Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

hjúnalag millum ymiskar trúgv

1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"

Versir

Síða 11 av 27
Esaias 26:11 Esaias

HARRI! Høgt var hond Tín lyft upp, men tey sóu tað ikki; tey fingu at síggja íðinskap Tín fyri fólkinum og vórðu til skammar, ja, eldur oyddi fíggindar Tínar.

2
Esaias 26:12 Esaias

HARRI! Tú skalt gera, at vit fáa frið; tí alt, ið vit hava gjørt, hevur Tú avrikað fyri okkum.

2
Esaias 26:13 Esaias

HARRI Gud okkara! Aðrir harrar enn Tú hava rátt yvir okkum, men eina navni Tínum prísa vit.

2
Esaias 26:14 Esaias

Deyð livna ikki upp aftur, deydningar rísa ikki upp; tí heimsøkir og oyðir Tú tey og gert hvørt minni um tey til einkis.

2
Esaias 26:15 Esaias

Tú letur fólkið nørast, HARRI, Tú letur fólkið nørast og vísir dýrd Tína, Tú flytur øll mark landsins langt út.

2
Esaias 26:16 Esaias

HARRI! Í neyðini leitaðu tey til Tín; tey sendu upp stillar bønir, táið tykt Tín kom á tey.

2
Esaias 26:17 Esaias

Sum hon, ið er við barn og hevur fingið ilt, ringist og gevur seg í verkjunum, so var við okkum fyri ásjón Tíni, HARRI!

2
Esaias 26:18 Esaias

Vit vóru við barn, vit ringdust; men táið vit áttu, var tað einki uttan vind; onga frelsu fingu vit landinum, og eingin heimsbúgvi varð føddur.

2
Esaias 26:19 Esaias

Hini deyðu Tíni skulu livna upp aftur, lík míni skulu rísa upp. Vaknið og hevjið fagnaðarsong, tit, sum í dustinum búgva! Tí døgg ljósins er døgg Tín, og jørðin gevur deydningar aftur til lívs.

2
Esaias 26:20 Esaias

Far, fólk Mítt, far inn í kømur tíni og lat aftur dyrnar eftir tær! Fjal teg lítla løtu, inntil vreiðin er yvirstaðin!

2
Esaias 26:21 Esaias

Tí HARRIN fer út úr bústaði Sínum at straffa tey, sum á jørðini búgva, fyri misbrot teirra; og jørðin skal lata blóðið, ið runnið er á henni, koma fyri ljósið og ikki longur fjala tey, sum dripin eru á henni.

2
Esaias 27:1 Esaias

Tann dag skal HARRIN við svørði Sínum, hinum harða, stóra og sterka, heimsøkja Livjatan, hin kvika orm, Livjatan, ormin, ið ringist, og drepa ódýrið í sjónum.

2
Esaias 27:2 Esaias

Tann dag [skulu tey syngja:] „Yndisligur víngarður er – syngið um hann!“

2
Esaias 27:3 Esaias

Eg, HARRIN, Eg eri vaktarmaður hansara; hvørja løtu vatni Eg hann; fyri at eingin skal heimsøkja hann, haldi Eg vakt yvir honum nátt og dag.

2
Esaias 27:4 Esaias

Illur eri Eg ikki við hann; hevði Eg havt tornir og tistlar móti Mær í bardaga, skuldi Eg lagt á teir og brent teir upp allar samlar –

2
Esaias 27:5 Esaias

uttan so var, at teir leitaðu sær vernd hjá Mær, gjørdu frið við Meg, ja, gjørdu frið við Meg!

2
Esaias 27:6 Esaias

Á komandi tíðum skal Jákup festa rót, Ísrael grønka og blóma, og teir skulu fylla jarðarríki við ávøksti.

2
Esaias 27:7 Esaias

Man HARRIN hava sligið Ísrael so hart, sum Hann sló teir, ið slógu tað! Ella varð tað dripið, eins og fíggindar tess vórðu dripnir!

2
Esaias 27:8 Esaias

Nei, við máta revsaði Tú fólkið, táið Tú rakst tað frá Tær; HARRIN blásti tað burtur við hvassa vindi Sínum, tann dag eystanstormurin kom.

2
Esaias 27:9 Esaias

Tí verður gjørd bót fyri misbrot Jákups, og tað at synd hansara verður tikin burt, gevur fullan ávøkst, táið allir altarsteinar verða brotnir sundur sum kálksteinar, og Asjerur og sólstólpar ikki reisa seg aftur.

2
Esaias 27:10 Esaias

Tí hin fasti staðurin liggur í oyði, hann er vorðin fólkatómt stað, oyðin sum oyðimørkin; har liggja ungneytini og eta, har hvíla tey seg og gnaga kvistarnar av.

2
Esaias 27:11 Esaias

Táið greinarnar eru turrar, verða tær brotnar av; kvinnur koma og kynda upp við teimum. Tí hetta er tjóð við ongum viti; tí er skapari hennara henni ikki miskunnsamur; Hann, sum myndaði hana, er henni ikki náðigur.

2
Esaias 27:12 Esaias

Tann dag skal HARRIN sláa ávøkstin niður frá Stórá* líka at Egyptalandsá, og tit, børn Ísraels, skulu verða hentað upp eitt og eitt.

2
Esaias 27:13 Esaias

Tann dag skal verða blást í stórt horn, og tey skulu koma, hini burtmistu í Assýria og hini burtriknu í Egyptalandi, og tey skulu tilbiðja HARRAN á hinum heilaga fjalli í Jerusalem.

2
Esaias 28:1 Esaias

Vei teirri stoltu krúnu hinna druknu í Efra’im og hini følnandi blómu, fagra prýði hansara, sum stendur á hæddini í feita dali teirra, ið liggja druknir av víni!

2
Esaias 28:2 Esaias

Men HARRIN hevur til reiðar ein, ið sterkur og veldigur er, líkur heglingsæli, oyðandi stormi; sum óført áarføri av veldigum, skolandi vøtnum slær hann við valdi alt til jarðar.

2
Esaias 28:3 Esaias

Av fótum skal hon verða traðkað niður, stolta krúna hinna druknu í Efra’im!

2
Esaias 28:4 Esaias

Og hin følnandi blóma, fagra prýði hansara, sum stendur á hæddini í feita dalinum, við henni skal ganga sum við fikuni, ið er staðin, áðrenn summarið er komið – hin fyrsti, ið fær eyga á hana, slítur hana av, og nóg illa hevur hann fingið hana í hondina, so gloypir hann henni.

2
Esaias 28:5 Esaias

Tann dag skal HARRIN Gud herskaranna vera føgur krúna og dýrur kransur fyri leivd fólks Síns,

2
Esaias 28:6 Esaias

og honum dómsandi, sum situr og skal døma, teimum styrki, sum reka ófriðin aftur at portrunum.

2
Esaias 28:7 Esaias

Men eisini hesir* sløðra av víni og riða av sterkum drykki; prestur og profetur sløðra av sterkum drykki, eru í ørviti av víni, riða av sterkum drykki; teir sløðra í sjónum sínum, riða í dómum sínum.

2
Esaias 28:8 Esaias

Ja, øll borð eru full av fúlari spýggju, so ikki reinur plettur er at síggja.

2
Esaias 28:9 Esaias

– „Hvønn er tað, hann ætlar at læra uppá? Hvønn ætlar hann at fáa at lurta eftir sær? Eru vit nústani vandir frá mjólkini, nýliga lagdir av brósti!

2
Esaias 28:10 Esaias

Tí – boð oman á boð, boð oman á boð, regla oman á reglu, regla oman á reglu, her eitt sindur, og har eitt sindur!“

2
Esaias 28:11 Esaias

Ja, við stamandi vørrum og á fremmandum tungumáli skal Hann tala við hetta fólk,

2
Esaias 28:12 Esaias

Hann, sum segði við tey: „Hetta er hvíla – latið hin troytta hvíla! – og hetta er friður!“ – Men tey vildu ikki hoyra!

2
Esaias 28:13 Esaias

Tí skal eisini orð HARRANS verða teimum boð oman á boð, boð oman á boð, regla oman á reglu, regla oman á reglu, her eitt sindur, og har eitt sindur – so tey, best sum tey ganga, fara eftir nakkanum og bróta seg sundur, verða bundin og fangað.

2
Esaias 28:14 Esaias

Hoyrið tí orð HARRANS, spottarar tykkara, tit, ið valda yvir fólkinum her í Jerusalem!

2
Esaias 28:15 Esaias

Aftur fyri at tit siga: „Vit hava gjørt sáttmála við deyðan og seming við deyðaríkið; táið hin súsandi koyril fer fram, skal hann ikki náa okkum; tí lygn hava vit gjørt okkum til skjól, vit hava fjalt okkum í sviki!“ –

2
Esaias 28:16 Esaias

tí sigur Harrin HARRIN so: Eg havi lagt í Zion grundarstein, royndan stein, dýrabaran, fastan hornstein – tann, ið trýr, hevur ikki skund.

2
Esaias 28:17 Esaias

Eg geri rætt til málisnøri, rættferð til lodd, heglingur skal ríva burtur lygiskjólið, og loynistaðið skulu vøtnini skola burtur.

2
Esaias 28:18 Esaias

Sáttmáli tykkara við deyðan skal verða útstrikaður, og seming tykkara við deyðaríkið skal gleppa; táið hin súsandi koyril fer fram, skal hann sláa tykkum til jarðar;

2
Esaias 28:19 Esaias

tykkum skal hann ráma, hvørja ferð hann fer fram, tí morgun eftir morgun skal hann fara fram, ja, bæði dag og nátt – ber ræðsla skal tað vera at skilja boðskapin.

2
Esaias 28:20 Esaias

Tí songin er ov stutt at rætta seg út í, og teppið er ov smalt at balla seg inn í.

2
Esaias 28:21 Esaias

Tí sum á Perazimsfjalli skal HARRIN reisa Seg, sum í dalinum við Gibeon skal Hann vísa vreiði Sína, til at fremja starv Sítt – undarligt starv – og útinna verk Sítt – óhoyrt verk!

2
Esaias 28:22 Esaias

Gevið tí uppat at spotta, so bond tykkara verða ikki rubbað enn fastari! Tí um vissan undirgang yvir alla jørðina havi eg hoyrt frá Harranum, HARRANUM Gudi herskaranna.

2
Esaias 28:23 Esaias

Lurtið eftir og hoyrið rødd mína, lýðið á og hoyrið orð míni!

2
Esaias 28:24 Esaias

Táið plógmaðurin ætlar at sáa, pløgir hann tá samt og javnt, veltir og saksar jørð sína?

2
Esaias 28:25 Esaias

Táið hann hevur slættað veltu sína, man hann ikki tá sáa dild og kumman, stroya hveiti í røð, bygg á tilætlað stað og spelt fram við bakkanum!

2
Esaias 28:26 Esaias

Gud hansara hevur víst honum rætta mátan – Hann lærdi hann tað.

2