pinkudagur
430 versir um "pinkudagur"
Versir
Síða 7 av 9Ápostlasøgan 5:30 Ápostlasøgan
Gud fedra okkara reisti upp Jesus, sum tit drópu við at heingja Hann á træ.
Ápostlasøgan 5:31 Ápostlasøgan
Hann hevur Gud sett høgt við høgru hond Sína til høvdinga og frelsara fyri at geva Ísrael umvending og syndafyrigeving.
Ápostlasøgan 5:32 Ápostlasøgan
Vit eru vitni Hansara um hetta – og Heilagi Andin við – Hann, sum Gud hevur givið teimum, ið lýða Hann.“
Ápostlasøgan 5:33 Ápostlasøgan
Táið teir hoyrdu hetta, skar tað teir í hjartað, og teir løgdu upp ráð um at drepa teir.
Ápostlasøgan 5:34 Ápostlasøgan
Men tá reistist í ráðnum Fariseari, ið æt Gamaliel, lóglærari, sum var nógv umhildin av øllum fólkinum; hann segði, at teir skuldu lata menninar fara út eitt sindur.
Ápostlasøgan 5:35 Ápostlasøgan
So segði hann við teir: „Tit menn av Ísrael! Ansið tykkum væl, hvat tit gera við hesar menn!
Ápostlasøgan 5:36 Ápostlasøgan
Nakað síðani steig Teudas fram; hann segði seg at vera nakað, og flokkur av monnum fór at halda seg aftrat honum, okkurt um 400. Men hann varð dripin, og allir, ið trúðu honum, spjaddust og vórðu til einkis.
Ápostlasøgan 5:37 Ápostlasøgan
Eftir hann steig Judas úr Galilea fram – tað var, táið skattaútskrivingin var; hann fekk mongd av fólki at fylgja sær eftir. Men eisini hann læt lív, og øll, sum trúðu honum, vórðu spjadd sundur.
Ápostlasøgan 5:38 Ápostlasøgan
Nú sigi eg tykkum: Haldið tykkum frá hesum monnum, og gevið teimum frið! Tí er hetta ráð ella hetta verk frá menniskjum, so kemur tað upp í einki.
Ápostlasøgan 5:39 Ápostlasøgan
Og er tað frá Gudi, kunnu tit ikki gera teir til einkis. Verðið ikki funnir slíkir, sum stríða móti Gudi!“
Ápostlasøgan 5:40 Ápostlasøgan
Teir aktaðu nú hann; teir kallaðu ápostlarnar inn aftur og lótu teir húðfleingja og forbuðu teimum at tala í navni Jesusar. So lótu teir teir fara.
Ápostlasøgan 5:41 Ápostlasøgan
Teir fóru so burtur frá ráðnum, glaðir um, at teir vóru hildnir verdir at verða vanærdir fyri navnsins skuld.
Ápostlasøgan 5:42 Ápostlasøgan
Og teir góvu ikki uppat at læra hvønn dag í templinum og í húsunum og at kunngera evangeliið um Kristus Jesus.
Ápostlasøgan 6:1 Ápostlasøgan
Á hesum døgum, táið tal lærisveinanna vaks, byrjaðu Jødarnir, ið talaðu grikskt, at knarra móti Hebrearum um tað, at einkjur teirra fingu minni enn hinar við hina dagligu útbýtingina.
Ápostlasøgan 6:2 Ápostlasøgan
Tá kallaðu hinir tólv saman allan lærisveinaflokkin og søgdu: „Ikki sømir seg, at vit fara frá orði Guds til at tæna við borðini.
Ápostlasøgan 6:3 Ápostlasøgan
Útveljið tí millum tykkara, brøður, sjey menn, sum hava góðan vitnisburð um seg og eru fullir av Anda og vísdómi! Teir skulu vit so seta at røkja hetta starv.
Ápostlasøgan 6:4 Ápostlasøgan
Men vit skulu trúliga halda á í bønini og tænastu orðsins.“
Ápostlasøgan 6:5 Ápostlasøgan
Hesi orð líkaði allari samkomuni væl. Teir valdu so Stefanus, mann, ið fullur var av trúgv og Heilaga Andanum, harnæst Filip, Prokorus, Nikanor, Timon, Parmenas og Nikolaus, mann úr Antiokia, sum hevði tikið við trúgv Jødanna.
Ápostlasøgan 6:6 Ápostlasøgan
Hesar lótu teir stíga fram fyri ápostlarnar, og teir bóðu og løgdu hendurnar á teir.
Ápostlasøgan 6:7 Ápostlasøgan
Orð Guds hevði framgongd, og tal lærisveinanna í Jerusalem vaks í stórum. Stórur hópur av prestunum gjørdist trúnni lýðin.
Ápostlasøgan 6:8 Ápostlasøgan
Stefanus var fullur av náði og kraft og gjørdi undur og stór tekin millum fólkið.
Ápostlasøgan 6:9 Ápostlasøgan
Tá stigu fram nakrir úr sýnagoguni, sum kallað er eftir hinum frígivnu og eftir monnum úr Kýrene og Aleksandria, somuleiðis nakrir av teimum úr Kilikia og Asia; og teir kjakaðust við Stefanus.
Ápostlasøgan 6:10 Ápostlasøgan
Men teir vóru ikki førir fyri at standa móti vísdóminum og Andanum, ið hann talaði av.
Ápostlasøgan 6:11 Ápostlasøgan
Tá fingu teir eftir loyniligari avgerð nakrar menn at siga: „Vit hava hoyrt hann tala spottandi orð móti Mósesi og móti Gudi!“
Ápostlasøgan 6:12 Ápostlasøgan
Teir østu so upp fólkið og hinar elstu og skriftlærdu, og teir løgdu hond á hann, drógu hann við sær og leiddu hann fyri ráðið.
Ápostlasøgan 6:13 Ápostlasøgan
So førdu teir fram lygivitni, ið søgdu: „Hetta menniskja gevur ikki uppat at tala móti hesum heilaga staði og móti lógini!
Ápostlasøgan 6:14 Ápostlasøgan
Tí vit hava hoyrt hann siga, at hesin Jesus úr Nazaret skal bróta niður hetta stað og broyta siðirnar, ið Móses gav okkum.“
Ápostlasøgan 6:15 Ápostlasøgan
Táið nú allir, sum í ráðnum sótu, stardu á hann, var andlit hansara teimum eins og andlitið á eingli.
Ápostlasøgan 7:1 Ápostlasøgan
Høvuðspresturin segði nú: „Er hetta so?“
Ápostlasøgan 7:2 Ápostlasøgan
Hann svaraði: „Brøður og fedrar, hoyrið meg! Gud dýrdarinnar vísti Seg fyri faðir okkara Ábrahami, meðan hann var í Mesopotamia, áðrenn hann búsettist í Karan,
Ápostlasøgan 7:3 Ápostlasøgan
og segði við hann: „Far úr landi tínum og frá skyldfólki tínum, og far til landið, ið Eg skal vísa tær!“
Ápostlasøgan 7:4 Ápostlasøgan
Tá fór hann avstað úr Kaldearalandi og búsettist í Karan. Og táið faðir hansara var deyður, flutti Gud hann haðani til hetta landið, sum tit nú búgva í.
Ápostlasøgan 7:5 Ápostlasøgan
Men Hann gav honum ongan arvalut í tí, ikki so mikið sum fótbreidd; men Hann lovaði at geva honum tað í ogn og avkomi hansara eftir hann, tóat hann einki barn átti.
Ápostlasøgan 7:6 Ápostlasøgan
Gud talaði so: „Avkom hansara skal búgva sum útlendingar í fremmandum landi, og teir skulu gera tey til trælir og fara illa við teimum í 400 ár.
Ápostlasøgan 7:7 Ápostlasøgan
Men fólkið, ið tey skulu træla undir, skal Eg døma“ – segði Gud – „og so skulu tey fara út haðani og skulu tæna Mær á hesum staði.“
Ápostlasøgan 7:8 Ápostlasøgan
Hann gav honum umskeringarsáttmálan. So fekk hann sonin Ísak og umskar hann áttanda dagin; Ísakur fekk Jákup, og Jákup hinar tólv ættarfedrarnar.
Ápostlasøgan 7:9 Ápostlasøgan
Ættarfedrarnir bóru øvund móti Jósefi og seldu hann til Egyptalands. Men Gud var við honum,
Ápostlasøgan 7:10 Ápostlasøgan
bjargaði honum úr øllum trongdum hansara og gav honum náði og vísdóm fyri eygum Faraos egyptalandskongs, sum setti hann til høvdinga yvir Egyptalandi og øllum húsi sínum.
Ápostlasøgan 7:11 Ápostlasøgan
So kom hungur um alt Egyptaland og Kána’an, og stór trongd, og fedrar okkara funnu ikki føði.
Ápostlasøgan 7:12 Ápostlasøgan
Men táið Jákup fekk at frætta, at korn var í Egyptalandi, sendi hann fedrar okkara hagar, fyrst eina ferð.
Ápostlasøgan 7:13 Ápostlasøgan
Og aðru ferð varð Jósef kendur aftur av brøðrum sínum, og Farao fekk at vita um ætt Jósefs.
Ápostlasøgan 7:14 Ápostlasøgan
Tá sendi Jósef boð og læt faðir sín, Jákup, og alla ætt sína kalla til sín, 75 sálir.
Ápostlasøgan 7:15 Ápostlasøgan
Jákup fór nú suður til Egyptalands. Og hann og fedrar okkara doyðu.
Ápostlasøgan 7:16 Ápostlasøgan
Teir vórðu fluttir til Sikem og lagdir í grøvina, sum Ábraham hevði keypt frá sonum Hemor í Sikem fyri virði í peningi.
Ápostlasøgan 7:17 Ápostlasøgan
Sum nú tíðin nærkaðist, táið lyftið skuldi ganga út, sum Gud hevði givið Ábrahami, vaks fólkið og nørdist í Egyptalandi,
Ápostlasøgan 7:18 Ápostlasøgan
inntil annar kongur steig fram, sum einki visti um Jósef.
Ápostlasøgan 7:19 Ápostlasøgan
Hann nýtti svik móti fólki okkara, fór illa við fedrum okkara og noyddi tey at seta út nýføddu børn síni, so tey skuldu ikki koma at liva.
Ápostlasøgan 7:20 Ápostlasøgan
Um ta tíðina varð Móses føddur, og hann var vakur fyri Gudi. Tríggjar mánaðir varð hann fostraður í húsi faðirs síns.
Ápostlasøgan 7:21 Ápostlasøgan
Og táið hann var settur út, tók dóttir Farao hann upp og fostraði hann sum sín egna son.
Ápostlasøgan 7:22 Ápostlasøgan
Móses varð so lærdur upp í øllum vísdómi Egypta, og megi var í orðum og verkum hansara.