Pinkudagur / Pentecost
389 versir um "Pinkudagur / Pentecost"
Versir
Síða 5 av 8Ápostlasøgan 4:6 Ápostlasøgan
eisini Annas høvuðsprestur og Kaifas, Jóhannes, Aleksander og allir, ið vóru av høvuðsprestaætt.
Ápostlasøgan 4:7 Ápostlasøgan
Teir lótu leiða teir fram fyri seg og spurdu teir: „Við hvørji kraft ella við hvørjum navni hava tit gjørt hetta?“
Ápostlasøgan 4:8 Ápostlasøgan
Tá segði Pætur við teir, fyltur av Heilaga Andanum: „Tit ráðharrar og elstu fólksins!
Ápostlasøgan 4:9 Ápostlasøgan
Við tað at vit í dag verða tiknir til avhoyringar fyri vælgerð móti sjúkum manni – um, hvørjum hann er grøddur við,
Ápostlasøgan 4:10 Ápostlasøgan
so skulu tit allir og alt fólk Ísraels vita, at við navni Jesu Krists, Nazarearans, sum tit krossfestu, men sum Gud vakti upp frá hinum deyðu – við Honum er tað, hesin stendur frískur fyri eygum tykkara.
Ápostlasøgan 4:11 Ápostlasøgan
Hann er steinurin, ið vrakaður varð av tykkum, sum bygdu, men sum er vorðin hornsteinur.
Ápostlasøgan 4:12 Ápostlasøgan
Og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.“
Ápostlasøgan 4:13 Ápostlasøgan
Táið teir sóu, hvussu hugreystir Pætur og Jóhannes vóru, og dugdu at síggja, at teir vóru ólærdir og leikir menn, undraðust teir. Teir kendu teir aftur, at teir høvdu verið við Jesusi.
Ápostlasøgan 4:14 Ápostlasøgan
Og við tað at teir sóu mannin, ið grøddur var, standa hjá teimum, fingu teir ikki sagt ímóti.
Ápostlasøgan 4:15 Ápostlasøgan
Teir bóðu teir tá fara út frá ráðnum. So ráðførdu teir seg hvør við annan og søgdu:
Ápostlasøgan 4:16 Ápostlasøgan
„Hvat skulu vit gera við hesar menn? Tí at skilligt tekin er gjørt við teimum, er jú øllum opinbert, sum í Jerusalem búgva, og tað kunnu vit ikki nokta.
Ápostlasøgan 4:17 Ápostlasøgan
Men fyri at tað skal ikki breiða seg meiri út millum fólkið, so latið okkum strangliga hótta teir, ikki aftur at tala til nakað menniskja í hesum navni!“
Ápostlasøgan 4:18 Ápostlasøgan
So róptu teir teir inn og forbuðu teimum heilt at tala ella læra í navni Jesusar.
Ápostlasøgan 4:19 Ápostlasøgan
Men Pætur og Jóhannes svaraðu teimum: „Dømið sjálvir, um tað er rætt fyri Gudi at lýða tykkum meir enn Gud!
Ápostlasøgan 4:20 Ápostlasøgan
Vit kunnu jú ikki lata vera at tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt!“
Ápostlasøgan 4:21 Ápostlasøgan
Teir hóttu teir tá enn meir og lótu teir so fara. Tí fyri fólksins skuld sóu teir sær ongar vegir til at straffa teir, við tað at øll lovaðu Gudi fyri tað, sum hent hevði.
Ápostlasøgan 4:22 Ápostlasøgan
Tí maðurin, sum við hesum tekni var grøddur, var yvir 40 ár.
Ápostlasøgan 4:23 Ápostlasøgan
Táið teir nú vóru leysgivnir, komu teir til síni egnu og søgdu teimum frá øllum, ið høvuðsprestarnir og hinir elstu høvdu sagt við teir.
Ápostlasøgan 4:24 Ápostlasøgan
Táið tey hoyrdu tað, lyftu tey av einum hjarta upp rødd sína til Gud og søgdu: „Harri, Tú, sum hevur gjørt himmalin, jørðina og havið og alt, sum teimum er í!
Ápostlasøgan 4:25 Ápostlasøgan
Tú hevur við munni Dávids, tænara Tíns, sagt: „Hví froystu heidningarnir, og hví høvdu fólkini fáfongt í huga?
Ápostlasøgan 4:26 Ápostlasøgan
Kongar jarðarinnar reistust, og høvdingarnir tóku seg saman móti Harranum og móti hinum salvaða Hansara.“
Ápostlasøgan 4:27 Ápostlasøgan
Ja, av sonnum, í hesum býi hava teir tikið seg saman móti heilaga tænara Tínum, Jesusi, sum Tú salvaði – bæði Heródes og Pontius Pilatus, saman við heidningunum og fólkum Ísraels
Ápostlasøgan 4:28 Ápostlasøgan
– til at gera tað, sum hond Tín og ráð Títt frammanundan høvdu gjørt av, skuldi henda.
Ápostlasøgan 4:29 Ápostlasøgan
Og nú, Harri! Hav eyga við hóttum teirra, og gev tænarum Tínum at tala orð Títt við øllum dirvi,
Ápostlasøgan 4:30 Ápostlasøgan
við tað at Tú rættir út hond Tína til grøðing og letur tekin og undur henda við navni Jesusar, heilaga tænara Tíns!“
Ápostlasøgan 4:32 Ápostlasøgan
Allur flokkur teirra, ið komin vóru til trúgv, hevði eitt hjarta og eina sál; ikki ein segði um nakað av tí, sum hann átti, at tað var hansara egna; nei, tey høvdu alt í felagsskapi.
Ápostlasøgan 4:33 Ápostlasøgan
Við stórari kraft bóru ápostlarnir fram vitnisburðin um uppreisn Harrans Jesusar; og stór náði var yvir teimum øllum.
Ápostlasøgan 4:34 Ápostlasøgan
Tí ikki var eitt teirra, sum leið neyð; øll, ið áttu jørð og hús, seldu tað og komu við virði tess, sum tey høvdu selt,
Ápostlasøgan 4:35 Ápostlasøgan
og løgdu tað fyri føtur ápostlanna. Tað varð so býtt út til ein og hvønn, eftir sum honum tørvaði.
Ápostlasøgan 4:36 Ápostlasøgan
Jósef, sum av ápostlunum varð kallaður við tilnavninum Barnabas – tað er útlagt: Troystarsonur – Levitur, ættaður úr Kýpern –
Ápostlasøgan 4:37 Ápostlasøgan
seldi nakað av jørð, ið hann átti, og kom við peninginum og legði hann fyri føtur ápostlanna.
Ápostlasøgan 5:1 Ápostlasøgan
Ein maður, ið æt Ánanias, og Saffira, kona hansara, seldu ein eigindóm.
Ápostlasøgan 5:2 Ápostlasøgan
Men hann tók, so kona hansara visti av, nakað burtur av tí, sum hann hevði fingið fyri hann; bert einum parti av tí kom hann við og legði tað fyri føtur ápostlanna.
Ápostlasøgan 5:3 Ápostlasøgan
Tá segði Pætur: „Ánanias! Hví hevur Satan fylt hjarta títt, so tú skuldi lúgva fyri Heilaga Andanum og taka nakað burtur av tí, sum tú fekst fyri jørðina?
Ápostlasøgan 5:4 Ápostlasøgan
Var hon ikki tín, so leingi sum tú átti hana, og ráddi tú ikki yvir tí, sum hon varð seld fyri! Hví hevur tú sett tær hetta fyri í hjarta tínum? Tú hevur ikki logið fyri menniskjum, men fyri Gudi!“
Ápostlasøgan 5:5 Ápostlasøgan
Táið Ánanias hoyrdi hesi orð, fall hann niður og gav upp andan. Og stórur ótti kom á øll, ið hoyrdu hetta.
Ápostlasøgan 5:6 Ápostlasøgan
Hinir ungu menninir reistust nú, gjørdu hann til og bóru hann út og jarðaðu hann.
Ápostlasøgan 5:7 Ápostlasøgan
Okkurt um tríggjar tímar seinni kom kona hansara inn – hon visti einki um tað, ið hent hevði.
Ápostlasøgan 5:8 Ápostlasøgan
Pætur segði tá við hana: „Sig mær, var tað fyri hetta virði, tit seldu jørðina?“ Hon svaraði: „Ja, fyri hetta virði!“
Ápostlasøgan 5:9 Ápostlasøgan
Tá segði Pætur við hana: „Hvussu ber tað til, at tit eru vorðin samsint um at freista Anda Harrans? – Føtur teirra, ið hava jarðað mann tín, eru fyri durunum, og teir skulu bera teg út!“
Ápostlasøgan 5:10 Ápostlasøgan
Við tað sama fall hon niður fyri føtur hansara og gav upp andan; og táið hinir ungu menninir komu inn, funnu teir hana deyða. Teir bóru hana tá út og jarðaðu hana hjá manni hennara.
Ápostlasøgan 5:11 Ápostlasøgan
Stórur ótti kom á alla samkomuna og á øll, ið hoyrdu hetta.
Ápostlasøgan 5:12 Ápostlasøgan
Við hondum ápostlanna vórðu mong tekin og undur gjørd millum fólkið. Tey hildu seg av einum hjarta saman í súlugong Sálomons.
Ápostlasøgan 5:13 Ápostlasøgan
Av hinum tordi eingin at halda seg aftrat teimum; men fólkið prísaði teimum stórliga.
Ápostlasøgan 5:14 Ápostlasøgan
Fleiri og fleiri, sum trúðu, løgdust til Harran, bæði menn og kvinnur í hópatali.
Ápostlasøgan 5:15 Ápostlasøgan
Ja, tey bóru hini sjúku út á gøturnar og løgdu tey á seingir og beinkir, fyri at um ikki annað, so tó skuggi Pæturs kundi bera á summi av teimum, táið hann kom.
Ápostlasøgan 5:16 Ápostlasøgan
Eisini úr bygdunum har rundanum streymaði fólkið í hópatali til Jerusalem og hevði við sær sjúk og slík, sum plágað vóru av óreinum andum. Og tey vórðu øll grødd.
Ápostlasøgan 5:17 Ápostlasøgan
Tá reistust høvuðspresturin og allir teir, ið hildu við honum – Saddukearaflokkurin – og teir vórðu fullir av vreiði,
Ápostlasøgan 5:18 Ápostlasøgan
løgdu hond á ápostlarnar og settu teir í hitt almenna fangahúsið.
Ápostlasøgan 5:19 Ápostlasøgan
Men eingil Harrans læt um náttina upp dyr fangahúsins, leiddi teir út og segði: