðan á høvdina.
11 So leingi sum nú Móses helt hondini upp, stóð Ísraelsmonnum til vinning; men táið hann læt hondina søkka, stóð Amalekitum til vinning.
12 Og táið Móses møddist í hondunum, tóku teir stein og løgdu undir hann; hann setti seg so á hann, og Áron og Hur styðjaðu hondum hansara, hvør sínumegin; soleiðis vóru hendur hansara upplyftar, alla tíðina inntil sólin gekk undir.
14 Tá segði HARRIN við Móses: „Skriva hetta í bók, so tað kann verða minst, og prenta tað inn í Josva! Tí Eg skal so heilt strika út minnið um Amalekitar undir himli!“
16 Og hann segði: „Hond er rætt út úr hásæti HARRANS: „HARRIN hevur kríggj við Amalek mann eftir mann!““
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul