Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

leið / stígur

958 versir um "leið / stígur"

Versir

Síða 17 av 20
Jeremias 10:1 Jeremias

Hoyrið orðið, ið HARRIN talar til tykkara, hús Ísraels!

2
Jeremias 10:2 Jeremias

So sigur HARRIN: Venjið tykkum ikki at bera tykkum at sum heidningarnir, og ræðist ikki himmalteknini, fyri tað at heidningarnir ræðast tey!

2
Jeremias 10:3 Jeremias

Tí siðir tjóðanna eru fáfongd. Teir fella træ í skóginum, og træsmiðurin evnar tað til við øksini;

2
Jeremias 10:4 Jeremias

við silvuri og gulli prýða teir tað, við seymi og hamara festa teir tað, so tað riðar ikki.

2
Jeremias 10:5 Jeremias

Teir* eru sum ræða í melóngarði og duga ikki at tosa; teir mugu verða bornir, tí teir duga ikki at ganga. Ræðist ikki teir! Teir fáa jú einki ilt gjørt, og líka lítið eru teir mentir at gera gott.

2
Jeremias 10:6 Jeremias

Eingin er sum Tú, HARRI! Stórur ert Tú, og stórt er navn Títt við veldi Tínum.

2
Jeremias 10:7 Jeremias

Hvør skuldi ikki óttast Teg, Tú kongur tjóðanna! Tað sømir seg; tí millum allar vísmenn tjóðanna og í øllum ríkjum teirra er eingin sum Tú.

2
Jeremias 10:8 Jeremias

Men teir eru allir samlir skilaleysir, dárar eru teir. Tóm læra! Træ er hon* –

2
Jeremias 10:9 Jeremias

sligið silvur, innflutt úr Tarsis, og gull úr Ufaz, verk, ið træsmiðurin og gullsmiðurin hava gjørt; blátt og reytt purpur er klædningur teirra; verk, ið listarkønir menn hava gjørt, eru teir allir samlir.

2
Jeremias 10:10 Jeremias

Men HARRIN er Gud av sonnum; Hann er livandi Gud og ævigur kongur; vreiði Hansara fær jørðina at nøtra; og fólkini fáa ikki úthildið tað, táið Hann verður illur.

2
Jeremias 10:11 Jeremias

So skulu tit siga við tey: Gudarnir, ið ikki hava gjørt himmal og jørð, teir skulu hvørva av jørðini og undan himlinum.

2
Jeremias 10:12 Jeremias

Hann er tann, sum við kraft Síni skapti jørðina, við vísdómi Sínum grundfesti jarðarríki og við viti Sínum tandi út himmalin.

2
Jeremias 10:13 Jeremias

Táið Hann letur rødd Sína ljóða, brúsa vøtnini í himlinum; Hann letur skýggj stíga upp frá enda jarðarinnar, sendir snarljós við regni og letur vind koma út úr goymslum Sínum.

2
Jeremias 10:14 Jeremias

Sum dárar standa øll menniskju og skilja einki; hvør gullsmiður verður til skammar av skurðmynd síni; tí stoyptu myndir hansara eru lygn, og eingin andi er í teimum.

2
Jeremias 10:15 Jeremias

Tær eru fáfongd – verk, ið verður havt til spott; táið heimsøkingartíð teirra kemur, skulu tær ganga til grundar.

2
Jeremias 10:16 Jeremias

Ikki er arvalutur Jákups teimum líkur; nei, Hann er tann, ið hevur skapt alt; og Ísrael er ættin, ið er arvalutur Hansara – HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara.

2
Jeremias 10:17 Jeremias

Savna góðs títt saman úr landinum, tú, sum býrt í kringsettum býum!

2
Jeremias 10:18 Jeremias

Tí so sigur HARRIN: Hesa ferð skal Eg sleingja burt tey, sum í landinum búgva, og Eg skal lata tey koma í trongd, so tey sanna tað!

2
Jeremias 10:19 Jeremias

Vei mær, sum eg eri sundursoraður! Sár mítt er ógrøðandi. Men eg sigi: Ja, hetta er plága mín, eg noyðist at bera hana!

2
Jeremias 10:20 Jeremias

Tjald mítt er oytt, øll tog míni eru slitin; børn míni eru farin frá mær og eru ikki til longur; eingin reisir tjald mítt longur, eingin heingir upp teppi míni.

2
Jeremias 10:21 Jeremias

Nei, hirðarnir vóru skilaleysir og søktu ikki HARRAN; tí fóru teir ikki at við vísdómi – og alt fylgi teirra spjaddist sundur!

2
Jeremias 10:22 Jeremias

Boðskapur hoyrist, ja, tað nærkast! Ógvuligt óljóð kemur úr Norðurlandi, og býirnir í Juda skulu verða gjørdir til oyðimørk, sjakalabústað.

2
Jeremias 10:23 Jeremias

Eg veit, HARRI, at menniskjað ræður ikki sjálvt fyri vegi sínum, at ferðamaðurin er ikki mentur at stýra gongd síni!

2
Jeremias 10:24 Jeremias

Tykta meg, HARRI, men við máta, ikki í vreiði Tíni, so Tú forkemur mær heilt!

2
Jeremias 10:25 Jeremias

Úthell vreiði Tína yvir heidningarnar, ið kenna Teg ikki, og yvir ættirnar, ið ikki ákalla navn Títt! Tí tey hava etið upp Jákup, ja, etið hann upp og gjørt enda á honum; bústað hansara hava tey lagt í oyði.

2
Jeremias 11:1 Jeremias

Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM; Hann segði:

2
Jeremias 11:2 Jeremias

Hoyr orðini í hesum sáttmála, og tala við Judamenn og við teir, sum í Jerusalem búgva!

2
Jeremias 11:3 Jeremias

Tú skalt siga við teir: So sigur HARRIN Gud Ísraels: Bannaður veri tann maður, sum lurtar ikki eftir orðunum í hesum sáttmála,

2
Jeremias 11:4 Jeremias

sum Eg beyð fedrum tykkara at halda, tann dag Eg leiddi teir út av Egyptalandi, úr jarnovninum! – Eg segði: „Hoyrið rødd Mína og gerið hetta, í einum og øllum so sum Eg áleggi tykkum! So skulu tit vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud tykkara

2
Jeremias 11:5 Jeremias

og halda eiðin, ið Eg svór fedrum tykkara, at Eg skuldi geva teimum land, ið flýtur í mjólk og hunangi – eins og í dag sæst!“ Eg svaraði: „Amen, HARRI!“

2
Jeremias 11:6 Jeremias

HARRIN segði við meg: Prædika alt hetta í býum Juda og á gøtum Jerusalems – sig: Hoyrið orðini í hesum sáttmála og gerið eftir teimum!

2
Jeremias 11:7 Jeremias

Tí Eg vitnaði í álvara fyri fedrum tykkara, tann dag Eg leiddi teir út av Egyptalandi – og síðani líka til henda dag, tíðliga og seint, og segði: „Lurtið eftir tí, sum Eg sigi!“

2
Jeremias 11:8 Jeremias

Men teir lurtaðu ikki eftir og vendu ikki oyranum til; nei, teir gingu, hvør eftir ónda, harða hjarta sínum; so læt Eg koma yvir teir øll orðini í hesum sáttmála, ið Eg hevði givið teimum boð um at halda, men sum teir ikki høvdu hildið.

2
Jeremias 11:9 Jeremias

Og HARRIN segði við meg: Samansvørjing er funnin millum Judamenn og millum teir, sum í Jerusalem búgva.

2
Jeremias 11:10 Jeremias

Teir eru farnir aftur til misgerðir forfedra sína, sum ikki vildu lurta eftir orðum Mínum; teir hava hildið seg til aðrar gudar og dýrkað teir; hús Ísraels og hús Juda hava brotið sáttmálan, ið Eg gjørdi við fedrar teirra.

2
Jeremias 11:11 Jeremias

Tí sigur HARRIN so: Eg lati koma yvir teir vanlukku, sum teir ikki skulu komast undan; og táið teir tá rópa til Mín, skal Eg ikki lurta eftir teimum.

2
Jeremias 11:12 Jeremias

Tá skulu býir Juda og tey, sum í Jerusalem búgva, fara og rópa til gudarnar, ið tey brenna roykilsi fyri; men teir skulu ikki frelsa tey í vanlukkutíð teirra.

2
Jeremias 11:13 Jeremias

Tí so mangir sum býir tínir eru, so mangir eru gudar tínir, Juda, og so mangar sum gøturnar eru í Jerusalem, so mong altar hava tit reist skemdini* – altar at brenna Ba’al roykilsi á.

2
Jeremias 11:14 Jeremias

Tú mást tí ikki biðja fyri hesum fólki og ikki bera fram sorgarróp og bøn fyri tí; tí Eg hoyri ikki, táið tey rópa til Mín í neyðini.

2
Jeremias 11:15 Jeremias

Hvat hevur elskaða Mín í húsi Mínum at gera! Hon, ja, allur hópurin, ger skemdarverk, og so skal kanska hitt heilaga offurkjøt bjarga tær frá teimum! Tú fegnast, táið tú gert ilt!

2
Jeremias 11:16 Jeremias

Grønt oljutræ, prýtt við vøkrum ávøksti, kallaði HARRIN teg; í øgiligum gangi og braki setur Hann eld á tað, og greinar tess verða brotnar.

2
Jeremias 11:17 Jeremias

HARRIN Gud herskaranna, Hann, sum plantaði teg, hóttir teg við vanlukku til straff fyri tað illa, ið hús Ísraels og hús Juda hava gjørt og soleiðis eggjað Meg til vreiði við at brenna roykilsi fyri Ba’al.

2
Jeremias 11:18 Jeremias

HARRIN læt meg fáa tað at vita, tí veit eg tað; ja, Tú lætst meg síggja gerðir teirra.

2
Jeremias 11:19 Jeremias

Og eg var sum meinaleyst lamb, ið verður leitt avstað at verða dripið; eg visti ikki, at teir høvdu upphugsað ónd ráð móti mær og sagt: „Latið okkum forkoma trænum og ávøksti tess – týna hann úr landi teirra, sum liva, so eingin minnist navn hansara aftur!“

2
Jeremias 11:20 Jeremias

Men HARRIN Gud herskaranna er rættvísur dómari, Hann rannsakar nýru og hjarta; eg skal síggja hevnd Tína á teimum, tí fyri Teg havi eg lagt fram málevni mítt.

2
Jeremias 11:21 Jeremias

Tí sigur HARRIN so um Anatotsmenn, sum liggja tær eftir lívinum og siga: „Tú mást ikki profetera í navni HARRANS – so satt sum tú vilt ikki doyggja fyri hond okkara!“

2
Jeremias 11:22 Jeremias

– ja, tí sigur HARRIN Gud herskaranna so: Eg skal heimsøkja teir; hinir ungu hjá teimum skulu falla fyri svørði, synir og døtur teirra skulu doyggja av hungri,

2
Jeremias 11:23 Jeremias

og teir skulu einki hava eftir; tí Eg lati vanlukku koma yvir Anatotsmenn, árið, táið teir verða heimsøktir.

2
Jeremias 12:1 Jeremias

HARRI, táið eg havi trætu við Teg, hevur Tú altíð rætt! Kortini má eg tala við Teg um tað, ið rætt er: Hví gongst hinum gudleysu væl? Hví hava tey ongar sorgir, øll hini trúleysu?

2
Jeremias 12:2 Jeremias

Tú hevur plantað tey, og tey hava fest røtur, tey vaksa og bera ávøkst; nær ert Tú í munni teirra, men langt burtur frá nýrum teirra.

2