Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

leið / stígur

958 versir um "leið / stígur"

Versir

Síða 18 av 20
Jeremias 12:3 Jeremias

Men Tú, HARRI, Tú kennir meg, Tú sært meg og roynir hjartalag mítt móti Tær; tak tey – sum seyð – til at verða dripin, víga tey til drápsdag!

2
Jeremias 12:4 Jeremias

Hvussu leingi skal landið syrgja, og hvussu leingi skulu allar urtir á markini torna burt? Av tí at tey, ið búgva har, bera seg so illa at, eru bæði dýr og fuglar gingin til grundar; tí tey siga: „Hann* sær ikki, hvussu endi okkara fer at vera!“

2
Jeremias 12:5 Jeremias

Táið tey, sum eru til gongu, pøsa teg, hvussu kanst tú tá kapprenna við hestar! Í friðarligum landi ert tú tryggur, men hvat fert tú at gera í stoltleika* Jordans!

2
Jeremias 12:6 Jeremias

Tí um tað so eru brøður tínir og hús faðirs tíns, eru tey tær jú trúleys; eisini tey rópa eftir tær, alt tað tey eru ment; trúgv teimum ikki, táið tey tosa føgur orð við teg!

2
Jeremias 12:7 Jeremias

Eg havi vent húsi Mínum bakið, vrakað arvalut Mín; hana, ið sál Mín elskar, havi Eg givið í hendur fígginda hennara.

2
Jeremias 12:8 Jeremias

Arvalutur Mín er vorðin Mær sum leyva í skóginum; hann hevur latið rødd sína ljóða móti Mær; tí hati Eg hann.

2
Jeremias 12:9 Jeremias

Er arvalutur Mín vorðin Mær sum sprøklutur rovfuglur? Rovfuglar eru jú rundan um hann! Komið, savnið saman øll dýr á markini, latið tey koma higar at eta!

2
Jeremias 12:10 Jeremias

Hirðar í hópatali forkoma víngarði Mínum, traðka niður arvalut Mín; teir gera yndisliga arvalut Mín til oydna heiði.

2
Jeremias 12:11 Jeremias

Hann verður gjørdur til oyðimørk; syrgjandi og oyðin liggur hann rundan um Meg; alt landið er lagt í oyði – men eingin er, sum leggur sær tað á hjarta!

2
Jeremias 12:12 Jeremias

Herverksmenn koma yvir allar naknar hæddir í oyðimørkini; tí HARRIN hevur svørð, sum oyðir úr øðrum enda landsins í annan; einki hold kann finna bjarging.

2
Jeremias 12:13 Jeremias

Teir sáa hveiti, men heysta tornir; teir pøsa seg út, men hava einki gagn av tí. Ja, brennandi vreiði HARRANS skal gera, at tit fáa skomm av grøði tykkara!

2
Jeremias 12:14 Jeremias

So sigur HARRIN um allar hinar óndu grannar Sínar, ið gera seg inn á arvalutin, ið Hann hevur givið Ísrael, fólki Sínum, at eiga: Eg rykki tey upp úr landi teirra, og hús Juda skal Eg rykkja upp mitt ímillum teirra.

2
Jeremias 12:15 Jeremias

Men táið Eg havi rykt tey upp, skal Eg aftur miskunna teimum og lata tey sleppa heimaftur, hvørt til arvalut sín og hvørt til land sítt.

2
Jeremias 12:16 Jeremias

So satt sum tey tá læra leiðir fólks Míns, læra at svørja um navn Mítt: „So satt sum HARRIN livir“ – eins og tey hava lært fólk Mítt at svørja um Ba’al – skulu tey verða bygd upp mitt ímillum fólk Mítt.

2
Jeremias 12:17 Jeremias

Men vilja tey ikki hoyra, skal Eg rykkja tað fólk upp og gera enda á tí – sigur HARRIN.

2
Jeremias 13:1 Jeremias

So segði HARRIN við meg: „Far og keyp tær línbelti og bind tað um lendarnar, men lat tað ikki koma í vatn!“

2
Jeremias 13:2 Jeremias

Eg keypti tá beltið – eftir orði HARRANS – og bant tað um lendarnar.

2
Jeremias 13:3 Jeremias

Aðru ferð kom orð HARRANS til mín; Hann segði:

2
Jeremias 13:4 Jeremias

„Tak beltið, ið tú keypti og hevur um lendarnar, og far til Frat* og fjal tað har í bergskor!“

2
Jeremias 13:5 Jeremias

So fór eg og fjaldi tað við Frat, sum HARRIN hevði sagt við meg.

2
Jeremias 13:6 Jeremias

Táið nú long tíð var gingin, segði HARRIN við meg: „Far til Frat eftir beltinum, ið Eg segði við teg at fjala har!“

2
Jeremias 13:7 Jeremias

Eg fór nú til Frat og gróv upp beltið, haðani sum eg hevði fjalt tað. – Men nú var beltið spilt, tað dugdi einki til.

2
Jeremias 13:8 Jeremias

Tá kom orð HARRANS til mín:

2
Jeremias 13:9 Jeremias

So sigur HARRIN: Soleiðis skal Eg gera enda á stóra hugmóði Juda og Jerusalems!

2
Jeremias 13:10 Jeremias

Hetta ónda fólk, ið ikki vil lurta eftir orðum Mínum, men gongur eftir harða hjarta sínum og heldur seg til aðrar gudar og dýrkar og tilbiður teir, skal verða hesum belti líkt, sum einki dugir til.

2
Jeremias 13:11 Jeremias

Tí eins og beltið liggur tætt at lendum mansins, so legði Eg alt hús Ísraels og alt hús Juda tætt at Mær – sigur HARRIN – fyri at tey skuldu vera fólk Mítt, gera navn Mítt kent og vera Mær til prís og prýði; men tey lurtaðu ikki eftir!

2
Jeremias 13:12 Jeremias

Tí skalt tú siga hetta orð við tey: So sigur HARRIN Gud Ísraels: Hvør krukka verður fylt við víni. Tey fara at svara tær: „Munnu vit ikki vita, at hvør krukka verður fylt við víni!“

2
Jeremias 13:13 Jeremias

Tá skalt tú siga við tey: So sigur HARRIN: Eg fylli øll, sum í hesum landi búgva, kongarnar, ið sita í hásæti Dávids, prestarnar, profetarnar og øll, sum í Jerusalem búgva, so tey verða drukkin.

2
Jeremias 13:14 Jeremias

Og Eg skal sora tey sundur, hvørt ímóti øðrum, bæði fedrar og børn, øll somul – sigur HARRIN – Eg skal ikki eira, ikki spara og ikki miskunna, so Eg lati vera at forkoma teimum.

2
Jeremias 13:15 Jeremias

Hoyrið og lurtið eftir, verið ikki hugmóðig! Tí HARRIN talar.

2
Jeremias 13:16 Jeremias

Gevið HARRANUM Gudi tykkara dýrd, áðrenn Hann letur myrkna, og áðrenn tit sláa føturnar í á hinum myrku fjøllum, og tit bíða eftir ljósi, men Hann ger tað til deyðaskugga, letur tað verða bølamyrkur!

2
Jeremias 13:17 Jeremias

Men vilja tit ikki lurta eftir, skal sál mín í loyndum gráta um slíkt hugmóð, ja, gráta sárliga, og eygu míni skulu flóta í tárum – tí fylgi HARRANS verður flutt burt hertikið.

2
Jeremias 13:18 Jeremias

Sig við kong og móður kong: Setið tykkum lágt! Tí hin fagra krúnan, ið prýddi høvd tykkara, er av tykkum fallin.

2
Jeremias 13:19 Jeremias

Býir Suðurlandsins eru stongdir, og eingin er, sum letur upp; alt Juda er flutt burt, tað er flutt burt til síðsta mann.

2
Jeremias 13:20 Jeremias

Hyggið upp, og síggið teir, ið norðaneftir koma! Hvar er nú fylgið, ið tær varð givið, útvaldi seyður tín?

2
Jeremias 13:21 Jeremias

Hvat fert tú at siga, táið Hann setur til harrar yvir tær teir, ið tú lærdi at koma til tín sum vinir? Fara tá ikki verkir at koma á teg, sum á kvinnuna, ið eigur!

2
Jeremias 13:22 Jeremias

Og táið tú sigur í hjartanum: „Hví gekst mær so?“ [skalt tú vita:] Aftur fyri hinar mongu misgerðir tínar er klædnafaldur tín uppflettur, hælir tínir við valdi gjørdir berir.

2
Jeremias 13:23 Jeremias

Man Etiopari fáa broytt húð sína, leopardur flekkir sínar! So kunnu eisini tit gera gott, tit, sum hava vant tykkum at gera ilt!

2
Jeremias 13:24 Jeremias

Eg skal tí spjaða tey eins og hálm, ið vindurin í oyðimørkini hevur avstað við sær.

2
Jeremias 13:25 Jeremias

Hetta er lutur tín, avmáldi partur tín frá Mær – sigur HARRIN – aftur fyri at tú hevur gloymt Meg og gjørt lygn til álit títt.

2
Jeremias 13:26 Jeremias

Eg skal tí eisini fletta klædnafald tín upp fyri andlit títt, so blygd tín sæst.

2
Jeremias 13:27 Jeremias

Hordóm tín og gneggj títt, ja, skammleysa horulív títt á hæddunum úti á markini og viðurstygdir tínar – Eg havi sæð tað! Vei tær, Jerusalem! Hvussu leingi verður ikki enn, áðrenn tú verður rein!

2
Jeremias 14:1 Jeremias

Orð HARRANS, ið kom til Jeremias, ta ferðina ið turkurin var:

2
Jeremias 14:2 Jeremias

Juda syrgir, og portur tess ørmaktast; tey sita á jørðini í syrgibúna, og neyðarróp Jerusalems stíga upp.

2
Jeremias 14:3 Jeremias

Stórmenn tess senda tænarar sínar eftir vatni; teir koma til brunnarnar, men finna einki vatn; tóm koma íløt teirra aftur; teir verða til skammar og vónbrotnir og sveipa inn høvdið.

2
Jeremias 14:4 Jeremias

Teir, ið dýrka jørðina, eru vónbrotnir og sveipa inn høvdið, tí markin er sligin við ræðslu, við tað at einki regn fellur í landinum.

2
Jeremias 14:5 Jeremias

Ja, um tað so er hindin á markini, rýmir hon frá kálvinum, ið hon júst hevur kálvað – tí einki gras er.

2
Jeremias 14:6 Jeremias

Á naknum hæddum standa villesil og eru um at missa ondina – lík sjakalum; eygu teirra siga frá máttloysi – tí ongar urtir eru.

2
Jeremias 14:7 Jeremias

Um so misgerðir okkara vitna móti okkum, HARRI, so hjálp tó fyri navns Tíns skuld! Tí mangan fullu vit frá, móti Tær hava vit syndað.

2
Jeremias 14:8 Jeremias

Tú vón Ísraels, frelsari tess á neyðartíð! Hví ert Tú sum fremmandur í landinum, sum ferðamaður, ið bert reisir tjaldið fyri náttina?

2