Onnur Mósebók kap. 1

Uppsetan
1. Israel in Egypt
1:1-2:25
a. Israel Multiplies
1:1-7:1
1 Hetta eru nøvnini á sonum Ísraels, ið komu til Egyptalands; saman við Jákupi komu teir, hvør við húsfólki sínum:
7 Og Ísraelsmenn nørdust og tóku til, vuksu í tali og vórðu ovurhonds nógvir; landið varð fult av teimum.
b. Israel is Oppressed
1:8-22:1
9 Hann segði við fólk sítt: „Tit síggja, at Ísraelsfólk er størri og sterkari enn vit!
10 Men nú skulu vit bera okkum klókt at við tey, fyri at tey skulu ikki verða ov mong; annars kundi borið á – um kríggj verður – at tey fara í part við fíggindar okkara og berjast móti okkum og rýma síðani av landinum.“
11 So settu teir arbeiðsfútar yvir tey, at plága tey við trælaarbeiði. Tey máttu byggja Farao tveir býir at goyma føði í, Pitom og Ra’amses.
12 Men tess meiri teir plágaðu tey, tess meiri nørdust tey, og tess meiri breiddu tey seg út, so at Egyptar fóru at ræðast Ísraelsmenn.
14 og gjørdu teimum lívið beiskt við tungum arbeiði upp á leir og tigulstein og við alskyns trælaarbeiði á markini, við trælaarbeiði av øllum slagi, sum teir tvingaðu tey at gera.
15 Kongurin í Egyptalandi segði nú við tær hebraisku jarðarmøðurnar – onnur teirra æt Sifra, og onnur Pua:
16 „Táið tit hjálpa teimum hebraisku kvinnunum at eiga, ansið tá væl eftir, táið barnið kemur! Er tað drongur, so drepið hann, men er tað genta, so kann hon liva!“
17 Men jarðarmøðurnar óttaðust Gud og gjørdu ikki, sum kongurin í Egyptalandi segði við tær – tær lótu dreingjabørnini liva.
18 Tá sendi kongurin í Egyptalandi boð eftir jarðarmøðrunum og segði við tær: „Hví bera tit tykkum so at og lata dreingjabørnini liva!“
19 Men jarðarmøðurnar svaraðu Farao: „Tær hebraisku kvinnurnar eru ikki sum tær egyptisku – tær eru so raskar; áðrenn jarðarmóðirin kemur til teirra, hava tær longu átt!“
20 – Og Gud læt gangast jarðarmøðrunum væl; og fólkið nørdist og varð ovurhonds nógv í tali.
22 Tá gav Farao øllum fólki sínum hetta boð: „Øll dreingjabørn, ið fødd verða,* skulu tit kasta í Nilá, men gentubørnini kunnu tit lata liva!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul