leið / stígur
958 versir um "leið / stígur"
Versir
Síða 12 av 20Orðtøkini 22:17 Orðtøkini
Boygg oyrað og lurta eftir orðum vísmanna, og legg tær lærdómar mínar á hjarta!
Orðtøkini 22:18 Orðtøkini
Tí tað er gott, at tú goymir tey í brósti tínum, og at tey øll hanga føst við varrar tínar.
Orðtøkini 22:19 Orðtøkini
Fyri at álit títt skal vera á HARRANUM, tí læri eg í dag teg, júst teg.
Orðtøkini 22:20 Orðtøkini
Havi eg ikki skrivað tær fyrndarorð við ráðum og kunnskapi
Orðtøkini 22:21 Orðtøkini
fyri at kunngera tær tað, ið rætt er, sannleiksorð, so tú við beinum orðum fært svarað teimum, ið senda teg!
Orðtøkini 22:22 Orðtøkini
Ræn ikki frá hinum fátæka, fyri tað at hann er fátækur, og traðka ikki niður hin arma í býportrinum!
Orðtøkini 22:23 Orðtøkini
Tí HARRIN skal flyta mál teirra, og Hann skal týna lív teirra, sum taka nakað frá teimum.
Orðtøkini 22:24 Orðtøkini
Ver ikki vinur við tann, sum skjótt kemur ilt í, og hav ikki felagsskap við snarsintan mann,
Orðtøkini 22:25 Orðtøkini
fyri at tú skalt ikki læra gøtur hansara og fáa snerru fyri sál tína!
Orðtøkini 22:26 Orðtøkini
Ver ikki millum teirra, sum geva handtak, millum teirra, sum ganga í ábyrgd fyri skuld!
Orðtøkini 22:27 Orðtøkini
Hví skal songin undir tær verða tikin burt, táið tú einki eigur at gjalda við!
Orðtøkini 22:28 Orðtøkini
Flyt ikki hini gomlu markaskjølini, sum fedrar tínir hava sett!
Orðtøkini 22:29 Orðtøkini
Sært tú mann, sum er skjótur í arbeiði sínum – hann skal koma at tæna kongum, hann skal ikki koma at tæna monnum, sum lítið hava at týða.
Orðtøkini 23:1 Orðtøkini
Táið tú situr til borðs hjá stórmanni, akta tá væl eftir, hvønn tú hevur framman fyri teg,
Orðtøkini 23:2 Orðtøkini
og set knív á barka tín, um tú ert ov svangur!
Orðtøkini 23:3 Orðtøkini
Tráa ikki eftir góðgæti hansara, tí tað er svikaligur kostur!
Orðtøkini 23:4 Orðtøkini
Pøs teg ikki við at vinna tær ríkidømi – lat slíkan klókskap fara!
Orðtøkini 23:5 Orðtøkini
– Lat ikki eyguni flúgva til tað, sum hvørvur! Tí tað ger sær veingir, tað er vist; sum ørn flýgur tað móti himli.
Orðtøkini 23:6 Orðtøkini
Et ikki breyð hins øvundsjúka, og tráa ikki eftir góða mati hansara!
Orðtøkini 23:7 Orðtøkini
Tí sum hann hugsar í sál síni, so er hann; „et og drekk!“ sigur hann við teg, men hjarta hansara er ikki við tær.
Orðtøkini 23:8 Orðtøkini
Bitan, ið tú hevur etið, kemur tú at spýggja upp aftur, og føgru orð tíni hevur tú spilt burtur.
Orðtøkini 23:9 Orðtøkini
Tala ikki fyri oyrum dárans, tí hann vanvirðir vitigu orð tíni!
Orðtøkini 23:10 Orðtøkini
Flyt ikki gamalt markaskjal, og kom ikki inn á akur faðirleysra!
Orðtøkini 23:11 Orðtøkini
Tí loysari teirra er sterkur; Hann skal føra søk teirra móti tær.
Orðtøkini 23:12 Orðtøkini
Boygg hjarta títt til tykt og oyru tíni til kunnskaparorð!
Orðtøkini 23:13 Orðtøkini
Lat ikki hin unga vera ótyktaðan! Táið tú slært hann við koyrlinum, sleppur hann undan deyðanum.
Orðtøkini 23:14 Orðtøkini
Tú slært hann við koyrlinum, men tú frelsir sál hansara frá deyðaríkinum.
Orðtøkini 23:15 Orðtøkini
Sonur mín! Er hjarta títt víst, so skal eisini hjarta mítt gleðast;
Orðtøkini 23:16 Orðtøkini
og nýru míni skulu fegnast, táið varrar tínar tala tað, ið rætt er.
Orðtøkini 23:17 Orðtøkini
Lat ikki hjarta títt øvunda syndarar, men lat tað altíð vera íðið fyri ótta HARRANS!
Orðtøkini 23:18 Orðtøkini
Sanniliga hevur tú framtíð tá, og vón tín skal ikki koma upp í einki!
Orðtøkini 23:19 Orðtøkini
Hoyr, sonur mín, og verð vísur, lat hjarta títt ganga beint fram eftir vegnum!
Orðtøkini 23:20 Orðtøkini
Ver ikki ein av teimum, sum fylla seg av víni og kjøti!
Orðtøkini 23:21 Orðtøkini
Tí drykkjumaður og átari armast út, og svøvnur klæðir mannin í spjarrar.
Orðtøkini 23:22 Orðtøkini
Lurta eftir faðir tínum, sum gav tær lívið, og vanvirð ikki móður tína, táið hon er vorðin gomul!
Orðtøkini 23:23 Orðtøkini
Keyp sannleika og sel hann ikki, keyp vísdóm, tykt og vit!
Orðtøkini 23:24 Orðtøkini
Faðir hins rættvísa skal fegnast; tann, sum fær vísan son, skal gleðast um hann.
Orðtøkini 23:25 Orðtøkini
Lat faðir tín og móður tína gleðast, lat hana, ið átti teg, fegnast!
Orðtøkini 23:26 Orðtøkini
Sonur mín! Gev mær hjarta títt, og lat eygu tíni hava hug til leiðir mínar!
Orðtøkini 23:27 Orðtøkini
Tí skøkjan er botnleys grøv, og hin fremmanda kvinnan er trongur brunnur.
Orðtøkini 23:28 Orðtøkini
Ja, hon liggur og lúrir, eins og ránsmaður, og hon nørir um tal hinna trúleysu millum menniskjuni.
Orðtøkini 23:29 Orðtøkini
Hvør hevur sorg? Hvør hevur sút? Hvør hevur klandur? Hvør má eymka seg? Hvør hevur sár fyri einki? Hvør hevur reyð eygu?
Orðtøkini 23:30 Orðtøkini
Teir, ið sita leingi uppi hjá víninum, teir, ið koma at smakka hin sterka drykkin.
Orðtøkini 23:31 Orðtøkini
Hygg ikki at víninum, hvussu reytt tað er, hvussu vakurt tað glitrar í bikarinum, hvussu væl tað gongur niður!
Orðtøkini 23:32 Orðtøkini
– At endanum bítur tað sum ormur og høggur sum høggormur;
Orðtøkini 23:33 Orðtøkini
eygu tíni fara at hyggja eftir fremmandum kvinnum, og hjarta títt fer at tala tað, ið rangvørgt er.
Orðtøkini 23:34 Orðtøkini
Og tú verður líkur einum, ið svevur mitt úti á havinum, líkur einum, ið svevur uppi á mastrartoppinum.
Orðtøkini 23:35 Orðtøkini
[Tú fert at siga:] „Teir bankaðu meg, men eg fekk ikki ilt, teir skúgvaðu meg, men eg føldi tað ikki! Táið eg einaferð vakni, leiti eg aftur til vínið!“
Orðtøkini 24:1 Orðtøkini
Øvunda ikki ónd menniskju, og hav ikki hug at vera við teimum!
Orðtøkini 24:2 Orðtøkini
Tí hjarta teirra hugsar bert um yvirgangsverk, og varrar teirra tala vanlukku.