leið / stígur
958 versir um "leið / stígur"
Versir
Síða 20 av 20Jeremias 16:16 Jeremias
Eg sendi boð eftir mongum fiskimonnum – sigur HARRIN – og teir skulu fiska tey; síðani sendi Eg boð eftir mongum veiðimonnum, og teir skulu styggja tey burt av hvørjum fjalli og hvørji hædd og úr bergskorunum.
Jeremias 16:17 Jeremias
Tí eygu Míni eru vend á allar leiðir teirra; tær eru ikki loyndar fyri ásjón Míni, og misbrot teirra er ikki dult fyri eygum Mínum.
Jeremias 16:18 Jeremias
Fyrst skal Eg nú tvífalt løna teimum aftur misbrot og synd teirra, at tey vanhalgaðu land Mítt við deyðu kroppum viðurstyggiligu avguda sína og fyltu arvalut Mín við andstygdum sínum.
Jeremias 16:19 Jeremias
HARRI, styrki mín, vernd mín og skjól mítt neyðardagin! Til Tín skulu fólkasløg koma frá endum jarðarinnar og siga: „Einki uttan lygn fingu fedrar okkara í arv, tómar avgudar – eingin teirra er mentur at hjálpa!
Jeremias 16:20 Jeremias
Skal menniskjað gera sær gudar! – Teir eru jú ikki gudar!“
Jeremias 16:21 Jeremias
Tí skal Eg nú hesa ferð lata tey kenna – ja, Eg skal lata tey kenna hond Mína og styrki Mína; og tey skulu sanna, at navn Mítt er HARRIN.
Matteus 7:13 Matteus
Farið inn um hitt tronga portrið! Tí portrið er vítt, og vegurin er breiður, sum førir til undirgang, og tey eru mong, sum fara inn um tað;
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.