Pinkudagur / Pentecost
389 versir um "Pinkudagur / Pentecost"
Versir
Síða 7 av 8Ápostlasøgan 7:13 Ápostlasøgan
Og aðru ferð varð Jósef kendur aftur av brøðrum sínum, og Farao fekk at vita um ætt Jósefs.
Ápostlasøgan 7:14 Ápostlasøgan
Tá sendi Jósef boð og læt faðir sín, Jákup, og alla ætt sína kalla til sín, 75 sálir.
Ápostlasøgan 7:15 Ápostlasøgan
Jákup fór nú suður til Egyptalands. Og hann og fedrar okkara doyðu.
Ápostlasøgan 7:16 Ápostlasøgan
Teir vórðu fluttir til Sikem og lagdir í grøvina, sum Ábraham hevði keypt frá sonum Hemor í Sikem fyri virði í peningi.
Ápostlasøgan 7:17 Ápostlasøgan
Sum nú tíðin nærkaðist, táið lyftið skuldi ganga út, sum Gud hevði givið Ábrahami, vaks fólkið og nørdist í Egyptalandi,
Ápostlasøgan 7:18 Ápostlasøgan
inntil annar kongur steig fram, sum einki visti um Jósef.
Ápostlasøgan 7:19 Ápostlasøgan
Hann nýtti svik móti fólki okkara, fór illa við fedrum okkara og noyddi tey at seta út nýføddu børn síni, so tey skuldu ikki koma at liva.
Ápostlasøgan 7:20 Ápostlasøgan
Um ta tíðina varð Móses føddur, og hann var vakur fyri Gudi. Tríggjar mánaðir varð hann fostraður í húsi faðirs síns.
Ápostlasøgan 7:21 Ápostlasøgan
Og táið hann var settur út, tók dóttir Farao hann upp og fostraði hann sum sín egna son.
Ápostlasøgan 7:22 Ápostlasøgan
Móses varð so lærdur upp í øllum vísdómi Egypta, og megi var í orðum og verkum hansara.
Ápostlasøgan 7:23 Ápostlasøgan
Men táið hann var 40 ár, fekk hann í huga at vitja brøður sínar, Ísraelsmenn.
Ápostlasøgan 7:24 Ápostlasøgan
Táið hann tá sá ein líða órætt, vardi hann hann og hevndi hann, ið illa varð viðfarin, – hann drap Egyptan.
Ápostlasøgan 7:25 Ápostlasøgan
Hann hugsaði tá, at brøður hansara fóru at skilja, at Gud gav teimum frelsu við hond hansara; men teir skiltu tað ikki.
Ápostlasøgan 7:26 Ápostlasøgan
Dagin eftir kom hann til teirra, meðan teir klandraðust, áminti teir um at binda frið og segði: „Tit menn, tit eru jú brøður! Hví gera tit hvør øðrum órætt?“
Ápostlasøgan 7:27 Ápostlasøgan
Men hann, ið gjørdi næsta sínum órætt, koyrdi hann frá sær og segði: „Hvør hevur sett teg til høvdinga og dómara yvir okkum!
Ápostlasøgan 7:28 Ápostlasøgan
Tú ætlar kanska at drepa meg, sum tú drapst Egyptan í gjár!“
Ápostlasøgan 7:29 Ápostlasøgan
Av hesi talu flýddi Móses og varð útlendingur í Midjanslandi; har fekk hann tveir synir.
Ápostlasøgan 7:30 Ápostlasøgan
Táið so 40 ár vóru gingin, vísti eingil seg fyri honum í oyðimørkini við Sinaifjall í brennandi tornarunni.
Ápostlasøgan 7:31 Ápostlasøgan
Táið Móses sá hetta, undraðist hann á sjónina; og táið hann fór hagar at hyggja, hvat tað var, ljóðaði rødd Harrans til hansara:
Ápostlasøgan 7:32 Ápostlasøgan
„Eg eri Gud fedra tína, Gud Ábrahams, Ísaks og Jákups.“ Tá skalv Móses av ræðslu og tordi ikki at hyggja at tí.
Ápostlasøgan 7:33 Ápostlasøgan
Men Harrin segði við hann: „Loys skógvarnar av fótum tínum, tí staðið, ið tú stendur á, er heilag jørð!
Ápostlasøgan 7:34 Ápostlasøgan
Eg havi gjølla sæð, hvussu illa fólk Mítt verður viðfarið í Egyptalandi; Eg havi hoyrt suff teirra, og Eg eri komin niður at frelsa tey. Kom, lat Meg senda teg til Egyptalands!“
Ápostlasøgan 7:35 Ápostlasøgan
– Henda Móses, sum tey avnoktaðu, við tað at tey søgdu: „Hvør hevur sett teg til høvdinga og dómara!“ – hann sendi Gud bæði til høvdinga og frelsara, við hond eingilsins, ið vísti seg fyri honum í tornarunninum.
Ápostlasøgan 7:36 Ápostlasøgan
Hann var tann, ið leiddi tey út, og sum gjørdi undur og tekin í Egyptalandi, í Reyðahavi og í oyðimørkini 40 ár.
Ápostlasøgan 7:37 Ápostlasøgan
Hann er tann Móses, ið segði við Ísraelsmenn: „Profet líkan mær skal Gud reisa tykkum upp av brøðrum tykkara.“
Ápostlasøgan 7:38 Ápostlasøgan
Hann er tann, sum í samkomuni í oyðimørkini var við einglinum, ið talaði við hann á Sinaifjalli, og við fedrum okkara; og hann fekk livandi orð at geva okkum.
Ápostlasøgan 7:39 Ápostlasøgan
Hann vildu fedrar okkara ikki akta, men koyrdu hann frá sær og vendu sær í hjarta sínum til Egyptalands – teir søgdu við Áron:
Ápostlasøgan 7:40 Ápostlasøgan
„Ger okkum gudar, sum kunnu ganga fyri okkum! Tí hesin Móses, ið leiddi okkum út av Egyptalandi – hvat av honum er vorðið, vita vit ikki.“
Ápostlasøgan 7:41 Ápostlasøgan
Teir gjørdu kálv á teimum døgum og bóru fram offur til avgudin, og teir gleddust yvir handaverk síni.
Ápostlasøgan 7:42 Ápostlasøgan
Tá vendi Gud Sær frá teimum og gav tey yvir til at dýrka her himmalsins – sum skrivað er í bók profetanna: „Mundu tit, hús Ísraels, bera Mær fram sláturoffur og onnur offur 40 ár í oyðimørkini!
Ápostlasøgan 7:43 Ápostlasøgan
Nei, tit bóru við tykkum tjald Moloks og stjørnu Remfans guds – myndirnar, ið tit gjørdu tykkum at tilbiðja. Tí skal Eg flyta tykkum burtur, longur enn til Bábylon.“
Ápostlasøgan 7:44 Ápostlasøgan
Fedrar okkara høvdu í oyðimørkini vitnisburðartjaldið, soleiðis sum Hann, ið talaði við Móses, gav honum boð um at gera tað eftir fyrimyndini, ið hann hevði sæð.
Ápostlasøgan 7:45 Ápostlasøgan
Hetta tóku fedrar okkara í arv og fluttu tað við Josva inn í landið, sum heidningarnir áttu, ið Gud rak burtur frá ásjón fedra okkara – líka til dagar Dávids.
Ápostlasøgan 7:46 Ápostlasøgan
Hann fann náði hjá Gudi og bað um, at hann skuldi finna Gudi Jákups bústað.
Ápostlasøgan 7:47 Ápostlasøgan
Men Sálomon bygdi Honum hús.
Ápostlasøgan 7:48 Ápostlasøgan
Tó, hin Hægsti býr ikki í húsum, ið gjørd eru við hondum – sum profeturin sigur:
Ápostlasøgan 7:49 Ápostlasøgan
„Himmalin er hásæti Mítt, og jørðin er fótaskammul Mín; hvat hús ætla tit at byggja Mær! – sigur Harrin – og hvar er staðið, ið Eg skal hvíla á!
Ápostlasøgan 7:50 Ápostlasøgan
Hevur ikki hond Mín gjørt alt hetta!“
Ápostlasøgan 7:51 Ápostlasøgan
Hørðu hálsar tykkara við óumskornum hjørtum og oyrum! Tit standa altíð Heilaga Andanum ímóti; so gjørdu fedrar tykkara, og so gera tit!
Ápostlasøgan 7:52 Ápostlasøgan
Hvør av profetunum varð ikki atsøktur av fedrum tykkara! Teir drópu teir, sum frammanundan boðaðu, at hin rættvísi skuldi koma, og Hann hava tit nú svikið og myrt –
Ápostlasøgan 7:53 Ápostlasøgan
tit, sum fingu lógina, givna við einglum, men hava ikki hildið hana!“
Ápostlasøgan 7:54 Ápostlasøgan
Táið teir hoyrdu hetta, stakk tað teir í hjørtuni, og teir gríslaðu tenn móti honum.
Ápostlasøgan 7:55 Ápostlasøgan
Men hann var fullur av Heilaga Andanum og hugdi alla tíðina upp til Himmals. Og hann sá dýrd Guds og Jesus standa við høgru hond Guds.
Ápostlasøgan 7:56 Ápostlasøgan
Hann segði: „Nú síggi eg Himlarnar opnar og Menniskjasonin standa við høgru hond Guds!“
Ápostlasøgan 7:57 Ápostlasøgan
Tá róptu teir hart, hildu fyri oyruni, lupu allir sum ein á hann,
Ápostlasøgan 7:58 Ápostlasøgan
koyrdu hann út úr staðnum og steinaðu hann. Vitnini løgdu klæðini frá sær við føturnar á ungum manni, ið æt Saul.
Ápostlasøgan 7:59 Ápostlasøgan
So steinaðu teir Stefanus; men hann bað og segði: „Harri Jesus, tak móti anda mínum!“
Ápostlasøgan 7:60 Ápostlasøgan
Og hann fall á knæ og rópti hart: „Harri, lat teir ikki gjalda hesa synd!“ Táið hann hetta hevði sagt, sovnaði hann.
Ápostlasøgan 8:1 Ápostlasøgan
Saul samtykti í, at hann varð dripin. Og sama dag brast á hørð atsókn móti samkomuni í Jerusalem; tey vórðu øll spjadd um Judea- og Samarialand, øll uttan ápostlarnir.
Ápostlasøgan 8:2 Ápostlasøgan
Men nakrir menn, ið óttaðust Gud, jarðaðu Stefanus og hildu mikið sorgarljóð yvir honum.