Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

pinkudagur

430 versir um "pinkudagur"

Versir

Síða 9 av 9
Ápostlasøgan 8:13 Ápostlasøgan

Eisini Símun sjálvur kom til trúnna, og táið hann var doyptur, helt hann seg nær at Filip. Táið hann nú sá tekinini og kraftargerðirnar, ið gjørd vórðu, varð hann rættiliga ovfarin.

2
Ápostlasøgan 8:14 Ápostlasøgan

Táið ápostlarnir í Jerusalem fingu at hoyra, at Samaria hevði tikið við orði Guds, sendu teir Pætur og Jóhannes til teirra.

2
Ápostlasøgan 8:15 Ápostlasøgan

Táið teir komu hagar, bóðu teir fyri teimum, at tey skuldu fáa Heilaga Andan.

2
Ápostlasøgan 8:16 Ápostlasøgan

Tí Hann var ikki enn fallin á nakað av teimum; tey vóru bert doypt til navn Harrans Jesusar.

2
Ápostlasøgan 8:17 Ápostlasøgan

Teir løgdu tá hendurnar á tey, og tey fingu Heilaga Andan.

2
Ápostlasøgan 8:18 Ápostlasøgan

Táið Símun tá sá, at Heilagi Andin varð givin, við at ápostlarnir løgdu hendurnar á tey, kom hann við peningi til teirra og segði:

2
Ápostlasøgan 8:19 Ápostlasøgan

„Gevið eisini mær hetta vald, at tann, ið eg leggi hendurnar á, fær Heilaga Andan!“

2
Ápostlasøgan 8:20 Ápostlasøgan

Tá segði Pætur við hann: „Til grundar gangi silvur títt, og tú sjálvur við, táið tú heldur teg kunna keypa gávu Guds fyri pening!

2
Ápostlasøgan 8:21 Ápostlasøgan

Tú hevur hvørki part ella lut í hesum orði, tí hjarta títt er ikki rætt fyri Gudi.

2
Ápostlasøgan 8:22 Ápostlasøgan

Umvend teg tí frá hesum óndskapi tínum og bið til Harran, so hugsan hjarta tíns kanska kann verða tær fyrigivin!

2
Ápostlasøgan 8:23 Ápostlasøgan

Tí eg síggi, at tú liggur í beiskleikagalli og órættvísileinkju.“

2
Ápostlasøgan 8:24 Ápostlasøgan

Tá svaraði Símun: „Biðið tit til Harran fyri mær, at einki av tí, sum tit hava sagt, skal koma á meg!“

2
Ápostlasøgan 8:25 Ápostlasøgan

Táið teir nú høvdu vitnað og talað orð Harrans, fóru teir aftur til Jerusalem, og teir kunngjørdu evangeliið í nógvum av bygdum Samverja.

2
Ápostlasøgan 8:26 Ápostlasøgan

Eingil Harrans talaði til Filip og segði: „Reis teg og far suðureftir – eftir vegnum, ið gongur úr Jerusalem oman til Gaza!“ – Hesin vegur er oyðin.

2
Ápostlasøgan 8:27 Ápostlasøgan

Hann reistist tá og fór. Og har var Etiopari, hirðmaður, høgur maður hjá Kandake drotning í Etiopia; hann var settur yvir allar skattir hennara. Hann var komin til Jerusalem at tilbiðja

2
Ápostlasøgan 8:28 Ápostlasøgan

og var nú heimaftur á veg; hann sat í vagni sínum og las Esaias profet.

2
Ápostlasøgan 8:29 Ápostlasøgan

Tá segði Andin við Filip: „Far og halt teg nær at hasum vagni!“

2
Ápostlasøgan 8:30 Ápostlasøgan

Filip rann tá hagar og hoyrdi hann lesa Esaias profet; og hann segði: „Skilir tú tað, ið tú lesur?“

2
Ápostlasøgan 8:31 Ápostlasøgan

Hann svaraði: „Hvussu skal eg kunna tað, uttan onkur vegleiðir meg!“ Og hann bað Filip koma upp og seta seg hjá sær.

2
Ápostlasøgan 8:32 Ápostlasøgan

Stykkið av skriftini, ið hann las, var hetta: „Eins og seyður varð Hann leiddur avstað at verða dripin, og eins og lambið tegir fyri honum, ið roytir tað, so letur Hann ikki upp munnin.

2
Ápostlasøgan 8:33 Ápostlasøgan

Í tí at Hann varð settur lágt, varð dómur Hansara tikin burtur; og hvør kann siga frá ætt Hansara! Tí lív Hansara verður tikið burtur av jørðini.“

2
Ápostlasøgan 8:34 Ápostlasøgan

Hirðmaðurin tók tá til orða og segði við Filip: „Eg biði teg, sig mær: Um hvønn sigur profeturin hetta, um seg sjálvan ella um ein annan?“

2
Ápostlasøgan 8:35 Ápostlasøgan

Tá læt Filip upp munnin; hann gekk út frá hesum skriftstaði og kunngjørdi honum evangeliið um Jesus.

2
Ápostlasøgan 8:36 Ápostlasøgan

Sum teir nú ferðaðust fram eftir vegnum, komu teir fram á vatn, og hirðmaðurin segði: „Hygg, her er vatn – hvat forðar fyri, at eg verði doyptur?“

2
Ápostlasøgan 8:37 Ápostlasøgan

Filip svaraði: „Trýrt tú av øllum hjarta tínum, so kann tað verða gjørt.“ Hann svaraði: „Eg trúgvi, at Jesus Kristus er Sonur Guds!“*

2
Ápostlasøgan 8:38 Ápostlasøgan

Tá beyð hann, at vagnurin skuldi steðga, og teir fóru báðir niður í vatnið, Filip og hirðmaðurin; og hann doypti hann.

2
Ápostlasøgan 8:39 Ápostlasøgan

Táið teir so komu upp úr vatninum, rykti Andi Harrans Filip burtur, og hirðmaðurin sá hann ikki aftur; tí hann fór leið sína við gleði.

2
Ápostlasøgan 8:40 Ápostlasøgan

Men Filip varð funnin í Asdod, og hann fór um og kunngjørdi evangeliið í øllum býunum, inntil hann kom til Kesarea.

2
Ápostlasøgan 11:15 Ápostlasøgan

Táið eg so var farin at tala, fall Heilagi Andin á tey eins og á okkum í upphavi.

2
Rómverjabrævið 10:13 Rómverjabrævið

Tí „hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.“

2