leið / stígur
958 versir um "leið / stígur"
Versir
Síða 10 av 20Orðtøkini 19:7 Orðtøkini
Allir skyldmenn hins fátæka hata hann, og enn meiri halda vinir hansara seg frá honum; hann fer eftir lyftum, sum ikki eru at finna.
Orðtøkini 19:8 Orðtøkini
Tann, ið vinnur vit, elskar lív sítt; tann, ið heldur fast við vísdóm, finnur lukku.
Orðtøkini 19:9 Orðtøkini
Falskt vitni skal ikki verða óstraffað, og tann, ið gongur við lygn, skal ikki komast undan.
Orðtøkini 19:10 Orðtøkini
Ikki sømir seg fyri dáran at hava góðar dagar, og enn minni fyri træl at ráða yvir høvdingum.
Orðtøkini 19:11 Orðtøkini
Klókskapur menniskjans ger hann tolnan; tað er honum æra at látast sum einki, um onkur gongur honum ov nær.
Orðtøkini 19:12 Orðtøkini
Vreiði kongsins er sum brøl leyvunnar, men yndi hansara er sum døgg á urtum.
Orðtøkini 19:13 Orðtøkini
Sonurin, ið er dári, er einki til uttan vanlukku fyri faðir sín, og kvinnukjak er sum takdropi, ið aldri heldur uppat.
Orðtøkini 19:14 Orðtøkini
Hús og góðs eru arvur frá foreldrum, men vitig kvinna er gáva frá HARRANUM.
Orðtøkini 19:15 Orðtøkini
Leti søkkir niður í fastan svøvn, og letingin kemur at hungra.
Orðtøkini 19:16 Orðtøkini
Tann, ið heldur boðið, heldur sær sjálvum á lívi; tann, ið ikki aktar eftir, hvussu hann ber seg at, skal lata lív.
Orðtøkini 19:17 Orðtøkini
Tann, ið ger miskunn móti hinum fátæka, lænir HARRANUM, og HARRIN skal løna honum tað góða, ið hann ger.
Orðtøkini 19:18 Orðtøkini
Tykta son tín, tí enn er vón – annars stílar tú eftir at volda deyða hansara!
Orðtøkini 19:19 Orðtøkini
Tann, ið illsintur er, má bøta; tí hjálpir tú honum, gert tú tað bert verri.
Orðtøkini 19:20 Orðtøkini
Lurta eftir ráðum og tak við tykt, so tú kanst verða vísur til endan!
Orðtøkini 19:21 Orðtøkini
Mangar hugsanir eru í hjarta mansins, men ráð HARRANS er tað, ið fast stendur.
Orðtøkini 19:22 Orðtøkini
Miskunn menniskjans er gleði hansara, og lukkuligari er fátækur maður enn lygnari.
Orðtøkini 19:23 Orðtøkini
Ótti HARRANS leiðir til lív; mettur hvílir ein og verður ikki heimsøktur av vanlukku.
Orðtøkini 19:24 Orðtøkini
Letingin rættir seg at fatinum, men tímir ikki at lyfta hondini at munninum.
Orðtøkini 19:25 Orðtøkini
Slá spottaran – so verður hin fávitskuti klókur! Hav at hinum vitiga, so fær hann kunnskap!
Orðtøkini 19:26 Orðtøkini
Tann, ið fer illa við faðir sínum og koyrir móður sína út, er ringur, skammleysur sonur.
Orðtøkini 19:27 Orðtøkini
Sonur mín! Halt uppat at lurta eftir áminning – so villist tú burt frá orðum kunnskapar!
Orðtøkini 19:28 Orðtøkini
Gudleyst vitni spottar tað, ið rætt er; muður gudleysra gloypir órætti.
Orðtøkini 19:29 Orðtøkini
Sløg eru spottaranum til reiðar, høgg ryggi dárans.
Orðtøkini 20:1 Orðtøkini
Vín er spottari, sterkur drykkur heldur gang; tann, ið sløðrar av tí, verður ikki vísur.
Orðtøkini 20:2 Orðtøkini
Ræðslan, ið kongur vekur, er sum leyvubrøl; at vekja vreiði hansara er at vága lívið.
Orðtøkini 20:3 Orðtøkini
Tað er manninum æra, at hann heldur seg frá trætu, men allir dárar elva klandur.
Orðtøkini 20:4 Orðtøkini
Um veturin vil letingin ikki pløga; tí leitar hann um heystið eftir grøði, men finnur onga.
Orðtøkini 20:5 Orðtøkini
Ráð í hjarta mansins eru djúp vøtn; men vitigur maður dregur tey upp.
Orðtøkini 20:6 Orðtøkini
Mong eru tey, sum rópa hart, hvør um kærleika sín; men hvør finnur trúfastan mann?
Orðtøkini 20:7 Orðtøkini
Hin rættvísi gongur ólastandi fram; lukkulig eru børn hansara eftir hann.
Orðtøkini 20:8 Orðtøkini
Kongurin, ið situr á dómstólinum, skilir út alt ilt við eygnakasti sínum.
Orðtøkini 20:9 Orðtøkini
Hvør kann siga: „Eg havi reinsað hjarta mítt, eg eri reinur frá synd“!
Orðtøkini 20:10 Orðtøkini
Tvey sløg av vekt og tvey sløg av máli – bæði eru HARRANUM andstygd.
Orðtøkini 20:11 Orðtøkini
Longu smádrongurin kennist á tí, sum hann ger, um atferð hansara verður rein og røtt.
Orðtøkini 20:12 Orðtøkini
Oyrað, ið hoyrir, og eygað, ið sær – HARRIN hevur skapt bæði.
Orðtøkini 20:13 Orðtøkini
Elska ikki svøvn, tí so verður tú fátækur! Lat eyguni upp, so fært tú nóg mikið av breyði at eta.
Orðtøkini 20:14 Orðtøkini
„Vánaligt, vánaligt!“ sigur keyparin, men táið hann fer avstað, rósar hann sær.
Orðtøkini 20:15 Orðtøkini
Víst finnast bæði gull og nógvar perlur, men kunnskaparvarrar eru dýrabart prýði.
Orðtøkini 20:16 Orðtøkini
Tak klæðini frá honum, tí hann er gingin í ábyrgd fyri ein annan, og panta hann fyri fremmand!
Orðtøkini 20:17 Orðtøkini
Breyð, vunnið við sviki, smakkar søtt í munninum, men aftaná fyllist muðurin av smásteinum.
Orðtøkini 20:18 Orðtøkini
Ætlanir fáa framgongd við ráðlegging; søk tær góð ráð, táið tú fert í bardaga!
Orðtøkini 20:19 Orðtøkini
Baktalarin sigur frá tí, sum undir hann er lagt, og tann, ið ikki dugir at tiga, skalt tú einki hava við at gera.
Orðtøkini 20:20 Orðtøkini
Tann, ið bannar faðir sínum og móður síni, í bølamyrkri skal lampa hansara sløkna.
Orðtøkini 20:21 Orðtøkini
Arvur, sum ein av fyrstum hevur skrætt til sín, verður til endan uttan signing.
Orðtøkini 20:22 Orðtøkini
Sig ikki: „Eg skal løna ilt við illum!“ – Bíða eftir HARRANUM, so hjálpir Hann tær!
Orðtøkini 20:23 Orðtøkini
Tvey sløg av loddum eru HARRANUM andstygd; svikavekt er ikki góð.
Orðtøkini 20:24 Orðtøkini
Frá HARRANUM eru stig mansins; hvussu skuldi menniskjað skilt veg sín!
Orðtøkini 20:25 Orðtøkini
Tað er menniskjanum vandafult í gáloysni at halga okkurt og so ikki fyrrenn aftaná at hugsa um tað, ið lovað varð.
Orðtøkini 20:26 Orðtøkini
Vísur kongur skilir út hini gudleysu og letur hjólið ganga yvir tey.
Orðtøkini 20:27 Orðtøkini
Andi menniskjans er lampa HARRANS, sum rannsakar øll kømur í hjarta hansara.