Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

leið / stígur

958 versir um "leið / stígur"

Versir

Síða 15 av 20
Jeremias 6:13 Jeremias

Tí allir, bæði smáir og stórir, leita eftir órættvísum vinningi, bæði profetur og prestur, hvør ein gongur við lygn.

2
Jeremias 6:14 Jeremias

Teir grøða skaða fólks Míns, sum tað einki var fyri, og siga: „Friður! Friður!“ – tóat eingin friður er.

2
Jeremias 6:15 Jeremias

Teir skulu verða til skammar, tí teir hava gjørt tað, ið viðurstyggiligt er. Ikki smæðast teir, og ikki bítur skomm á teimum; tí skulu teir falla millum teir, ið falla; táið tíð Mín kemur at heimsøkja teir, skulu teir snáva – sigur HARRIN.

2
Jeremias 6:16 Jeremias

So segði HARRIN: „Standið við vegirnar og hyggið eftir, spyrjið um hinar gomlu gøtur, spyrjið, hvar leiðin liggur til hitt góða, og gangið hana! So skulu tit finna sálum tykkara hvílu.“ Men tey svaraðu: „Hana vilja vit ikki ganga!“

2
Jeremias 6:17 Jeremias

Eg setti tykkum vaktarar og segði: „Aktið eftir, táið lúðurin ljóðar!“ Men tey svaraðu: „Honum lurta vit ikki eftir!“

2
Jeremias 6:18 Jeremias

Hoyrið tí, tit fólkasløg, og síggj, tú samkoma, hvat í teimum býr!

2
Jeremias 6:19 Jeremias

Hoyr, tú jørð! Ja, Eg lati vanlukku koma yvir hetta fólk, ávøkstin av ráðum teirra; tí orðum Mínum hava tey ikki lurtað eftir, og lóg Mína hava tey vrakað.

2
Jeremias 6:20 Jeremias

Hvat leggi Eg í roykilsi úr Sjeba og í besta kalmus úr landi langt burtur! Brennioffur tykkara líkar Mær ikki, og sláturoffur tykkara vil Eg ikki hava!

2
Jeremias 6:21 Jeremias

Tí sigur HARRIN so: Eg leggi steinar at falla um fyri hetta fólk, og bæði fedrar og synir skulu snáva um teir; granni skal ganga til grundar saman við granna.

2
Jeremias 6:22 Jeremias

So sigur HARRIN: Fólk kemur úr landinum í norðri, stór tjóð reisist við ytsta enda jarðar.

2
Jeremias 6:23 Jeremias

Boga og spjót bera teir; teir eru grummir og spara ongan; rødd teirra brúsar sum havið, og á hestum koma teir ríðandi, vápnaðir sum hermenn móti tær, dóttir Zion!

2
Jeremias 6:24 Jeremias

Vit hava hoyrt tíðindini um tað, og hendur okkara mistu alla megi; angist er fallin á okkum, pína sum á kvinnuna, ið eigur.

2
Jeremias 6:25 Jeremias

Farið ikki út á markina, og gangið ikki eftir vegnum! Tí fíggindin hevur svørð – ræðsla úr øllum ættum!

2
Jeremias 6:26 Jeremias

Sveipa teg í syrgibúna, dóttir fólks Míns, velt tær í øsku, halt sorg sum eftir einasta barn, vena teg sárliga! Tí brádliga kemur oyðarin á okkum.

2
Jeremias 6:27 Jeremias

Til rannsakara havi Eg sett teg millum fólk Mítt, til fasta borg, til at kenna og royna leið teirra.

2
Jeremias 6:28 Jeremias

Tey hava vent sær burtur og eru fallin frá – øll somul; tey ganga um við útspilling; tey eru kopar og jarn; øll somul gera tey tað, ið voldir mein.

2
Jeremias 6:29 Jeremias

Smiðjubjølgurin er brendur upp, blýggið er upptært; til einkis hava teir brætt og brætt – hini óndu eru ikki skild frá.

2
Jeremias 6:30 Jeremias

„Burturkastað silvur“ verða tey rópt – tí HARRIN hevur vrakað tey.

2
Jeremias 7:1 Jeremias

Hetta er orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM; Hann segði:

2
Jeremias 7:2 Jeremias

Far og statt í portri hús HARRANS, og prædika har hetta orð – sig: Hoyrið orð HARRANS, alt Juda, tit, ið inn koma um hesi portur at tilbiðja HARRAN!

2
Jeremias 7:3 Jeremias

So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Bøtið leiðir og atburð tykkara! So skal Eg loyva tykkum at búgva á hesum staði.

2
Jeremias 7:4 Jeremias

Lítið ikki á slíka lygitalu sum hesa: „Her er tempul HARRANS, tempul HARRANS, tempul HARRANS!“

2
Jeremias 7:5 Jeremias

Nei – so satt sum leiðir og atburður tykkara batna, so satt sum tit skifta rætt manna millum,

2
Jeremias 7:6 Jeremias

kúga ikki hin fremmanda, hin faðirleysa og einkjuna, úthella ikki sakleyst blóð á hesum staði og halda tykkum ikki til aðrar gudar – tykkum sjálvum til vanlukku! –

2
Jeremias 7:7 Jeremias

so skal Eg loyva tykkum at búgva á hesum staði, í landinum, sum Eg gav fedrum tykkara, í aldur og allar ævir.

2
Jeremias 7:8 Jeremias

Men tit líta á lygitalu – til onga nyttu!

2
Jeremias 7:9 Jeremias

Hvat! Tit stjala, drepa, dríva hor, svørja rangt, brenna roykilsi fyri Ba’al og halda tykkum til aðrar gudar – sum tit ikki kenna –

2
Jeremias 7:10 Jeremias

og so koma tit og stíga fram fyri ásjón Mína í hesum húsi, ið kallað er við navni Mínum, og siga: „Vit eru frelst!“ til síðani at gera alt hetta viðurstyggiliga við sama lagi!

2
Jeremias 7:11 Jeremias

Er tá hetta hús, ið kallað er við navni Mínum, vorðið ránsmannabøli í eygum tykkara? Jú, sanniliga havi Eg sæð tað við! – sigur HARRIN.

2
Jeremias 7:12 Jeremias

Farið til bústað Mín í Silo, har sum Eg í fornum døgum læt navn Mítt búgva, og síggið, hvat Eg havi gjørt við tað aftur fyri óndskap Ísraels, fólks Míns!

2
Jeremias 7:13 Jeremias

Og nú – aftur fyri at tit fremja øll hesi verk – sigur HARRIN – og hava ikki viljað lurtað eftir, tóat Eg tíðliga og seint havi talað til tykkara, og hava ikki viljað svarað, tóat Eg havi rópt á tykkum,

2
Jeremias 7:14 Jeremias

so skal Eg gera við húsið, ið kallað er við navni Mínum, og sum er álit tykkara, og við staðið, ið Eg gav tykkum og fedrum tykkara, eins og Eg gjørdi við Silo;

2
Jeremias 7:15 Jeremias

og Eg skal blaka tykkum burt frá ásjón Míni, eins og Eg havi blakað burt allar brøður tykkara, alla ætt Efra’ims.

2
Jeremias 7:16 Jeremias

Tú mást tí nú ikki biðja fyri hesum fólki, ikki eymka teg um tað ella bera fram forbøn fyri tí og ikki ganga á Meg – tí Eg hoyri teg ikki!

2
Jeremias 7:17 Jeremias

Sært tú ikki, hvat tey gera í býum Juda og á gøtum Jerusalems?

2
Jeremias 7:18 Jeremias

Børnini sanka brenni, fedrarnir kynda eld, og kvinnurnar knoða deiggj til at baka himmaldrotningini offurkøkur av; og tey hella øðrum gudum út drykkjuoffur – til at volda Mær sorg!

2
Jeremias 7:19 Jeremias

Man tað vera Mær, tey volda sorg! – sigur HARRIN – man tað ikki vera sær sjálvum, so andlit teirra koma at rodna av skomm!

2
Jeremias 7:20 Jeremias

Tí sigur Harrin HARRIN so: Vreiði Mín og bræði Mín skal verða úthelt yvir hetta stað, yvir fólk og fæ, yvir trøini á markini og ávøkst jarðarinnar; og hon skal brenna og ikki sløkna.

2
Jeremias 7:21 Jeremias

So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Leggið tit brennioffur tykkara aftrat sláturofrum tykkara, og etið kjøt!

2
Jeremias 7:22 Jeremias

Tí ta ferðina Eg leiddi fedrar tykkara út av Egyptalandi, talaði Eg ikki við teir um brennioffur og sláturoffur og gav teimum einki boð um slíkt.

2
Jeremias 7:23 Jeremias

Men hetta boð gav Eg teimum: „Hoyrið rødd Mína! So skal Eg vera Gud tykkara, og tit skulu vera fólk Mítt; og gangið í øllum leiðina, sum Eg gevi tykkum boð um, so tykkum kann gangast væl!“

2
Jeremias 7:24 Jeremias

Men teir lurtaðu ikki eftir og boygdu ikki oyrað til Mín; nei, teir gingu eftir sínum egnu ráðum, ónda harða hjarta sínum, og teir vendu Mær bakið og ikki andlitið.

2
Jeremias 7:25 Jeremias

Frá tí degi fedrar tykkara fóru út av Egyptalandi og líka til henda dag, havi Eg sent til tykkara allar tænarar Mínar profetarnar, dagliga, tíðliga og seint.

2
Jeremias 7:26 Jeremias

Men tey lurtaðu ikki eftir Mær og boygdu ikki oyrað til Mín; tey gjørdu hálsin harðan og bóru seg verri at enn fedrar teirra.

2
Jeremias 7:27 Jeremias

– Og tú skalt tala øll hesi orð við tey, men tey skulu ikki lurta eftir tær; tú skalt rópa á tey, men tey skulu ikki svara tær.

2
Jeremias 7:28 Jeremias

Tí skalt tú siga við tey: „Hetta er fólkið, ið ikki hevur lurtað eftir rødd HARRANS Guds síns og ikki hevur tikið við tykt; sannleikin er burtur, er horvin úr munni teirra!“

2
Jeremias 7:29 Jeremias

Klipp hárið av tær og blaka tað frá tær, og hevja upp sorgarsong á naknum hæddum! Tí HARRIN hevur vrakað og koyrt frá Sær ættina, ið Hann er illur við.

2
Jeremias 7:30 Jeremias

Tí synir Juda hava gjørt tað, sum ónt er í eygum Mínum – sigur HARRIN – teir hava sett viðurstygdir sínar í húsið, sum kallað er við navni Mínum, og gjørt tað óreint.

2
Jeremias 7:31 Jeremias

Teir hava bygt Tofethæddir í Hinnomssonardali, til at brenna synir og døtur sínar á – slíkt, sum Eg ikki havi álagt teimum, og sum aldri hevur verið Mær í huga!

2
Jeremias 7:32 Jeremias

Tí skulu dagar koma – sigur HARRIN – táið ikki longur skal verða sagt „Tofet“ ella „Hinnomssonardalur“, men „Drápsdalur“; og tey skulu jarða hini deyðu í Tofet, av tí at pláss er ikki aðrastaðni.

2