Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

leið / stígur

958 versir um "leið / stígur"

Versir

Síða 11 av 20
Orðtøkini 20:28 Orðtøkini

Kærleiki og trúfesti eru vakt um kongin; hann styðjar hásæti sítt við kærleika.

2
Orðtøkini 20:29 Orðtøkini

Prýði hinna ungu er styrki teirra, og heiður hinna gomlu er hini gráu hár.

2
Orðtøkini 20:30 Orðtøkini

Svíðandi sár reinsa burt hitt ónda, ja, sløg reinsa hjartað innast inni.

2
Orðtøkini 21:1 Orðtøkini

Hjarta kongsins er sum løkir í hond HARRANS; Hann leiðir tað, hagar sum Hann vil.

2
Orðtøkini 21:2 Orðtøkini

Allar leiðir mansins eru beinar í hansara egnu eygum; men HARRIN vigar hjørtuni.

2
Orðtøkini 21:3 Orðtøkini

At gera rætt og skjal hevur meiri virði fyri HARRANUM enn offur.

2
Orðtøkini 21:4 Orðtøkini

Stolt eygu og hugmóðigt hjarta – lampa gudleysra er teimum til synd.

2
Orðtøkini 21:5 Orðtøkini

Tað, sum hin hugagóði hugsar um, leiðir bert til vinning, men alt bræði bert til tap.

2
Orðtøkini 21:6 Orðtøkini

Ríkidømi, sum verður vunnið við svikafullari tungu, er blástur, ið hvørvur í luftini, og tað leiðir til deyða.

2
Orðtøkini 21:7 Orðtøkini

Yvirgangsverk hinna gudleysu ríva tey sjálv burtur, aftur fyri at tey vildu ikki gera rætt.

2
Orðtøkini 21:8 Orðtøkini

Skuldartyngdur maður gongur sniðgøtur, men hin reini – beint fram er tað, ið hann ger.

2
Orðtøkini 21:9 Orðtøkini

Betri er at búgva í horni á takinum enn í húsi saman við klandrutari kvinnu.

2
Orðtøkini 21:10 Orðtøkini

Sál hins gudleysa hevur hug til ilt; næsti hansara finnur onga miskunn hjá honum.

2
Orðtøkini 21:11 Orðtøkini

Táið spottarin verður revsaður, verður hin fávitskuti vísur; og verður hin vísi lærdur, tekur hann við kunnskapi.

2
Orðtøkini 21:12 Orðtøkini

Hin rættvísi hevur eyguni eftir húsi hins gudleysa; hann stoytir gudleysum í vanlukku.

2
Orðtøkini 21:13 Orðtøkini

Tann, ið letur aftur oyrað fyri rópum hins fátæka, hann skal sjálvur rópa, men einki svar fáa.

2
Orðtøkini 21:14 Orðtøkini

Gáva í loyndum stillar vreiði, og mutur í barmin blíðkar, ið hvussu illur ein er.

2
Orðtøkini 21:15 Orðtøkini

Tað er hinum rættvísa gleði, at rætturin hevur framgongd, men tað er teimum ræðsla, sum gera órætt.

2
Orðtøkini 21:16 Orðtøkini

Tað menniskja, ið villist burtur av klókskaparleið, skal skjótt hvíla millum deydningarnar.

2
Orðtøkini 21:17 Orðtøkini

Fátækur verður tann, ið elskar glaðar dagar; tann, ið elskar vín og olju, verður ikki ríkur.

2
Orðtøkini 21:18 Orðtøkini

Hin gudleysi verður givin sum loysigjald fyri hin rættvísa, og svikarin kemur í staðin fyri hini sannhjartaðu.

2
Orðtøkini 21:19 Orðtøkini

Betri er at búgva í oyðilandi enn hjá klandrutari og illsintari kvinnu.

2
Orðtøkini 21:20 Orðtøkini

Dýrabarir skattir og olja eru í húsi hins vísa, men dárin ger enda á tí.

2
Orðtøkini 21:21 Orðtøkini

Tann, ið stevnir eftir rættvísi og miskunn, skal finna lív, rættvísi og heiður.

2
Orðtøkini 21:22 Orðtøkini

Hin vísi tekur bý kappanna og rívur niður borgina, ið hann leit á.

2
Orðtøkini 21:23 Orðtøkini

Tann, ið varðar munn sín og tungu sína, varðar lív sítt frá trongdum.

2
Orðtøkini 21:24 Orðtøkini

Tann, ið hugmóðigur og uppblástur er, verður kallaður spottari; hann heldur fram í óstýriligum hugmóði.

2
Orðtøkini 21:25 Orðtøkini

Tráan letingans ger enda á honum; tí hendur hansara vilja einki gera.

2
Orðtøkini 21:26 Orðtøkini

Allan dagin tráar og tráar hann, men hin rættvísi gevur og sparir ikki.

2
Orðtøkini 21:27 Orðtøkini

Offur gudleysra er andstygd – og enn meiri, táið tey bera tað fram við illum í huga!

2
Orðtøkini 21:28 Orðtøkini

Lygivitni skal ganga til grundar, men maður, sum lurtar eftir, honum skal altíð bera til at tala.

2
Orðtøkini 21:29 Orðtøkini

Gudleysur maður er frekur í atburði, men hin sannhjartaði gongur leið sína beint fram.

2
Orðtøkini 21:30 Orðtøkini

Móti HARRANUM er vísdómur einki, vit einki og ráð einki.

2
Orðtøkini 21:31 Orðtøkini

Hesturin verður gjørdur til reiðar til orrustudagin, men sigurin kemur frá HARRANUM.

2
Orðtøkini 22:1 Orðtøkini

Gott navn er meiri vert enn nógv ríkidømi; at vera væl umtóktur er betri enn silvur og gull.

2
Orðtøkini 22:2 Orðtøkini

Ríkur og fátækur møtast; HARRIN hevur skapt báðar.

2
Orðtøkini 22:3 Orðtøkini

Hin klóki sær vanlukkuna og leitar sær skjól, men fávitskut halda fram og noyðast at bøta.

2
Orðtøkini 22:4 Orðtøkini

Løn fyri spakføri og ótta HARRANS er ríkidømi, heiður og lív.

2
Orðtøkini 22:5 Orðtøkini

Tornir og snerrur eru á vegi hins falska; tann, ið vil varða sál sína, má halda seg frá teimum.

2
Orðtøkini 22:6 Orðtøkini

Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.

2
Orðtøkini 22:7 Orðtøkini

Hin ríki valdar yvir fátækum, og tann, ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá.

2
Orðtøkini 22:8 Orðtøkini

Tann, ið sáar órætt, skal heysta ilt, og vreiðikoyril hansara skal sláa hann sjálvan.

2
Orðtøkini 22:9 Orðtøkini

Hin hjartagóði verður signaður, afturfyri at hann gav hinum fátæka av breyði sínum.

2
Orðtøkini 22:10 Orðtøkini

Rek spottaran burt! So fer klandrið við, og kjak og háð heldur uppat.

2
Orðtøkini 22:11 Orðtøkini

Tann, ið elskar reinleika hjartans, og sum ber fram dámliga talu, hevur kongin til vin.

2
Orðtøkini 22:12 Orðtøkini

Eygu HARRANS verja hin vitiga, men orð hins trúleysa ger Hann til einkis.

2
Orðtøkini 22:13 Orðtøkini

Letingin sigur: „Leyva er harúti, eg kundi verðið dripin mitt á vegnum!“

2
Orðtøkini 22:14 Orðtøkini

Muðurin á fremmandari kvinnu er djúp grøv; tann, ið HARRIN er vreiður á, fellur í hana.

2
Orðtøkini 22:15 Orðtøkini

Dárskapur situr fastur í hjarta hins unga; revsingarkoyrilin rekur hann burtur.

2
Orðtøkini 22:16 Orðtøkini

At kúga hin fátæka er bert at nøra um góðs hansara; at geva hinum ríka voldir honum bert tap.

2