Pinkudagur / Pentecost
389 versir um "Pinkudagur / Pentecost"
Versir
Síða 4 av 8Ápostlasøgan 1:7 Ápostlasøgan
Hann svaraði teimum: „Tað er ikki fyri tykkum at vita tíðir og tímar, sum Faðirin hevur ásett av Sínum egna valdi.
Ápostlasøgan 1:9 Ápostlasøgan
Táið Hann hetta hevði sagt, varð Hann tikin upp, meðan teir sóu, og skýggj tók Hann burtur úr eygsjón teirra.
Ápostlasøgan 1:10 Ápostlasøgan
Sum teir nú stardu upp móti himli, í tí Hann fór burtur, stóðu hjá teimum tveir menn í hvítum klæðum.
Ápostlasøgan 1:11 Ápostlasøgan
Teir søgdu: „Tit menn úr Galilea! Hví standa tit og hyggja upp móti himli? Hesin Jesus, sum er tikin upp til Himmals frá tykkum, skal koma aftur, á sama hátt sum tit sóu Hann fara til Himmals.“
Ápostlasøgan 1:12 Ápostlasøgan
Tá fóru teir aftur til Jerusalem av fjallinum, sum kallast Oljufjallið og er nær við Jerusalem, sabbatsferð haðani.
Ápostlasøgan 1:13 Ápostlasøgan
Táið teir vóru komnir hagar, fóru teir upp í salin í erva, har sum teir hildu til – Pætur, Jóhannes, Jákup, Andrias, Filip, Tummas, Bartolomeus, Matteus, Jákup, sonur Alfeus, Símun Zelotes og Judas, sonur Jákup.
Ápostlasøgan 1:14 Ápostlasøgan
Allir hesir hildu á í bønini av einum huga saman við nøkrum kvinnum, Mariu, móður Jesus, og brøðrum Hansara.
Ápostlasøgan 1:15 Ápostlasøgan
Á hesum døgum reistist Pætur mitt ímillum brøðurnar – har var tá savnaður ein flokkur, okkurt um 120 í tali; hann segði:
Ápostlasøgan 1:16 Ápostlasøgan
„Tit menn, brøður! Skriftorðið mátti ganga út, sum Heilagi Andin frammanundan hevði talað við munni Dávids um Judas, sum varð vegvísari teirra, ið tóku Jesus.
Ápostlasøgan 1:17 Ápostlasøgan
Hann var jú roknaður millum okkara og hevði fingið lut í hesi tænastu.
Ápostlasøgan 1:18 Ápostlasøgan
Hann keypti sær nú jarðarstykki fyri lønina, ið hann hevði fingið fyri illgerð sína; og hann datt eftir høvdinum og skrædnaði av um miðju, og allur innvølur hansara kom út.
Ápostlasøgan 1:19 Ápostlasøgan
Hetta varð øllum kunnigt, sum í Jerusalem búgva, og jørðin fekk eisini á teirra egna máli navnið Hakeldama, tað er Blóðjørð.
Ápostlasøgan 1:20 Ápostlasøgan
Skrivað stendur jú í Sálmabókini: „Bústaður hansara leggist í oyði, og eingin veri, sum býr í honum!“ og: „Annar taki embæti hansara!“
Ápostlasøgan 1:21 Ápostlasøgan
Tí eigur ein av monnunum, ið fylgdust við okkum, alla tíðina ið Harrin Jesus gekk inn og gekk út hjá okkum,
Ápostlasøgan 1:22 Ápostlasøgan
líka frá dópi Sínum við Jóhannesi, og til tann dag Hann varð tikin upp frá okkum – ein teirra eigur saman við okkum at verða vitni um uppreisn Hansara.“
Ápostlasøgan 1:23 Ápostlasøgan
Teir settu tá fram tveir, Jósef, sum kallaðist Barsabbas og hevði tilnavnið Justus, og Mattias.
Ápostlasøgan 1:24 Ápostlasøgan
Og teir bóðu soleiðis: „Tú, Harri, sum kennir hjørtu alra! – Vís okkum, hvønn av hesum báðum Tú hevur valt
Ápostlasøgan 1:25 Ápostlasøgan
at taka sætið í hesi tænastu og hesum ápostladómi, sum Judas fór úr fyri at fara til sítt egna stað!“
Ápostlasøgan 1:26 Ápostlasøgan
So kastaðu teir lut teirra millum, og luturin fall á Mattias; hann varð tá roknaður saman við hinum ellivu ápostlunum.
Ápostlasøgan 3:1 Ápostlasøgan
Pætur og Jóhannes fóru saman niðan í templið um bønatíman – sum var hin níggjundi.
Ápostlasøgan 3:2 Ápostlasøgan
Maður, sum var lamin úr móðurlívi, varð nú borin hagar; hann settu teir hvønn dag við tær dyr tempulsins, sum kallaðust Føgrudyr, so hann fekk biðið tey um olmussu, sum inn í templið fóru.
Ápostlasøgan 3:3 Ápostlasøgan
Táið hann sá Pætur og Jóhannes, í tí teir skuldu fara inn í templið, bað hann teir um olmussu.
Ápostlasøgan 3:4 Ápostlasøgan
Tá festi Pætur eyguni á hann, Jóhannes við; og Pætur segði: „Hygg á okkum!“
Ápostlasøgan 3:5 Ápostlasøgan
Hann aktaði tá eftir teimum, við tað at hann væntaði sær okkurt frá teimum.
Ápostlasøgan 3:6 Ápostlasøgan
Men Pætur segði: „Silvur og gull eigi eg ikki, men tað, sum eg havi, gevi eg tær: Í navni Jesu Krists, Nazarearans – reis teg og gakk!“
Ápostlasøgan 3:7 Ápostlasøgan
Og hann tók í høgru hond hansara og reisti hann upp.
Ápostlasøgan 3:8 Ápostlasøgan
Við tað sama kom styrki í føtur og øklar hansara, og hann sprakk upp og stóð og gekk; hann fór so inn í templið við teimum, og har gekk hann um og leyp og lovaði Gudi.
Ápostlasøgan 3:9 Ápostlasøgan
Alt fólkið sá hann ganga um og lova Gudi.
Ápostlasøgan 3:10 Ápostlasøgan
Og tey kendu hann, at hann var tann, ið hevði sitið við Føgrudyr tempulsins at fáa olmussu; og tey vóru ovfarin og full av ræðslu av tí, sum hent hann hevði.
Ápostlasøgan 3:11 Ápostlasøgan
Meðan hann nú helt seg aftrat Pæturi og Jóhannesi, streymaði alt fólkið ovfarið saman um teir í tí súlugongini, sum kallast Sálomons.
Ápostlasøgan 3:12 Ápostlasøgan
Táið Pætur sá hetta, segði hann við fólkið: „Tit menn av Ísrael! Hví undrast tit á hetta? Hví stara tit á okkum, eins og vit av okkara egna mátti ella gudsótta høvdu gjørt, at hann fær gingið?
Ápostlasøgan 3:13 Ápostlasøgan
Gud Ábrahams, Ísaks og Jákups, Gud fedra okkara, hevur givið tænara Sínum, Jesusi, dýrd, Honum, sum tit góvu upp og avnoktaðu fyri Pilatusi, táið hann dømdi, at Hann skuldi verða givin leysur.
Ápostlasøgan 3:14 Ápostlasøgan
Men tit avnoktaðu hin Heilaga og Rættvísa og bóðu um, at manndrápari skuldi verða tykkum givin.
Ápostlasøgan 3:15 Ápostlasøgan
Høvdinga lívsins drópu tit, Hann, sum Gud reisti upp frá hinum deyðu – sum vit eru vitni um.
Ápostlasøgan 3:16 Ápostlasøgan
Í trúnni á navn Hansara hevur navn Hansara styrkt henda, sum tit síggja og kenna, og trúgvin, ið virkað er við Honum, hevur fyri eygum tykkara alra gjørt, at hann nú fær nýtt allar limir sínar.
Ápostlasøgan 3:17 Ápostlasøgan
Og nú, brøður! Eg veit, at tit gjørdu hetta, tí tit vistu ikki betur – bæði tit og ráðharrar tykkara.
Ápostlasøgan 3:18 Ápostlasøgan
Men Gud læt á henda hátt tað ganga út, sum Hann frammanundan við munni alra profetanna hevði boðað – at Kristus Hansara skuldi líða.
Ápostlasøgan 3:19 Ápostlasøgan
Fáið tí annað sinni og vendið við, so syndir tykkara kunnu verða útstrikaðar, og lívganartíðir kunnu koma frá ásjón Harrans,
Ápostlasøgan 3:20 Ápostlasøgan
og Hann kann senda hin tykkum ætlaða Kristus, Jesus,
Ápostlasøgan 3:21 Ápostlasøgan
sum Himmalin skal hýsa, inntil tær tíðir táið alt verður endurreist, sum Gud hevur talað um við munni heilagra profeta Sína frá upphavi.
Ápostlasøgan 3:22 Ápostlasøgan
Móses hevur jú sagt: „Profet eins og meg skal Harrin Gud tykkara reisa tykkum upp av brøðrum tykkara; Hann skulu tit hoyra í øllum, sum Hann talar til tykkara.
Ápostlasøgan 3:23 Ápostlasøgan
Og so skal verða, at hvør sál, sum hoyrir ikki tann profet, skal verða oydd úr fólkinum.“
Ápostlasøgan 3:24 Ápostlasøgan
Somuleiðis allir profetarnir frá Sámuel og úteftir, so mangir sum hava talað, hava eisini sagt, at hesir dagar skuldu koma.
Ápostlasøgan 3:25 Ápostlasøgan
Tit eru synir profetanna og synir sáttmálans, ið Gud gjørdi við fedrar okkara, táið Hann segði við Ábraham: „Í avkomi tínum skulu allar ættir á jørðini verða signaðar.“
Ápostlasøgan 3:26 Ápostlasøgan
Til tykkara fyrst sendi Gud tænara Sín, táið Hann reisti Hann upp, at signa tykkum, táið ein og hvør tykkara vendir við frá illverkum sínum.“
Ápostlasøgan 4:1 Ápostlasøgan
Meðan teir nú talaðu til fólkið, komu prestarnir og høvuðsmaðurin fyri templinum og Saddukeararnir á teir.
Ápostlasøgan 4:2 Ápostlasøgan
Teir vóru illir um, at teir lærdu fólkið og í Jesusi kunngjørdu uppreisnina frá hinum deyðu.
Ápostlasøgan 4:3 Ápostlasøgan
Tí løgdu teir nú hond á teir og settu teir fastar inntil dagin eftir; tí tað var longu kvøld.
Ápostlasøgan 4:4 Ápostlasøgan
Men mong av teimum, ið høvdu hoyrt orðið, komu til trúnna, og talið á monnunum varð nú um 5000.
Ápostlasøgan 4:5 Ápostlasøgan
Dagin eftir savnaðust so ráðharrar og hinir elstu og hinir skriftlærdu teirra í Jerusalem,