hjúnalag millum ymiskar trúgv
1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"
Versir
Síða 9 av 27Esaias 21:6 Esaias
Tí so segði HARRIN við meg: „Far og set út vaktarmannin! Tí, sum hann sær, skal hann siga frá.
Esaias 21:7 Esaias
Sær hann fylgi, ríðandi menn, tveir og tveir, fylgi av eslum, fylgi av kamelum, skal hann akta eftir, ja, akta væl eftir!“
Esaias 21:8 Esaias
Hann rópti sum leyva: „Harri, her standi eg á vakt støðugt, allan dagin, og eg verði verandi her og hyggi eftir nátt eftir nátt!
Esaias 21:9 Esaias
Og hygg, nú kemur her fylgi av monnum, ríðandi menn, tveir og tveir!“ – Og hann tók til orða og segði: „Fallið, fallið er Bábel! Allar gudamyndir tess hevur hann sorað sundur, líka í grund!“
Esaias 21:10 Esaias
– Á, tú sundursoraða, treskta fólk Mítt! Tað, sum eg havi hoyrt frá HARRANUM Gudi herskaranna, frá Gudi Ísraels, havi eg kunngjørt tykkum.
Esaias 21:11 Esaias
Spádómur um Duma.* Teir rópa til mín úr Se’ir: „Vaktari, hvat líður náttini? Vaktari, hvat líður náttini?“
Esaias 21:12 Esaias
Vaktarin svarar: „Morgunin er komin, og tó er nátt! Vilja tit spyrja, so spyrjið – komið aftur!“
Esaias 21:13 Esaias
Spádómur um Arabia. Í skóginum í Arabia skulu tit vera um náttina, tit ferðamannafylgi úr Dedan!
Esaias 21:14 Esaias
Tey eru farin út móti hinum tystu við vatni, tey, sum búgva í Temalandi; út móti teimum, sum flýggja, eru tey farin við breyði.
Esaias 21:15 Esaias
Tí tey flýggja undan svørðinum, undan hinum drigna svørði, undan hinum spenta boga, undan tyngd ófriðarins.
Esaias 21:16 Esaias
Tí so hevur Harrin sagt við meg: „Eitt ár enn – sum dagløntur maður roknar árið – so skal vera úti við allari dýrd Kedars.
Esaias 21:17 Esaias
Fáir skulu bogarnir vera, ið eftir eru hjá køppum Kedars – tí HARRIN Gud Ísraels hevur talað.“
Esaias 22:1 Esaias
Spádómur um Sjónadal.* Hvat bagir hjá tær, síðani alt fólk títt er farið upp á tøkini?
Esaias 22:2 Esaias
Tú býur, so fullur av óljóði, av gangi, av fagnaðarrópum! Falnu menn tínir eru ikki dripnir við svørði og ikki deyðir í bardaga.
Esaias 22:3 Esaias
Høvdingar tínir eru allir samlir flýddir; uttan at skotið varð við boga, vórðu teir tiknir á hondum; teir, sum í tær vóru, gjørdust allir fangar, hvussu langt burt teir so vóru flýddir.
Esaias 22:4 Esaias
Tí sigi eg: Vendið eygunum frá mær, eg má gráta sárt! Gerið mær ikki ófrið við at troysta meg fyri, at dóttir fólks míns er løgd í oyði!
Esaias 22:5 Esaias
Tí ræðsludagur, dagur niðurtraðkingar og treingingar, kemur frá Harranum, HARRANUM Gudi herskaranna, í Sjónadali;* múrar verða niðurbrotnir, og neyðarrópini hoyrast líka niðan í fjøllini.
Esaias 22:6 Esaias
Elam tekur pílahúsan, heldur fram við vagnkøppum og hestmonnum; Kir hevur tikið út skjøldirnar.
Esaias 22:7 Esaias
Bestu dalar tínir fyllast við vagnum, og hestmenn taka støðu fyri portrunum.
Esaias 22:8 Esaias
Hann tekur verndina frá Juda. Tá fert tú at hyggja teg um eftir vápnunum í skóghúsinum.
Esaias 22:9 Esaias
Tit síggja, at Dávidsbýur hevur nógvar rivur, og tit savna vatnið í Niðaru Tjørn;
Esaias 22:10 Esaias
tit telja húsini í Jerusalem, og tit ríva niður húsini fyri at væla um múrin;
Esaias 22:11 Esaias
millum báðar múrarnar grava tit grøv til vatnið úr Gomlu Tjørn – men til Hansara, sum gjørdi tað, hyggja tit ikki upp, til Hansara, sum langt síðani upphugsaði tað, venda tit ikki eygunum.
Esaias 22:12 Esaias
Harrin, HARRIN Gud herskaranna, kallaði tykkum tann dag til grát og sorg, til at raka høvdið og sveipa syrgibúna um tykkum.
Esaias 22:13 Esaias
Men hygg, her er frøi og gleði – tey drepa neyt og seyð, tey eta kjøt og drekka vín; [tey siga:] „Latið okkum eta og drekka, tí í morgin doyggja vit!“
Esaias 22:14 Esaias
Men í oyrum mínum ljóðar opinbering HARRANS Guds herskaranna: So sanniliga skulu tit ikki fáa gjørt bót fyri hesa synd, so leingi sum tit liva! – sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna.
Esaias 22:15 Esaias
So sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna: Far og sig við henda fútan, Sebna hallarstjóra:
Esaias 22:16 Esaias
Hvat hevur tú her, og hvønn hevur tú her, síðani tú her hevur høgt tær út grøv, tú, sum høggur tær út grøv høgt uppi, holar tær út bústað í berginum?
Esaias 22:17 Esaias
Tú skalt vita, at HARRIN skal blaka teg langan veg, maður! Hann skal snara teg saman í knýti,
Esaias 22:18 Esaias
Hann skal vinda teg saman í noða og sipa teg sum bólt út í rúmt land! Har skalt tú doyggja, og hagar skulu dýrdarvagnar tínir koma – skemd tín, ið tú ert húsi harra tíns!
Esaias 22:19 Esaias
Eg renni teg burt úr staði tínum, og úr embæti tínum skalt tú verða rikin burt.
Esaias 22:20 Esaias
Tann dag skal Eg kalla tænara Mín Eljakim, son Hilkia,
Esaias 22:21 Esaias
og Eg skal lata hann í kyrtil tín, gyrða hann við belti tínum og leggja veldi títt í hendur hansara; hann skal vera faðir teirra, sum í Jerusalem búgva, og hús Juda.
Esaias 22:22 Esaias
Eg skal leggja lykilin til hús Dávids á herðar hansara; táið hann letur upp, skal eingin lata aftur, og táið hann letur aftur, skal eingin lata upp.
Esaias 22:23 Esaias
Eg skal festa hann sum nagla á trygt stað, og hann skal verða fedrahúsi sínum til heiður.
Esaias 22:24 Esaias
Teir skulu heingja á hann alla tyngd hús faðirs hansara, bæði hinar góðu og hinar villu kvistar, øll smáíløtini, bæði føt og krukkur.
Esaias 22:25 Esaias
– Tann dag – sigur HARRIN Gud herskaranna – skal naglin, ið festur var á tryggum staði, loysna; hann skal ganga úr og detta niður, og øll byrðin, ið á honum hekk, skal sorast sundur – tí HARRIN hevur talað!
Esaias 23:1 Esaias
Spádómur um Týrus. Venið tykkum, tit tarsisskip! Tí tað er lagt í oyði, so einki hús er meir – einki at fara inn í! Úr Kittimslandi fáa teir hetta at frætta.
Esaias 23:2 Esaias
Sitið tigandi, tit, sum búgva við strondina! Keypmenn úr Zidon, teir, sum yvir havið fara, fyltu teg.
Esaias 23:3 Esaias
Av sáði frá Sihor og korni frá Nilá gjørdi tú tær vinning, við tað at tú fórt yvir hini stóru høv og handlaði við tí millum fólkini.
Esaias 23:4 Esaias
Men statt nú har við skomm, Zidon! Tí so sigur havið, havborgin: „Eg havi hvørki havt verkir ella átt, heldur ikki uppfostrað ungar dreingir ella uppalt ungar gentur!“
Esaias 23:5 Esaias
Táið tey frætta hetta í Egyptalandi, fáa tíðindini um Týrus tey at skelva.
Esaias 23:6 Esaias
Farið yvir til Tarsis og venið tykkum, tit, sum búgva við strondina!
Esaias 23:7 Esaias
Er hetta glaði staður tykkara, sum til hevur verið frá fornum døgum, og sum av fótum sínum hevur verið borin víða um at búgva sum fremmandur?
Esaias 23:8 Esaias
Hvør hevur gjørt hesa avgerð móti Týrus, sum býtti út krúnur? – Keypmenninir har vóru høvdingar, handilsmenninir har vóru stórmenn á jørðini!
Esaias 23:9 Esaias
Tað er HARRIN Gud herskaranna, ið hevur gjørt tað av – til at vanæra alt hugmóð og eyðmýkja allar hinar stóru á jørðini!
Esaias 23:10 Esaias
Fløð út yvir land títt eins og Nilá, tú dóttir Tarsis! – Flóðgarður er eingin til longur.
Esaias 23:11 Esaias
Hann rætti út hondina yvir havið, hann fekk kongaríki at nøtra – HARRIN beyð, at verndarvirki Kána’anslands skuldu leggjast í oyði.
Esaias 23:12 Esaias
Hann segði: „Aldri aftur skalt tú leika av kæti, tú neyðtikna moyggj, dóttir Zidon! Reis teg, far yvir til Kittimsland – heldur ikki har skalt tú finna hvílu!“
Esaias 23:13 Esaias
Hygg Kaldearaland, hetta fólk, ið ikki var til fyrr – Assur gjørdi land teirra dýrum oyðimarkarinnar til bústað. Teir reisa nú vakttorn síni, teir ríva niður borgirnar í býnum og gera hann til eyrdunga.