hjúnalag millum ymiskar trúgv
1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"
Versir
Síða 10 av 27Esaias 23:14 Esaias
Venið tykkum, tit tarsisskip, tí verndarvirki tykkara er lagt í oyði!
Esaias 23:15 Esaias
Á teirri tíð skal Týrus liggja gloymt í 70 ár, so leingi sum kongsaldur; men táið 70 ár eru gingin, skal gangast Týrus, sum sigst í vísuni um skøkjuna:
Esaias 23:16 Esaias
„Tak sitara tín, gakk um í býnum, tú gloymda skøkja! Spæl vakurt og syng dúgliga, so minst kann verða til tín!“
Esaias 23:17 Esaias
Táið 70 ár eru gingin, skal HARRIN taka Sær av Týrus, og tað skal aftur sleppa at taka skøkjuløn og horast við øllum kongaríkjum heimsins, teimum, sum á jørðini eru.
Esaias 23:18 Esaias
Men inntøka og skøkjuløn tess skal verða HARRANUM halgað; hon skal ikki verða savnað saman ella goymd burtur; nei, tey, sum búgva fyri ásjón HARRANS, skulu fáa inntøku tess og nýta hana at metta seg og klæða seg í skreytbúna fyri.
Esaias 24:1 Esaias
HARRIN tømir jørðina og leggur hana í oyði; Hann umskiftir útsjónd hennara og spjaðir tey, sum á henni búgva.
Esaias 24:2 Esaias
Tá gongur presti sum fólki, harra sum træli, frú sum trælkvinnu, seljara sum keypara, lángevara sum lántakara, okrara sum skuldara hansara.
Esaias 24:3 Esaias
Tømd, ja, tømd skal jørðin verða, og rænd, ja, rænd – tí HARRIN hevur talað hetta orð.
Esaias 24:4 Esaias
Jørðin syrgir og følnar burtur, jarðarríki ørmaktast og følnar burtur; hinir mætu millum fólkini á jørðini ørmaktast.
Esaias 24:5 Esaias
Tí jørðin er vanhalgað undir teimum, ið á henni búgva; tey hava brotið lógirnar, vent rættinum við, brotið hin æviga sáttmála.
Esaias 24:6 Esaias
Tí tærir bann jørðina upp, og tey, ið á henni búgva, noyðast at bøta; tí steikjast jarðbúgvarnir av hita, so bert fá menniskju verða eftir.
Esaias 24:7 Esaias
Vínberjaløgurin syrgir, víntræið følnar; øll tey, sum áður vóru so hjartansglað, suffa nú.
Esaias 24:8 Esaias
Tagnað er hitt glaða ljóð av trummum, uppathildin er gangurin av teimum, ið fegnast, tagnaður er gleðiljómur sitaranna.
Esaias 24:9 Esaias
Teir sita ikki nú og kvøða við vínsteypið; beiskur er hin sterki drykkur teimum, ið drekka hann.
Esaias 24:10 Esaias
Niðurrivin liggur býurin og oyðin; stongt er hvørt hús, so ikki slepst inn.
Esaias 24:11 Esaias
Á gøtuni vena teir seg um vínið; øll gleði er horvin, burturflýdd er øll frøi úr landinum.
Esaias 24:12 Esaias
Eftir í býnum er einki uttan oyðing, og portrið er høgt í spønir.
Esaias 24:13 Esaias
Tí so skal tað ganga millum fólkini á jørðini – sum táið oljutrø verða skakað, sum við seinnaheystið, táið vínheystið er liðugt.
Esaias 24:14 Esaias
Tey,* tey skulu lyfta upp rødd sína og fegnast; um dýrd HARRANS rópa tey av gleði fyri vestan:
Esaias 24:15 Esaias
„Ærið tí HARRAN, tit, sum búgva í eystri, ærið navn HARRANS Guds Ísraels, tit, sum búgva á strondum havsins!“
Esaias 24:16 Esaias
Frá ytsta enda jarðarinnar hoyra vit lovsongir: „Æra veri hinum rættvísa!“ Men eg sigi: Eg armi, eg armi – vei mær! Ránsmenn ræna, ja, ránsmenn ræna rán!
Esaias 24:17 Esaias
Ræðsla og grøv og garn yvir teg, tú, sum á jørðini býrt!
Esaias 24:18 Esaias
Tann, ið flýggjar undan ræðsluni, skal falla í grøvina, og tann, ið sleppur upp úr aftur grøvini, skal koma fastur í garnið; tí vatnportrini á hæddini eru latin upp, og grundvøllir jarðarinnar skelva.
Esaias 24:19 Esaias
Jørðin klovnar, ja, hon klovnar; jørðin skrædnar, ja, hon skrædnar; jørðin riðar, ja, hon riðar.
Esaias 24:20 Esaias
Jørðin skal sløðra sum hin drukni; hon skal geva seg aftur og fram sum vaktaraskýli; tungt liggur misbrot hennara á henni – hon skal falla og ikki reisa seg aftur.
Esaias 24:21 Esaias
Tann dag skal HARRIN heimsøkja her himmalsins á hæddini og kongar jarðarinnar á jørðini;
Esaias 24:22 Esaias
teir skulu verða savnaðir saman sum fangar í holuni og settir í fangahús, og eftir langa tíð skulu teir fáa straff sína.
Esaias 24:23 Esaias
Mánin skal smæðast og sólin skammast, tí HARRIN Gud herskaranna skal tá vísa, at Hann er kongur á Zionsfjalli og í Jerusalem; og fyri eygum elstu Hansara er dýrd.
Esaias 25:1 Esaias
HARRI, Tú ert Gud mín, eg prísi Tær, lovi navni Tínum! Tí Tú hevur gjørt undurverk, ráð Tíni frá forðum eru sannleiki og trúfesti.
Esaias 25:2 Esaias
Tí Tú hevur gjørt bý til grótrúgvu, hin víggirda stað til eyrdunga; Tú hevur lagt í oyði borgir hinna fremmandu, tær skulu aldri verða upp aftur bygdar.
Esaias 25:3 Esaias
Tí skal sterk tjóð heiðra Teg, staður villa heidninga óttast Teg.
Esaias 25:4 Esaias
Tí Tú hevur verið honum vernd, sum lítið hevur at týða, hinum fátæka vernd í neyðini, skjól í áarføri, skuggi í hita; tí øði yvirgangskroppanna er sum skúrur móti veggi.
Esaias 25:5 Esaias
Sum Tú letur hitan minka í turrum landi, doyvir Tú gangin av hinum fremmandu, ja, sum hitin minkar í skugganum av skýggi, verður songur yvirgangskroppanna doyvdur.
Esaias 25:6 Esaias
HARRIN Gud herskaranna skal á hesum fjalli gera øllum tjóðum veitslu, veitslu við feitum rættum, veitslu við gomlum víni, við feitum, mergjaðum rættum, við kláraðum, gomlum víni.
Esaias 25:7 Esaias
Og Hann skal á hesum fjalli gera til einkis slørið, ið fjalir øll fólkasløg, og sveipið, ið lagt er yvir allar tjóðir.
Esaias 25:8 Esaias
Hann skal við alla gera deyðan til einkis; Harrin HARRIN skal turka tárini av hvørjum andliti og gera enda á vanæru fólks Síns um alla jørðina – tí HARRIN hevur talað.
Esaias 25:9 Esaias
Tann dag skal verða sagt: „Hyggið, har er Gud okkara, Hann, sum vit bíðaðu eftir, skuldi frelsa okkum, hetta er HARRIN, sum vit bíðaðu eftir – latið okkum fegnast og gleðast í frelsu Hansara!“
Esaias 25:10 Esaias
Tí hond HARRANS skal hvíla á hesum fjalli; men Móab skal verða traðkað niður, har tað stendur, eins og hálmur verður traðkaður niður í køstavatn.
Esaias 25:11 Esaias
Og tað skal breiða út hendur sínar har, eins og svimjarin breiðir út hendurnar at svimja; men HARRIN skal eyðmýkja hugmóð tess, hvussu mong brøgd tað so roynir at gera við hondunum.
Esaias 25:12 Esaias
Hann skal ríva niður og koyra um koll hinar reystu múrar, ið eru vernd tín; Hann slættar teir við jørðina, so teir liggja í dustinum.
Esaias 26:1 Esaias
Tann dag skal hesin songur verða sungin í Judalandi: „Sterkan stað hava vit, frelsu setur Hann til múr og vernd.
Esaias 26:2 Esaias
Latið upp portrini, so rættvíst fólk fær gingið inn, fólk, ið heldur fast við trúskap!
Esaias 26:3 Esaias
Tann, ið hevur grundfest sinni, letur Tú altíð hava frið, tí á Teg lítur hann.
Esaias 26:4 Esaias
Lítið í allar ævir á HARRAN, tí Harrin HARRIN er ævigur klettur!
Esaias 26:5 Esaias
Tí Hann hevur eyðmýkt tey, sum búðu á hæddini, ja, hin høga stað; Hann stoytti honum til jarðar, sló hann niður í dustið.
Esaias 26:6 Esaias
Hann varð traðkaður undir fótum, undir fótum fátækra, undir iljum teirra, sum lítið hava at týða.“
Esaias 26:7 Esaias
Gøta hins rættvísa er sløtt; Tú slættar veg hins rættvísa.
Esaias 26:8 Esaias
Á vegi dóma Tína væntaðu vit Teg eisini, HARRI; eftir navni Tínum og minni Tínum tráaði sál okkara.
Esaias 26:9 Esaias
Sál mín tráaði eftir Tær um náttina, og andi mín innan í mær søkti Teg. Tí við tað sama sum dómar Tínir ráma jørðina, læra tey rættferð, sum á jarðarríki búgva.
Esaias 26:10 Esaias
Verður náði víst hinum gudleysa, lærir hann aldri rættferð; í rættvísilandi ger hann órætt og sær ikki hátign HARRANS.