hjúnalag millum ymiskar trúgv
1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"
Versir
Síða 7 av 27Esaias 14:13 Esaias
Tú vart tann, sum segði í hjarta tínum: „Eg skal fara upp til Himmals; høgt yvir stjørnum Guds skal eg reisa hásæti mítt; eg skal seta meg á gudatingfjallið ytst í norðri;
Esaias 14:14 Esaias
eg skal fara upp um skýborgirnar; eg skal gera meg hinum Hægsta líkan!“
Esaias 14:15 Esaias
– Nei, í deyðaríkið skalt tú verða stoyttur niður, niðast í grøvina!
Esaias 14:16 Esaias
Tey, sum síggja teg, skulu stara upp á teg, undrast á teg og siga: „Er hetta maðurin, ið fekk jørðina at nøtra, kongaríki at skelva,
Esaias 14:17 Esaias
sum gjørdi jarðarríki til oyðimørk, breyt niður býir tess og lovaði ikki fangum sínum heimaftur?“
Esaias 14:18 Esaias
Allir kongar tjóðanna liggja við heiðuri, hvør í húsi sínum;
Esaias 14:19 Esaias
men tú liggur ógrivin, slongdur burt sum vanvird grein, fjaldur av dripnum – gjøgnumstungnum við svørði – eins og niðurtraðkað ræ.
Esaias 14:20 Esaias
Tú skalt ikki verða jarðaður sum teir, ið stíga niður í steinsettar gravir; tí landi tínum hevur tú forkomið, fólk títt hevur tú dripið – avkom illgerðarmanna skal aldri nevnast meir!
Esaias 14:21 Esaias
Gerið sonum hansara blóðbað fyri misgerð fedra teirra! Teir skulu ikki reisast og taka jørðina í ogn og fylla jarðarríki við býum.“
Esaias 14:22 Esaias
Eg skal reisa Meg móti teimum, sigur HARRIN Gud herskaranna; Eg skal týna úr Bábel bæði navn og leivd, bæði børn og barnabørn, sigur HARRIN.
Esaias 14:23 Esaias
Eg skal gera tað til eitt tilhald pinnsvína og fylla tað við blotum; Eg skal sópa tað burt við oyðingarkusti – sigur HARRIN Gud herskaranna.
Esaias 14:24 Esaias
HARRIN Gud herskaranna hevur svorið: Sanniliga, sum Eg havi hugsað, so skal vera, og tað, ið Eg havi sett Mær fyri, skal standa fast!
Esaias 14:25 Esaias
Eg skal sora Assur sundur í landi Mínum og traðka hann niður á fjøllum Mínum; ok hansara skal verða av teimum tikið, og byrði hansara skal verða lyft av herðum teirra.
Esaias 14:26 Esaias
Hetta er tað, ið Eg havi sett Mær fyri at gera við alla jørðina, hetta er hondin, ið útrætt er móti øllum tjóðum.
Esaias 14:27 Esaias
Tí tað, ið HARRIN Gud herskaranna hevur gjørt av – hvør ger tað til einkis! Útrættu hond Hansara – hvør vendir henni aftur!
Esaias 14:28 Esaias
Tað árið ið Akaz kongur doyði, kom hesin spádómur:
Esaias 14:29 Esaias
Gleð teg ikki, alt Filistaraland, fyri tað at stavurin, ið sló teg, er brotnaður! Tí av rót høggormsins skal koma basiliskur, og ávøkstur hansara verður flogdreki!
Esaias 14:30 Esaias
Hini armastu av ørmum skulu finna ríkliga føði, og hini fátæku skulu hvíla trygt; men avkom títt drepi Eg í hungri, og tað, ið eftir verður av tær, skal verða tikið av døgum.
Esaias 14:31 Esaias
Vena teg, tú portur! Rópa, tú staður! Miss mótið, alt Filistaraland! Tí norðaneftir kemur roykur, og í fíggindaskaranum dragnar eingin afturfrá.
Esaias 14:32 Esaias
– Hvat skal tá verða svarað sendiboðum heidningafólkanna? At HARRIN hevur grundfest Zion, og at har finna hini ørmu av fólki Hansara lívd.
Esaias 15:1 Esaias
Spádómur um Móab. Ja, eftir eini nátt verður Ar-Móab oytt, og endi gjørdur á tí! Ja, eftir eini nátt verður Kir-Móab oytt, og endi gjørdur á tí!
Esaias 15:2 Esaias
Tey fara niðan til húsið og til Dibon á offurheyggjunum at gráta; uppi á Nebo og Medeba venar Móab seg; hvørt høvd er berskøllut, hvørt skegg avrakað.
Esaias 15:3 Esaias
Á gøtuni binda tey sekk um seg, á tøkum og torgum vena øll seg og flóta í tárum.
Esaias 15:4 Esaias
Hesbon og El’ale rópa neyðarróp, so tað hoyrist líka til Jahaz; tí vena eisini hermenninir seg í Móab, sál tess skelvur.
Esaias 15:5 Esaias
Hjarta mítt grætur um Móab; tey flýddu haðani koma líka til Zoar, til Eglat-Selisia; ja, grátandi fara tey niðan brekkuna til Luhit, og á vegnum til Horonajim senda tey upp neyðarróp undan oyðingini.
Esaias 15:6 Esaias
Nimrimsvøtn verða oyðimarkir, grasið svidnar, við urtunum er liðugt, grønt strá er ikki at síggja longur.
Esaias 15:7 Esaias
Tað, ið tey hava sankað, samansparda góðs sítt, dragsa tey nú um Pílatræá.
Esaias 15:8 Esaias
Ja, neyðarrópini ljóða um alt Móabsland; venan teirra nær líka til Eglajim og til Be’er-Elim;
Esaias 15:9 Esaias
tí Dimonsvatn er fult av blóði. – Men Eg lati meiri enn koma á Dimon, leyvu á tey, sum undan eru sloppin í Móab, á tey, sum eftir eru í landinum.
Esaias 16:1 Esaias
„Sendið landsharranum lombini, ið hann skal hava, úr Sela um oyðimørkina til fjall dóttur Zions!“
Esaias 16:2 Esaias
Rætt sum flagsandi fuglar, sum uppstygdir fuglaungar, skulu døtur Móab vera við vaðini um Arnon.
Esaias 16:3 Esaias
„Leggið ráð, finnið okkum útveg! Lat skugga tín verða sum náttina á alljósum degi, fjal hini burtriknu, sig ikki frá teimum, sum flýggja!
Esaias 16:4 Esaias
Lat burtriknu míni finna tilhald hjá tær, ver Móab skjól fyri oyðaranum! Tí tað er úti við yvirgangskroppinum, oyðingin fær enda, og kúgarin er farin úr landinum.
Esaias 16:5 Esaias
So verður hásætið grundfest við miskunn, og í tí skal í trúfesti sita kongur í tjaldi Dávids, høvdingi, sum stevnir eftir rætti og fremur rættferð.“
Esaias 16:6 Esaias
Vit hava hoyrt um óføra hugmóð Móabs, stoltleika, hugmóð og frekleika tess, tóma reyp tess.
Esaias 16:7 Esaias
Tí skal Móab vena seg um Móab, alt landið skal vena seg; um vínberjakøkurnar í Kir-Hareset skulu tit suffa í djúpari sorg.
Esaias 16:8 Esaias
Tí følnaðar eru markir Hesbons, víntræ Sibma; vínber tess slógu høvdingar fólkanna til jarðar; tey komust líka til Jazer, viltust út í oyðimørkina; kvistar tess breiddu seg út, fóru um havið.
Esaias 16:9 Esaias
Tí gráti eg við Jazer um víntræ Sibma; eg væti teg, Hesbon, við tárum mínum, og teg, El’ale! Tí yvir fruktheyst og kornheyst títt falla fagnaðarróp.*
Esaias 16:10 Esaias
Og gleði og frøi verða tikin burt frá fruktgørðunum; úr víngørðunum hoyrist eingin gleðisongur, einki fagnaðarljóð; eingin treður vín í persunum, Eg havi latið fagnaðarróp teirra tagna.
Esaias 16:11 Esaias
Tí skelvur hjarta mítt um Móab sum sitarastreingir, og bróst mítt um Kir-Heres.
Esaias 16:12 Esaias
Og hvussu mikið Móab so møðir seg við at ganga niðan á offurheyggin og fara inn í halgidóm sín at biðja, vinnur tað einki.
Esaias 16:13 Esaias
Hetta er orðið, ið HARRIN forðum talaði um Móab.
Esaias 16:14 Esaias
Men nú sigur HARRIN: Áðrenn trý ár eru gingin – sum dagløntur maður roknar árið – skal dýrd Móabs við allari hini miklu mannfjøld vera lítið vird; lítið skal verða eftir, og lítið skal tað hava at týða, ikki vera mikið vert.
Esaias 17:1 Esaias
Spádómur um Damaskus. Damaskus skal ikki longur vera býur, tað skal verða grótrúgva.
Esaias 17:2 Esaias
Býirnir í Aroer verða fólkatómir; teir verða fylgjum til beiti; tey leggjast har og verða ikki rikin burt.
Esaias 17:3 Esaias
Endi skal vera á verju Efra’ims, á kongadømi Damaskus og á tí, ið eftir er av Áram; ganga skal við teimum sum við dýrd sona Ísraels – sigur HARRIN Gud herskaranna.
Esaias 17:4 Esaias
Tann dag skal dýrd Jákups hava lítið at týða, holdini á kroppi hansara skulu tærast burtur.
Esaias 17:5 Esaias
Ganga skal, sum táið tann, ið sker akur, tekur um stráini og við armi sínum kvettir øksini av; ganga skal, sum táið øksini verða sankað í Refa’imsdali.
Esaias 17:6 Esaias
Einki skal verða eftir har uttan seinnaheyst – sum táið berini verða sligin niður av oljutrænum – tvey, trý ber ovast í toppinum, fýra, fimm á greinum frukttræsins – sigur HARRIN Gud Ísraels.
Esaias 17:7 Esaias
Tann dag skulu menniskjuni leita eftir skapara sínum, og eygu teirra skulu hyggja upp til hin Heilaga í Ísrael;