leið / stígur
958 versir um "leið / stígur"
Versir
Síða 19 av 20Jeremias 14:9 Jeremias
Hví ert Tú sum ráðvillur maður, sum kappi, ið ikki er mentur at hjálpa? Og Tú ert tó mitt ímillum okkara, HARRI, og vit eru kallað eftir navni Tínum – yvirgev okkum ikki!
Jeremias 14:10 Jeremias
So sigur HARRIN um hetta fólk: Soleiðis dámar teimum at reika um, fótum sínum halda tey ikki aftur; tí toknast HARRANUM tey ikki, nú fer Hann at minnast misgerðir teirra og heimsøkja tey fyri syndir teirra.
Jeremias 14:11 Jeremias
Og HARRIN segði við meg: Tú mást einki gott biðja hesum fólki!
Jeremias 14:12 Jeremias
Táið tey fasta, lurti Eg ikki eftir rópum teirra, og táið tey ofra brennioffur og matoffur, toknast Mær tey ikki; nei, við svørði, hungri og pest skal Eg gera enda á teimum.
Jeremias 14:13 Jeremias
Tá segði eg: „Á Harri HARRI! Profetarnir siga jú við tey: „Tit skulu ikki síggja svørð, og hungur skal ikki koma á tykkum, nei, tryggan frið gevi Eg tykkum á hesum staði!““
Jeremias 14:14 Jeremias
Men HARRIN svaraði: Lygn profetera profetarnir í navni Mínum; Eg havi hvørki sent teir ella givið teimum nakað boð ella talað til teirra; lygisjónir og falskan spádóm og svik hjarta síns er tað, teir profetera fyri tykkum.
Jeremias 14:15 Jeremias
Tí sigur HARRIN so um profetarnar, sum tala í navni Hansara, tóat Hann hevur ikki sent teir, og sum siga, at svørð og hungur skulu ikki koma yvir hetta land: Svørð og hungur skulu gera enda á hesum profetum!
Jeremias 14:16 Jeremias
Og fólkið, ið teir profetera fyri, skal liggja tveitt á gøtum Jerusalems, fallið fyri hungri og svørði, og eingin skal jarða tey – bæði menn og konur, bæði synir og døtur – og Eg skal úthella óndskap teirra yvir tey.
Jeremias 14:17 Jeremias
Og tú skalt siga við tey hetta orð: Tár renna mær av eygum nátt og dag og steðga ikki, tí moyggin – dóttir fólks míns – hevur fingið svárt slag, ógrøðandi sár.
Jeremias 14:18 Jeremias
Fari eg út á markina – hygg, har liggja teir, ið svørðið hevur felt, og fari eg inn í býin – hygg, har liggja tey, sum pínast av hungri! Ja, bæði profetur og prestur noyðast at fara til land, ið teir kenna ikki.
Jeremias 14:19 Jeremias
Hevur Tú tá heilt vrakað Juda? Vamlast sál Tín við Zion? Hví hevur Tú sligið okkum, so eingin fær grøtt okkum? Vit vænta frið – men einki gott kemur, grøðingartíð – men nei, ræðsla kemur!
Jeremias 14:20 Jeremias
Vit kenna gudloysi okkara, HARRI, misbrot fedra okkara, at vit hava syndað móti Tær!
Jeremias 14:21 Jeremias
Fyri navns Tíns skuld – koyr okkum ikki frá Tær, gev ikki hásæti dýrdar Tínar upp til vanæru! Minst sáttmála Tín við okkum og brót hann ikki!
Jeremias 14:22 Jeremias
Man nakar vera millum hinar følsku gudar heidninganna, sum er mentur at senda regn! Ella gevur himmalin av sær sjálvum avfall! Er tað ikki Tú, HARRI Gud okkara! Tí bíða vit eftir Tær; tað er jú Tú, ið hevur gjørt alt hetta!
Jeremias 15:1 Jeremias
Tá segði HARRIN við meg: Um so Móses og Sámuel stóðu fyri ásjón Míni, skuldi sál Mín ikki vent sær til hetta fólk! Rek tey burtur frá ásjón Míni, lat tey fara!
Jeremias 15:2 Jeremias
Spyrja tey teg tá: „Hvar skulu vit fara?“ so skalt tú svara teimum: So sigur HARRIN: Til deyðan tann, ið deyðanum er ætlaður; til svørðið tann, ið svørðinum er ætlaður; til hungurin tann, ið hungrinum er ætlaður; og í útlegd tann, ið útlegdini er ætlaður!
Jeremias 15:3 Jeremias
Fýra sløg av heimsøkingum skal Eg lata koma yvir tey – sigur HARRIN: Svørðið til at drepa tey, hundarnar til at draga tey burtur og fuglar himmalsins og dýr jarðarinnar til at eta tey upp og forkoma teimum.
Jeremias 15:4 Jeremias
Øll ríki á jørðini skal Eg lata fara illa við teimum, aftur fyri tað, ið Manasse judakongur, sonur Ezekias, gjørdi í Jerusalem.
Jeremias 15:5 Jeremias
Tí hvørjum man fara at tykjast synd í tær, Jerusalem, hvør man fara at vísa tær samkenslu, og hvør man fara at koma til tín og spyrja, um tær veit væl við!
Jeremias 15:6 Jeremias
Tú hevur vent Mær bakið – sigur HARRIN – tú rýmdi burtur frá Mær; tí rætti Eg út hondina móti tær og forkomi tær, Eg eri troyttur av at miskunna!
Jeremias 15:7 Jeremias
Við kastiskuplu kasti Eg tey við portur landsins; Eg geri fólk Mítt barnleyst; Eg forkomi tí, aftur fyri at tað vendi ikki aftur av leiðum sínum.
Jeremias 15:8 Jeremias
Einkjur teirra verða fleiri í tali enn sandskorn á sjóvarstrond; yvir møður unglinga teirra lati Eg á alljósum degi koma oyðara; angist og ræðslu lati Eg brádliga falla á tær.
Jeremias 15:9 Jeremias
Hon, ið átti sjey synir, ørmaktast og gevur upp andan; sól hennara gongur undir, meðan enn er dagur; hon verður til spott og til skammar. Og tað, ið eftir er av teimum, skal Eg geva upp til svørð fígginda teirra – sigur HARRIN.
Jeremias 15:10 Jeremias
„Vei mær, móðir, at tú átti meg – meg, sum øll í landinum klandrast og trætast við! Eg havi einki lænt teimum, og tey hava einki lænt mær, og tó bannar hvørt menniskja mær!“
Jeremias 15:11 Jeremias
HARRIN segði: „Vissuliga, Eg skal frelsa teg, so tær gongst væl! Vissuliga, táið vanlukkan og neyðin koma, skal Eg lata fíggindan bøna teg!
Jeremias 15:12 Jeremias
Man bera til at bróta jarn – jarn úr Norðurlandi – og kopar!“
Jeremias 15:13 Jeremias
Góðs títt og skattir tínar gevi Eg upp til rán – uttan at nakað verður latið afturfyri – og tað aftur fyri allar syndir tínar, í øllum landi tínum.
Jeremias 15:14 Jeremias
Og Eg skal lata fíggindar tínar fara avstað við tær, inn í land, sum tú kennir ikki. Tí eldur er kveiktur í vreiði Míni – móti tykkum skal hann loga.
Jeremias 15:15 Jeremias
Tú veitst tað, HARRI! Minst meg og vitja meg og lat meg fáa hevnd yvir teir, ið søkja at mær! Rív meg ikki burtur í langmóði Tínum! Hugsa um, at tað er fyri Tína skuld, eg verði háðaður!
Jeremias 15:16 Jeremias
Eg fann orð Tíni, og eg át tey; orð Tíni vóru mær til frøi og hjarta mínum til gleði; tí eg eri kallaður við navni Tínum, HARRI Gud herskaranna!
Jeremias 15:17 Jeremias
Ikki havi eg sitið og stuttleikað mær saman við hinum kátu; gripin av hond Tíni havi eg sitið einsamallur, tí Tú fylti meg við vreiði.
Jeremias 15:18 Jeremias
Hví verði eg plágaður samt og javnt? Hví er sár mítt ógrøðandi? Tað vil ikki batna! Tú ert jú vorðin mær sum svíkjandi løkur, sum vøtn, ið ikki er lítandi á.
Jeremias 15:19 Jeremias
Tí sigur HARRIN so: Vendir tú við, skal Eg lata teg koma aftur og standa fyri ásjón Míni; og skilir tú hitt dýrabara frá tí, sum einki virði hevur, skalt tú vera sum muður Mín; tá skulu tey venda við til tín, og tú skalt ikki venda við til teirra.
Jeremias 15:20 Jeremias
Og Eg skal gera teg til fastan koparmúr móti hesum fólki; tey skulu berjast við teg, men ikki vinna á tær; tí Eg eri við tær og skal bjarga tær og frelsa teg – sigur HARRIN.
Jeremias 15:21 Jeremias
Eg skal bjarga tær undan valdi hinna óndu, og Eg skal loysa teg úr hondum yvirgangskroppa.
Jeremias 16:1 Jeremias
Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
Jeremias 16:2 Jeremias
Tú skalt ikki taka tær konu, og tú skalt ikki hava synir og døtur, á hesum staði.
Jeremias 16:3 Jeremias
Tí so sigur HARRIN um synirnar og døturnar, ið á hesum staði verða fødd, um møðurnar, ið eiga tey, og um fedrarnar, ið fáa tey í hesum landi:
Jeremias 16:4 Jeremias
Pínufullan deyða skulu tey doyggja; eingin skal gráta um tey, og eingin skal jarða tey; til tøð á markini skulu tey verða, svørð og hungur skulu gera enda á teimum; og lík teirra skulu verða fuglum himmalsins og dýrum jarðarinnar til føði.
Jeremias 16:5 Jeremias
Tí so sigur HARRIN: Far ikki í sorgarhús, far ikki avstað at harmast, og vís teimum onga samkenslu! Tí Eg havi tikið frið Mín frá hesum fólki – sigur HARRIN – ja, náði og miskunn Mína.
Jeremias 16:6 Jeremias
Tey skulu doyggja, bæði stór og smá, í hesum landi; ikki skulu tey verða jarðað, og eingin skal harmast um tey ella skera í hold sítt ella raka av sær hárið fyri teirra skuld.
Jeremias 16:7 Jeremias
Eingin skal bróta breyð til teirra, til at troysta tey í sorgini eftir ein deyðan, og eingin skal geva nøkrum troystarskál at drekka, táið hann hevur mist faðir ella móður.
Jeremias 16:8 Jeremias
Í veitsluhús skalt tú heldur ikki fara, til at sita og eta og drekka við teimum.
Jeremias 16:9 Jeremias
Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Fyri eygum tykkara, og meðan tit liva, lati Eg frøiróp og gleðiróp, mál brúðgóms og mál brúðar, halda uppat á hesum staði.
Jeremias 16:10 Jeremias
Táið tú nú kunngert hesum fólki øll hesi orð, og tey tá spyrja teg: „Hví hevur HARRIN boðað alla hesa stóru vanlukku yvir okkum? Hvat er misgerð okkara, og hvørja synd hava vit gjørt móti HARRANUM Gudi okkara?“
Jeremias 16:11 Jeremias
tá skalt tú svara teimum: „Jú, fedrar tykkara vendu Mær bakið – sigur HARRIN – og hildu seg til aðrar gudar og dýrkaðu og tilbóðu teir; Mær vendu teir bakið og hildu ikki lóg Mína!
Jeremias 16:12 Jeremias
Og tit bera tykkum verri at enn fedrar tykkara, tit, ið øll ganga eftir ónda, harða hjarta tykkara og lurta ikki eftir Mær.
Jeremias 16:13 Jeremias
Tí skal Eg blaka tykkum út úr hesum landi, burt í land, sum tit ikki hava kent, hvørki tit ella fedrar tykkara, og har skulu tit dag og nátt dýrka aðrar gudar, tí Eg onga náði vil vísa tykkum.“
Jeremias 16:14 Jeremias
Tí skulu dagar koma – sigur HARRIN – táið tey ikki longur skulu siga: „So satt sum HARRIN livir, Hann, ið leiddi Ísraelsmenn út av Egyptalandi – “
Jeremias 16:15 Jeremias
men: „So satt sum HARRIN livir, Hann, ið leiddi Ísraelsmenn út úr Norðurlandi og úr øllum londunum, hagar Hann hevði rikið teir –.“ Tí Eg skal flyta tey aftur til land teirra, tað, ið Eg gav fedrum teirra.