Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

leið / stígur

958 versir um "leið / stígur"

Versir

Síða 16 av 20
Jeremias 7:33 Jeremias

Og líkini av hesum fólki skulu verða fuglum himmalsins føði og dýrum jarðarinnar – og eingin skal styggja tey burt!

2
Jeremias 7:34 Jeremias

Hvørki frøiróp ella gleðiróp, hvørki mál brúðgóms ella mál brúðar, skal Eg lata hoyrast longur í býum Juda og á gøtum Jerusalems – tí oyðimørk skal landið verða!

2
Jeremias 8:1 Jeremias

Tá – sigur HARRIN – skulu teir taka bein judakonga, bein judahøvdinga, bein prestanna, bein profetanna og bein teirra, sum í Jerusalem búgva, úr grøvum teirra

2
Jeremias 8:2 Jeremias

og breiða tey út undir sólina, mánan og allan her himmalsins, sum tey elskaðu og dýrkaðu, hildu seg til, spurdu til ráðs og tilbóðu; tey skulu ikki verða savnað saman og ikki jarðað; tøð á markini skulu tey verða.

2
Jeremias 8:3 Jeremias

Og tey skulu fyrr vilja doyggja enn liva, øll tey, ið eftir verða av hesi óndu ætt – allastaðni har sum Eg havi rikið tey – sigur HARRIN Gud herskaranna.

2
Jeremias 8:4 Jeremias

Og tú skalt siga við tey: So sigur HARRIN: Hvør fellur og reisist ikki upp aftur! Hvør fer burtur og vendir ikki við aftur!

2
Jeremias 8:5 Jeremias

Hví er fólkið her í Jerusalem fallið frá við ævigum fráfalli? Tey halda fast við svik og vilja ikki venda við aftur!

2
Jeremias 8:6 Jeremias

Eg lurtaði og hoyrdi; tað, sum ikki er rætt, tala tey; ikki eitt angrar óndskap sín og sigur: „Hvat er tað, eg havi gjørt!“ Øll hava tey vent sær burt og renna avstað sum hestur, ið stormar fram í bardagan.

2
Jeremias 8:7 Jeremias

Um tað so er storkurin undir himli, so veit hann tíðir sínar, og turtildúvan, svalan og tranin ansa eftir tíðini, táið tey skulu koma; men fólk Mítt, tað kennir ikki lóg HARRANS.

2
Jeremias 8:8 Jeremias

Hvussu fáa tit sagt: „Vit eru vís, og hjá okkum er lóg HARRANS!“ Nei, sanniliga, til lygn hevur lygipennur hinna skriftlærdu gjørt hana!

2
Jeremias 8:9 Jeremias

Hinir vísu verða til skammar, teir ræðast, og vanlukkan rámar teir. Teir hava jú vrakað orð HARRANS – hvønn vísdóm skulu teir tá hava!

2
Jeremias 8:10 Jeremias

Tí skal Eg geva øðrum konur teirra og lata markir teirra til nýggjar ánarar; tí allir, bæði smáir og stórir, leita eftir órættvísum vinningi, bæði profetur og prestur, hvør ein gongur við lygn.

2
Jeremias 8:11 Jeremias

Teir grøða skaða fólks Míns, sum tað einki var fyri, og siga: „Friður! Friður!“ – tóat eingin friður er.

2
Jeremias 8:12 Jeremias

Teir skulu verða til skammar, tí teir hava gjørt tað, ið viðurstyggiligt er. Ikki smæðast teir, og ikki bítur skomm á teimum; tí skulu teir falla millum teir, ið falla; táið tíðin at heimsøkja teir kemur, skulu teir snáva – sigur HARRIN.

2
Jeremias 8:13 Jeremias

Eg skal ríva teir burt, sigur HARRIN; eingi vínber eru á víntrænum, ongar fikur eru á fikutrænum, og bløðini eru følnað; boðini, ið Eg gav teimum, bróta tey.

2
Jeremias 8:14 Jeremias

„Hví sita vit stillir? Savnið tykkum saman og latið okkum fara inn í hinar víggirdu staðir og umkomast har! Tí HARRIN Gud okkara fer at lata okkum umkomast og geva okkum beiskt vatn at drekka, aftur fyri at vit hava syndað móti HARRANUM.

2
Jeremias 8:15 Jeremias

Vit vænta frið – men einki gott kemur, grøðingartíð – men nei, ræðsla kemur!“

2
Jeremias 8:16 Jeremias

Úr Dan hoyrist froysið frá hestum hansara; alt landið nøtrar av gnegginum frá gangarum hansara; teir koma og eta upp landið og alt, sum í tí er, býin og tey, sum í honum búgva.

2
Jeremias 8:17 Jeremias

Tí Eg sendi ormar ímóti tykkum, høggormar, sum ikki batar at gykla; og teir skulu bíta tykkum – sigur HARRIN.

2
Jeremias 8:18 Jeremias

Hvar skal eg finna ugga í sorg míni? Hjarta mítt er sjúkt í mær.

2
Jeremias 8:19 Jeremias

Hoyr! Róp dóttur fólks Míns hoyrast úr landi langt burtur: „Er tá ikki HARRIN í Zion? Ella er kongur tess ikki har?“ – Hví hava tey eggjað Meg til vreiði við útskornu myndum sínum, við tómum, útlendskum gudum?

2
Jeremias 8:20 Jeremias

„Heystið er farið, summarið er liðugt – og vit eru ikki frelst!“

2
Jeremias 8:21 Jeremias

Eg eri sundursoraður, av tí at fólk mítt er sundursorað; eg gangi í syrgibúna, ræðsla hevur gripið meg.

2
Jeremias 8:22 Jeremias

Er tá einki balsam í Gilead? Er eingin lækni har? Ella hví er ikki umbundið hjá dóttur fólks Míns?

2
Jeremias 9:1 Jeremias

Á, at høvd mítt hevði verið vatn, og eyga mítt tárakelda! Tá skuldi eg dag og nátt grátið um tey, sum dripin eru av fólki mínum.

2
Jeremias 9:2 Jeremias

Á, at eg í oyðimørkini hevði gistihús fyri ferðafólk! Tá skuldi eg rýmt frá fólki mínum og farið burtur frá teimum; tí teir eru horkallar allir samlir, svikaraflokkur.

2
Jeremias 9:3 Jeremias

Sum boga spenna teir tungu sína til at lúgva, og ikki á ærligan hátt eru teir vorðnir veldigir í landinum; nei, frá einum óndskapinum til annan eru teir gingnir, og Meg kenna teir ikki – sigur HARRIN.

2
Jeremias 9:4 Jeremias

Varðið tykkum, hvør fyri vini sínum, og lítið ongan bróður á! Tí hvør bróðir er stórsvíkjari, og hvør vinur gongur um og baktalar.

2
Jeremias 9:5 Jeremias

Teir nýta svik, hvør við vin sín, og sannleika tala teir ikki; teir hava vant tungu sína at tala lygn, teir eru pøstir av at gera órætt.

2
Jeremias 9:6 Jeremias

Tú býrt mitt í sviki; í sviki sínum vilja teir ikki vita av Mær – sigur HARRIN,

2
Jeremias 9:7 Jeremias

Tí sigur HARRIN Gud herskaranna so: Eg skal bræða teir og royna teir – hvussu skal Eg annað gera, soleiðis sum dóttir fólks Míns er!

2
Jeremias 9:8 Jeremias

Tunga teirra er drepandi pílur, hon talar svik; við munninum tosa tey vinaliga við næsta sín, men í hjartanum seta tey snerru fyri hann.

2
Jeremias 9:9 Jeremias

Skuldi Eg ikki heimsøkt tey fyri hetta! – sigur HARRIN – skuldi sál Mín ikki hevnt seg á tjóð sum hesa!

2
Jeremias 9:10 Jeremias

Um fjøllini skal eg gráta og syngja sorgarsong og vena meg um haglendið í oyðimørkini; tí tað er svidnað, so eingin gongur har, og har hoyrist einki til nakað fæ; bæði fuglar himmalsins og dýr markarinnar eru rýmd og farin burtur.

2
Jeremias 9:11 Jeremias

Eg skal gera Jerusalem til grótrúgvur, til sjakalabústað; og býir Juda skal Eg gera til oyðimørk, sum eingin býr í.

2
Jeremias 9:12 Jeremias

Hvør er so vísur, at hann skilir hetta, og hvønn hevur muður HARRANS talað við, so hann dugir at greiða frá tí: Hví er landið gingið til grundar? Hví er tað svidnað sum oyðimørk, so eingin kemur hagar?

2
Jeremias 9:13 Jeremias

Og HARRIN segði: Tí tey vendu sær frá lóg Míni, sum Eg legði fyri tey, lurtaðu ikki eftir Mær og gjørdu ikki eftir henni,

2
Jeremias 9:14 Jeremias

men gjørdu eftir sínum egna harða hjarta og fylgdu eftir Ba’alunum – soleiðis sum fedrar teirra høvdu lært tey.

2
Jeremias 9:15 Jeremias

Tí sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, so: Eg gevi hesum fólki malurt at eta og beiskt vatn at drekka;

2
Jeremias 9:16 Jeremias

Eg skal spjaða tey millum fólkasløg, sum hvørki tey ella fedrar teirra hava kent; og Eg skal senda svørðið eftir teimum, inntil Eg havi fingið forkomið teimum.

2
Jeremias 9:17 Jeremias

So sigur HARRIN Gud herskaranna: Aktið eftir – sendið boð eftir grátikvinnum, latið tær koma, farið eftir hinum vitigu kvinnum, latið tær koma

2
Jeremias 9:18 Jeremias

og vera skjótar og byrja at syngja sorgarsong um okkum, so tár kunnu renna okkum av eygum, og eygnalok okkara flóta í vatni!

2
Jeremias 9:19 Jeremias

Tí sorgarrødd hoyrist úr Zion: „Sum vit eru oydd! Vit eru stórliga vanærd; vit noyddust at rýma úr landinum, av tí at teir hava brotið niður bústaðir okkara.“

2
Jeremias 9:20 Jeremias

Ja, hoyrið, tit kvinnur, orð HARRANS, latið oyra tykkara fata tað, ið muður Hansara talar! Lærið døtur tykkara sorgarsong, ja, lærið hvør aðra sorgarljóð!

2
Jeremias 9:21 Jeremias

Tí deyðin kemur upp í vindeygu okkara, inn í hallir okkara; hann fer at týna smábørnini av gøtunum, unglingarnar av torgunum.

2
Jeremias 9:22 Jeremias

Sig: So sigur HARRIN: Líkini av menniskjunum skulu liggja sum tøð á markini og sum bundini eftir hann, ið sker akur; eingin savnar tey upp.

2
Jeremias 9:23 Jeremias

So sigur HARRIN: Hin vísi rósi sær ikki av vísdómi sínum, hin sterki ikki av styrki síni, hin ríki ikki av ríkidømi sínum!

2
Jeremias 9:24 Jeremias

Nei, tann, ið vil rósa sær, hann rósi sær av, at hann er vitigur og kennir Meg, at Eg eri HARRIN, sum ger náði, rætt og rættvísi á jørðini! Tí tað toknast Mær – sigur HARRIN.

2
Jeremias 9:25 Jeremias

Dagar koma – sigur HARRIN – táið Eg heimsøki allar umskornar, sum tó eru óumskornir:

2
Jeremias 9:26 Jeremias

Egyptaland, Juda, Edom, Ammonitar, Móab og allar, ið klippa niðan av hárinum,* og sum búgva í oyðimørkini; tí heidningarnir eru allir óumskornir – og alt hús Ísraels hevur óumskorið hjarta!

2